Hon læt seg væl í og skøddi seg, og so fór hon til gongu. Í fyrstani gekk hon á vegnum, men so vóru so nógvir bilar, at hon fór ígjøgnum hagan. Hon fann væl vegin, hon visti, at fyrst skuldi hon til Hvannasunds og síðani til Klaksvíkar.
Hon ræddist ikki at ganga, men hon bleiv eitt sindur kløkk, tá ið hon knappliga hoyrdi onkran tosa langt uppi í haganum. Hetta nærkaðist, og Niko krógvaði seg aftan fyri ein stein. Tá sá hon nakrar menn koma gangandi, teir gingu á rað, hon taldi teir, ein-tveir-tríggir...sjey vóru í alt. Teir høvdu allir spaka ella eyrhakkara á økslini. Nú vóru teir so nær, at hon skilti, hvat teir tosaðu um. – Nú verður gott at fáa nátturða, segði ein. –Ja, hvat gott man hon hava til okkara í kvøld, segði annar. –Eg veit, segði tann minsti, vit fáa pannukakur! – Tvætl í teg, segði tann elsti, hann hevði fult skegg og grova rødd, tað fingu vit í gjár. –Eg hopi bara ikki, at hin gamla konan hevur verið aftur og selt okkurt, segði hin grovmælti. –Eg vil hava pannukakur, segði hin lítli. Niko visti ikki, hvat í verðini teir tosaðu um, men nú ið teir vóru nær, sá hon at teir vóru so smáir sum børn, ja sum hon. Hon bleiv so forvitin, at hon fór aftaná teimum.
Teir fóru inn í eini lítil hús, og Niko fór aftaná. Har var ein so serstakliga vøkur genta inni, hon hevði ravnsvart hár, hvítt hold og reyðar varrar. –Sum tað er gott, at tú ert inni, segði ein av monnunum, hevur hin gamla ikki verið í dag? –Jú, segði gentan, hon vildi selja súrepli, men eg segði,at vit áttu so nógv súrepli og bað hana fara.
-Gott kvøld, segði gentan við Niko, hvussu eitur tú? –Eg eiti Nikolina, men øll kalla meg Niko, svaraði Niko. –Vilt tú hava nátturða saman við okkum?
No comments:
Post a Comment