Aug 30, 2013

Bárður Oskarsson

listaskálin 006

Nýggj sýning  í listaskálanum. Og so forvitnisligar myndir, Bárður hevur eyga fyri tí groteska, og tað er ikki frítt fyri, at fleiri myndir eru óhugnaligar, nógvar eru skemtiligar. Niels Ohrt segði nøkur vælvald orð um framsýningina, sum eitur ‘Lættleiki og líðing’, hann setti listamannin inn í altjóða listarák sum modernismu og ekspressionismu. Ein fínur bóklingur er prentaður um listamannin og hansara verk, har m.a. Turið systir hevur eina grein um barnabøkurnar hjá Bárði.

002

Ein sera originalur teknari, má ein siga, hasar verurnar hjá honum eru støðugt í menning. Fyrstu ferð, eg sá hann á framsýning, var í Focus, tá vóru ikki litir, bara brúntónar, nú er blóðreytt komið uppí, verurnar bløða burtur, serliga eru tað eyguni, sum standa fyri skotum.

listaskálin 019listaskálin 023

Og summar teirra hava andstyggiligar útvøkstrir á høvdinum, minnir meg á dálking, harðskap og ágang ímóti teimum veiku.

Hann dugir ‘biðið væl.

Orhan Pamuk: My Name Is Red

Vit hava fyrr lisið “House of Silence” hjá sama høvundi, hon var góð. Hendan er rættuliga long – 666 síður, og tá ið eg var komin gott og væl í helvt, fór eg at troyttast, haldi, at uppafturtøkurnar vóru í so nógvar.

 003

List

Bókin er um list, serstakliga myndalist, og høvuðspersónarnir eru allir listamenn, ella minituriaristar, teir arbeiða í einum listaverkstað. Men breiðari, kann bókin vera um aðra list við, t.d. yrkingalist. Spurningurin er í stóran mun um stíl, persónligan stíl, sum eftir islamskari trúgv er synd og forfeingiligheit.

Fleiri áhugaverd sitat um stíl: Imperfection is the mother of style/ Style is a flaw/ they paint what they see whereas we paint what we look at/painting is the silence of thought and the music of sight

Hetta við persónligum teknistíli, gudagivnum endurtøkum, avtekning, herming eftir ‘frankiskum’ listamonnum ella myndum og bordum sum toknast Allah, verður vent og snarað. Tann serligi samlibandsteknikkurin, har ein maður teknar ross, ein annar hendur ella føtur ein annar blómur ella annað, arkið ella tekningn verður so send frá einum til annan, er í hesum føri atvoldin til, at eingin hevur sæð ta lidnu tekningina og sostatt tað stóra halgibrotið, sum var atvold til morð.

unti1tleduntitled

 

Krimi

Bókin er eisini ein krimi, ein morðgáta, tí at ein av hesum listamonnunum og tann gamli listalærarin ella bossurin verða myrdir. Og motivið fyri morðini er eisini stílur, tí at miniaturisturin Elegant  verður dripin fyri sínar syndir, tí at hann er partur av tí toymi, sum skal prýða eina bókanna bók til sultanin, sum skal verða í frankiskum stíli, har skal enntá verða ein andlitsmynd av Sultaninum, og tað er halgibrot. Tað hevði nokk verið ein fyrimunur hjá lesara at kent til list í muslimskum høpi, somuleiðis at kent til søgu. Hendingar fara fram í 1590unum. Men morðið verður uppklárað við at nærlesa listaverk, tað er rættiliga fløkt politiarbeiði.

Ást

Og so er sjálvsagt ástarsøga eisini flættað inn í list og morð. Hin vakara Shekure er einkja við tveimum børnum, ella ikki rættiliga einkja, tí at maðurin er bara vorðin burtur, og svágurin vil hava hana og vil nokta henni at skiljast. Men hon flytir við børnunum til pápa sín. Hon hevur sjónarhornið 7 ferðir og sleppur at enda bókina. Vit varnast, at hon dugir at brúka sín seksualitet – Black ungdómskærastin, sum vil hava hana, skal uppklára morðið fyrst, áðrenn hon vil í song við honum, næstan sum tá ið Tóra Sigmundsdíir legði trinnar treytir við, tá ið Leivur kom at biðja um hana.

Sjónarhorn

Fyrstur at fáa orðið er ein deyður maður, kapitlið eitur I am a corpse. Stuttligar eru passagurnar, har íð motiv í einum málningi hava orðið. Ein málningur er í kaffihúsinum, sum, er eitt “syndabøli”, kaffi er eisini ein syndafullur drykkur, ein hundur í hesum málningi hevur orðið, eitt træ, sum er dottið av sínum arki og veit ikki, í hvørji søgu tað eigur at vera, hevur eisini orðið. Sjónarhorn er – sum ofta – partur av bygging og morðgátu, t.d. hevur drápsmaðurin orðið í 6 kapitlum, men lesarin fær ikki at vita, hvør av teimum tað er fyrr enn seinast í bókini. Bókarheitið sipar til litin Reytt, sum hevur orðið í kap. 31, tað er umleið mitt í bókini. Fyrst helt eg at Red var ein maður, tí at ein av teimum eitur Black, men Red er liturin, og hann greiðir frá, hvussu tað er at vera ein litur, heldur seg vera hepnan at vera eldsins sterki litur, sum fólk leggja til merkis og verða drigin at. “Litur nertir við eygað, er tónleikur teirra deyvu, eitt orð úr myrkrinum”. Red greiðir eisini frá, hvussu reytt verður gjørt burtur úr m.a. turkaðum reyðum klukkum.

Kapitlini eru 59 í tali og eita eftir persóni ella luti, sum hevur orðið.

Fýra ummæli eru siterað á afturpermuni, men eg haldi tey gera í so nógv av í síni rósandi umtalu.

Aug 29, 2013

Ríkidømi – ókeypis vinningur.

Nú ið eg eri í farloyvi, inniber loyvið eisini niðursetta ferð, meiri svøvn og fleiri tankar. Men eg fái onga løn í ár, spurningurin er, um tað verður ikki væl uppvigað við tí ríkidømi, sum er í at hava tíð til vinir, bøkur, børn og familju…sjálvandi mega tey eisini hava stundir til tín. Bøkurnar hava stundir, tær eru trúfastar, serstakliga klassikararnir, hesir pappírsvinir sum eiga bústað innan í tær.

Í gjár sá eg kærar vinir á miðmáli í SEVEN. Herligt at síggja tær og fáa dagført lívsstøðuna.

listaskálin 001

Sum tað er vakurt at koyra norðureftir í góðum veðri, vit koyrdu til Hvalvíkar at hitta fleiri kærar vinir og so Duritu hjá Heðini Brú. Hon var frísk og sterk og sjálvstøðug, gevandi heldur enn krevjandi, hon leit á seg sjálva allan vegin ígjøgnum. Onkur helt, at hetta mátti verið ein super bók til næmingar, og málið er so gott….eeehhhh kanska tey ungu eru ósamd.

Takk Marjun, kvøldið lær í mínum huga.

Aug 25, 2013

Við Magnu í listaskálanum

Nú hevur KInna skrivað og messað um hasa listaframsýningina so leingi, og nú verður hon tikin niður…so eg og Magna fóru í síðstu løtu at skoða verkið. Vit mundu ikki sloppið framat við bili av fótbólti og renning.

Sýningin er rættiliga óruddilig, upheingingin er ótraditionell, má ein siga: ein næstan tómur veggur og ein yvirfyltur…áhugavert, men tær tættsitandi myndirnar vóru ikki so lættar at fáa eygað á, ella skula vit siga: veggurin kravdi nakað av hyggjaranum. Tóroddur fær so sera nógv pláss, ov nógv pláss eftir mínum tykki. Flottar blómur, sum Jóhanna á Steinum hevur bundið, og Hanni Bjartalíð er eisini fínur, og mær dámar betur og betur Tummas Jákup Thomsen. Nú skal eg viðganga, at Magna (2 ár) stýrdi ferðini og eg hugdi meiri at henni enn listaverkunum. 023024

Tá ið eg segði, hygg ein blóma, segði Magna, nei ein sól…025027

Magnu dámdi allarbest agurkina hjá Hansinu og bingjuna hjá Tróndi, hon hevur so góðan smakk.

018019033038

Tá ið vit komu heim, sóu vit, at gongin hjá teimum var gjørd til eina installatión Smiley, har nýtt og gamalt spegla hvørt annað.

040042043

Aug 22, 2013

Dreamteam!

Fór við degnum á Landssjúkrahúsið, skuldi møta 7.30. Fyrst varð eg boðin vælkomin av blíðmæltari kvinnu, sum kunnaði meg um alt, sum henda skuldi og gav mær song. Síðani fekk eg egnan sjafør, sum koyrdi meg á skurðdeildina. Doyvitoymið við Heidi Tvørfoss á odda var superfínt. Tær vóru professionellar, vinarligar, tú føldi, at tú vart í góðum hondum. Og aftan á viðgerðina, sova í frið og síðani deiligt heitt te og breyð, og væl varð ansað eftir, at eg var før fyri at fara til hús. Ein góð uppliving! Dreamteam!

Havi altíð hildið, at narkosa er óhugnalig! Fái eina kenslu av at doyggja, tí um tú nú aldrin vaknar aftur? Munurin millum at sova og vera í narkosu er, at tú kanst íkki vakja ein, sum er í narkosu, kanska tað er soleiðis at vera deyð.

Aug 20, 2013

Á dett LÍV!!

Eg havi verið á LÍV í dag. Sama dag, sum Dimma hevði LÍV og undirsjóartunnilin á forsíðuni, teir munna hava nógvar pengar. Havi tikið mær renningarlop í langa tíð. Fyrst skuldi eg heilt sikkurt fara onkran dagin í feb-mars, tá ið eg bað rektaran um farloyvi, so skuldi eg heilt sikkurt fara, tá ið hann hevði játtað farloyvi, so tá ið eg fekk summarferiu, og soleiðis er tað blivið útsett og útsett. Hví man tað vera? Ivaleyst tí, at tú stúrir fyri tí, tú fert at fáa at vita. Og fundurin var ikki eitt gott upplivilsi.

016

Eg royndi at vera fyrireikað, hevði verið á portalinum hjá teimum, hevði leitað pappír fram, hevði enntá I-paddin í taskuni, so at eg kundi fara á portalin, meðan fundurin var. Møtti i góðari tí, fekk loggað meg inn á gestanetið.

Tann ungi maðurin bjóðaði mær kaffi, men byrjaði samrøðuna við at kalla meg “góða”. Eg bleiv so bilsin og ørg, at eg mundi talað at, tíbetur segði eg einki, tí at samrøðan hevði vælsaktans ikki gjørst betri av tí. Hvat signal sendir tú, tá ið tú sigur “góða” við eina 63 ára gamla konu, sum tú ikki kennir? Tað er ein góður spurningur. Men ikki tí, hann gjørdi nokk sítt besta, manglar kanska eitt skeið ella tvey, t.d. presenteraði hann seg ikki, tað gjørdi eg so heldur ikki, men hann hevði meg við høvd og gørnum á skiggjanum. Kanska hann segði sítt navn, tá ið vit gjørdu avtaluna telefoniskt.

Ná, sum eg stúrdi fyri, vóru upplýsingarnir á portalinum rættir, og upphæddirnar á brøvunum vóru sjálvandi avoldaðar og alt ov stórar! Eg spurdi nevniliga LÍV somu spurningar um pensión í 2008, og tá vóru upphæddirnar munandi størri.

Viðvíkjandi at lata seg pensionera tíðliga er at siga, at sera stórur munur er á upphæddini, eg hevði fingið, tá ið eg verði 64 og tí, eg hevði fingið, tá ið eg verði 67, um eg havi heilsuna.

Eg havi 3 tryggingar hjá LÍV 1) eina gamla, pengarnir skula skattast, 2) eina nýggja, pengarnir eru skattaðir og 3) eina samlagstrygging, sum er aktuell við deyða og álvarsliga sjúku, havi goldið í 33 ár til hesa trygging.

Men so fari eg kanska at eiga eitt sindur av sementi á havsins botni – jubii Trist smiley

Aug 19, 2013

Rundur føðingardagur

10emil3

Emil fyllir 10, rundari verður tað ikki! Fyrsta tveysiffraða talið, aldrin fer hann aftur at fylla bara eitt siffur.

Emil hevur altíð havt ein stórabeiggja, hann eitur Louis, og á myndini síggja vit Louis saman við Emil, tá ið Emil er fáar tímar gamal. 7emil2

 

Emil er ein glaður drongur, elskar fótbólt og dugir væl at spæla kort, elskar at vinna.

DSC_0022DSC_0023DSC_0024DSC_0029DSC_0055

 

0082005.07.16 - Emil 005756933DSC_0019

Emil eigur ein lítlasystur, sum eitur Madeleine.DSC_0021

Emil hevur nógvar trímenningar og systkinabørn  í Føroyum og Danmark. Á hesari myndini eru vit í Nólsoy, Emil situr í fanginum á ommu.

DSC06126

Emil var í Føroyum í 3 vikur í ár, tað var so deiligt. Her eru nakrar nýggjar myndir av føðingardagsbarninum.

051emilP1000084

Góði Emil , hjartaliga tillukku við tí runda talinum!

Aug 18, 2013

Góður sunnudagur

Fór saman við Ingu Rósu til Gjáar eftir Turið. Tað var so kjavsvart í mjørka norðanfyri (sól í Havn). Við Gjógv hava tey gjørt eitt picnicstað oman á spælhúsinum, snilt. Alt stendur í blóma hesa tíðina, vakrir litir og grønur gróður.

008009010011012

Tá ið vit komu til Havnar seinnapartin, fóru vit í føðingardag hjá Gabriel, hann helt 5 ára føðingardag – við Angry Birds kaku. Har var so nógv av smábørnum, at tað var ein fragd.

014

015 - Kopi016 - Kopi020 - Kopi021 - Kopi022