Nov 28, 2016

Bókadagar 2016

Nú eru bókadagarnir nóg stórir, størst er ikki altíð best. Men nógv spennandi var á skránni í ár.

Tað fyrsta, eg fór til, var stuttsøgukvøldið hjá Katrinu Christiansen. Ikki allar søgurnar, tey lósu, vóru nýggjar, men onkrar vóru nýggjar. Húsini eru stórfingin, má eg siga. Viðurin gevur góða luft inni, og smárættirnir frá Hafnia vóru góðir. Fyrst fór mín bólkur upp í gjøgn, síðan niður í handilin og at enda í toystovuna, har vit plagdu at keypa undirklæði og buksuelastikk. Mariann las eina søgu hjá Katrin Ottarsdóttur, sum veruliga fangaði. Tíverri var upplesarin ikki nóg væl fyrireikað, kennir ikki linoleum ella Vagn Holmboe, ná grumpy…men tað darvaði.

DSC05929

Í handlinum las Gunnvá Rottuna hjá Sólrun Michelsen, hana havi eg lisið so ofta. Men Gunnvá er ein av mínum yndislesarum, so tað var njóting.

DSC05930

Og uppi í toydeildini las Hans m.a. eina horror søgu hjá Sámal Soll. Og hygg hvussu flott hølið er.

DSC05933

DSC05944

Eg var til setanina, talan hjá CCJ var also stuttlig, nakað beisk, men væl skrivað. Kanska tann stutti formurin hóskar fult so væl til hansara? Hevur hann skrivað stuttsøgur?

Eg hoyrdi Urd tosa við Siri, tað var sera áhugavert at síggja og hoyra kvinnuna, sum sum 3.ættarlið tilflytari í DK hevur skrivað søguna Ø. Hugsi, at líkskapurin millum londini kanska er yvirmettur, so at tilflytingin og tilvenjingin verður undirmett, verður ikki sæð sum nakað, sum vit nýtast at fáast við ella tosa um, tí at sýrar og iranar hava tað so nógv truplari. men nógvir føroyingar og grønlendingar í Danmark og danir og grønlendingar í Føroyum hava henda longsul, kanska ein undirmettan longsul.

DSC05948

Eg hoyrdi tíverri ikki so nógv annað, fór í brúdleyp í Dali, men sunnudagin var so framløgan hjá mær og næmingunum av bókini “Vælkomin”, hon gekk væl, tað søgdu øll Smile. Tær eru bara so raskar og áhaldandi, tær læra alla tíðina. Myndin er tikin, tá ið alt var væl yvirstaðið.

DSC06046

Nov 23, 2016

Integratiónspolitikk nú! Námsætlanir nú! Útlendingarnir eru her nú! Børnini blíva stór nú!

Fundur á Oyrabakka 23. Nov. 2016
Kommunan skipaði fyri fundinum, og tey høvdu boðið barnagarðsstarvsfólki og lærarum á fund, fundurin var annars almennur. Nógv fólk var møtt í miðhøllini á felagsskúlanum. Tað eru summar kommunur, sum eru fyrr enn aðrar at rassast. Rúni og Tórhild Bjarkhamar eru nógv umbiðin sum skeiðshaldarar.
IMG_20161123_201900
David Im tosaði á enskum. Hann greiddi frá, hvørji øki eru mest átroðkandi at fáa loyst á útlendingaøkinum: upplýsing, arbeiðspláss o.a. Hann segði eisini, at tey arbeiða við tulkatænastu, hann hevur ein lista við nøvnum á tulkum við 14 ymiskum málum.
IMG_20161123_190635IMG_20161123_190718
Rúni Bjarkhamar greiddi frá innihaldinum í skeiðunum tey hava havt. Hann legði út við at siga, at teirra skeið vóru øðrvísi enn vanlig skeið, men kom ikki nærri inn á “vanlig” skeið. Hann er søgu- og samfelagslærari, so hann hevur undirvíst í søgu, heilt frá ístíð og landnámi yvir einahandilstíð og til okkara tíð, í geografi um basaltfláir og annað. Tað er so heilt øðrvísi enn míni skeið.  Annars upplýsing um stovnar og mentanarfyribrigdi í Føroyum. Málsliga byrja tey við stuttum setningum og fara víðari við torførari setningum, so har líkjast vit. Hann segði einki um mállæru, einki um tilfar, tey brúka. Skeiðið er 35 tímar.
IMG_20161123_204113
Tórhild Bjarkhamar tosaði um, hvussu nógv samfelagið er broytt, og hvussu tað alla tíðina broytist, um globaliseringina. Ein útlendingur kemur til Føroya um vikuna, vit noyðast at fylgja við og fáa intergrasjónina at rigga, nú, áðrenn tey verða so mong og gera síni egnu samfeløg innan í samfelagnum. Okkara samfelag er so lítið, at tað tolir ikki, at fleiri minisamfeløg eru innan í samfelagnum.
Hon tosaði nógv um, at stórur mentanarmunur er millum útlendingar og føroyingar. Tey koma við heilt aðrari bakgrund viðv. T.d. hvør ræður í húsinum, hvussu uppalir mann síni børn, virðing fyri autoritetum osfr.
IMG_20161123_194023
Tórhild gav okkum eina sera stutta kunning um MIPEX (Migrant Integration Policy Index) og ICDP (International Child Development Programme). Tað fyrra er eitt mát fyri, hvussu væl lond klára at integrera útlendingar. Tey verða mátað viðvíkjandi arbeiðsmarknað, familjusamanføring, diskriminatión v.m. Tað seinna er eitt amboð hjá teimum, sum fáast við børn, sum kanska eru veik ella illa tilpassað, ella øll børn kanska, ikki serstakliga tilflytarar. Amboðið hevur við empati at gera og "barnið í fokus" við sínum unikku upplivingum osfr.
Niðurstøðan var, at barnagarðar, skúlar og kommunur eiga at hava ein politikk, eina mannagongd “at møta útlendingum”. Ein akkerspersónur eigur at vera, sum kann fylgja við og stuðla og tosa við útlendingar. Her var tað eg hugsaði, er hetta ikki ein uppgáva, sum skal loysast fyri alt landið? Er hetta kanska ein MMR uppgáva? Tórhild helt, at tá ið eingin integratiónspolitikkur ER frá landsins síðu, so má mann byrja sjálvur. Also hvør skúli, og hvør barnagarður ger sína mannagongd??? Tað er eitt sindur tað sama, sum tá ið eg havi gjørt skeið, royndir og skúlabók sjálv við ongumn reglum, men mann má byrja onkustaðni. Tey komu ikki inn á, at eingin námsætlan er fyri føroyskt sum fremmandamál, hvørki í barnagarði, barnaskúla ella vaksnamannaundirvísing. Tað er jú 3 námsætlanir, kann mann siga, sum mangla. Í bóklinginum hjá Útlendingastovuni til útlendingar eru nevnd 11 støð í Føroyum, sum hava undirvísing í føroyskum fyri útlendingar, men 11 námsætlanir, tað verður í so nógv – - til somu lærugrein.
Smile










Nov 18, 2016

Louisiana í Humlebæk

Altíð deiligt at vitja listasavnið Louisiana. Lisa hevur árskort, so tað var upplagt at fara, so at árskortið skuldi líkasum gjalda seg inn aftur. Anyway, tey hava opið til kl. 22 hósdag, so vit fóru avstað, tá ið hon kom úr skúlanum í gjár.

DSC05874

Trý listafólk eru í løtuni á skránni: Louisa Bourgeois (f.1911), Daniel Richter (f.1962) og Taryn Simon (f.1975).

Mær dámdi stak væl Louisu, hon var passaliga ør og original, ein filmur var eisini við einum viðtali við hana. Listaverkini vóru installatiónir og málningar, Louisa Bourgeois var virkin til tað síðsta, hon doyði í 2012. Flestu listarverkini vóru klivar, rúm, kømur ella – við øðrum konnotatiónum - sum tað æt á enskum “cells”. Sera nógv inspirerað av sínum egna barndómi og av Freud. Hon leggur eisini upp til voyeurismu við tað, at viðhvørt noyðist tú at lúra fyri at síggja inn í klivan.

DSC05881

Eiturkoppurin er symbol fyri mammuna og umsorgan.

DSC05884

Tann amerikanska Taryn hevði foto á framsýningini (American Index of the Hidden and Unfamiliar). Hon er samfelagskritisk, men hon tekur bara myndir, har sum hon fær loyvi, roynir at sleppa so nær kjarnanum sum gjørligt, men bara við samarbeiði, sum hon segði í viðtali: samarbeiði røkkur bara eitt vist, og tað nógv umrødda gjøgnumskygnið man ikki vera so ektað. Í viðtali segði Taryn, at teksturin, sum fylgir við myndini er eins týdningarmikil og myndin. Hendan myndin er av eini sjónvarpsrás, sum bara sendir uttanlands (í arabiskum londum), tey hava ikki loyvi at senda í USA.

DSC05896

DSC05898 - KopiDSC05900

Eitt bræv frá Disney var á framsýningini, tað var eitt avslag, ein noktan. Eg skilti tað, sum at hon hevði biðið um loyvi at fotografera á Disney øki. Teir svara, at tað positiva og hjartaliga image, sum Disney hevur er lívsneyðugt og skal ikki skeiklast, hmmm.

Týskarin Daniel Richter hevði ovurstórar oljumálningar, sum Lisa segði:  hann dugir sikkurt fínt at mála, men motivini eru so óhugnalig og harðlig. Myndin niðanfyri eitur svíkjarar, og tann niðasta eitur Amsterdam.

DSC05911

DSC05905

Nov 17, 2016

LIST OG LEIKUR

Sum sagt, havi eg nú í nakrar dagar havt útsýni ímóti posalørifti, so í gjár fór eg inn í Charlottenborg og sá posaløriftið innanífrá:

DSC05853

“An Age of Our Own Making” er framsýning hjá listafólki  úr fyrrverandi hjálondum. Moshekwa Langa (f. 1975) er úr Suðurafrtika. Ein morgun í skúlanum í post apartheid Afrika varnaðist hann, at hansara heimbýur var als ikki á kortinum. Hetta hevur fylgt honum, og hansara list snýr seg um pláss, støð, at finna tað besta staðið og um longsul. Hansara verk “Mine” er ein installatión við eini á, ella uppturkaðari á í miðjuni:

DSC05846

Eitt av rúmunum var ein installatión kallað “editor’s room”, har vóru bøkur og myndir og vidoklipp um hjálond, um globalisering osfr. at vísa, hvørjar tankar ein kurator ger sær um eina slíka framsýning. Gamlar bøkur um danskar kononiir, um danskan trælahandil, lógu eisini har. Føroyar eru nevndar í onkrari, har stendur at Danmark var mikið frægari enn nógv onnur, og at kolonipolitikkurin í Norðurhøvum var væl eydnaður.

DSC05852

Ein donsk listakvinna er umboðað á sýningini, Simone Aaberg Kærn. Hon hevur ein stóran málning trimum pørtum um kríggið í Sýria.

Í gjárkvøldið fóru eg og Magna og Herbert til sjónleik, í Folketeatret á Nørregade.

DSC05856

Vit sóu Hodja úr Pjort. Ein fínur leikur, serstakliga spennandi og undirhaldandi ljósseting. Leikurin fylgdi væl bókini, sum eg og Magna akkurát hava lisið, kortini var ein fitt genta komin afturat, so at Hodja kundi blíva forelskaður. Gentan Aisha skal giftast við sultaninum, men tað vil hon ikki.

DSC05863

Alt endar væl, Hoidja fær teppið aftur og tey bæði flúgva heim.

DSC05865

Flúgvimyndin er sera væl gjørd við einum eyka palli og bláum løkum. Eitt orkestur spældi til allan leikin, sum er ein hálvur sangleikur.

DSC05866

Aftaná flugu Herbert og Magna ein túr á teppinum.

DSC05872

DSC05871

DSC05867

Nov 15, 2016

A secret chord

Ein flógv, still gleði er í mær, nú ið eg enn eina ferð havi følt og upplivað míni børn og ommubørn so nær. Tað besta er tann natúrligi, sjálvfylgiligi hugburður: omma skal við, hví skal omma ikki við og tær fevnandi kenslur, sum tú verður partur av í hesum ungu familjum, sum nú kortini eru ikki blaðungar longur. Jú sanniliga, ein stor lukka, og um eg skuldi doyð í dag, so hevði eg kortini havt upplivað alt tað besta í lívinum.

DSC05796

Í gjár válaðu FS og Madeleine og eg í miðbýnum, vit gingu Nyhavn upp og niður, og  vit kekkaðu Pappírsoynna. Síðani var tað Læderstræde við sínum smáu boutiqum við list og handarbeiði. Madeleine hevði hondarbeiði við, so hon sat á café og broderaði.  Niðanfyri intallatiónin hjá Yoko Ono : Ynskitrøini.

DSC05823

Í gjárkvøldið fóru tær aftur til Belgia.

DSC05818

Øll húsafasadan á Charlottenborg er prýdd við posalørifti. Tað er ein installatión hjá Ibrahim Mahama (f. 1987 í Ghana), sýningin eitur An Age of Our Own Making. Ikki sær tað pent út, eg síggi beint í hasar posarnar úr vindeyganum hjá Símuni, har eg sovi. Symbolikkurin hevur við kaffi- og kakaoplantasjur at gera, við kúging og arbeiðskor, við kolonisering og vald.

DSC05826

D’Angleterre hevur havt fernisering við sínum jólaprýði, ævintýrverur í bláum.

DSC05831

Sólrun bjóðaði døgurða aftur í kvøld, og vit fóru á Marienborg at eta saman við Lars, hann hevur fundast har í fleiri dagar. Hon bjóðaði stokt flesk við persillusós, og Turið og Hallur og børnini komu eisini.

DSC05844

Marienborg í kvøld, Lars situr í samráðingum um fíggjarlógina.

Nov 13, 2016

ÁÁÁ – Keypmannahavn

Beint nú eru vit allar í Keypmannahavn, so heimsins nalvi er her. Hann er sjálvandi ikki stationerur.

DSC05712

Lars stokti dunnur á mortansmessu, eitt so hugnaligt kvøld. FS og Madeleine komu úr Belgia, og børnini vóru vill og glað.

DSC05707

Hundarnir hildu kanska ikki tað var so feitt.

DSC05714

Kristina og Lars spæla high-five.

DSC05740

DSC05751 

Í gjár var shopping á skránni við Lisu og Sólrun, seinnapartin fekk eg te frá Turið í Valby, og í gjárkvøldið skinkusnitsel frá Sólrun í Nyhavn. Keypmannahavn er jólaprýddur.

DSC05752

Og í dag sunnudag var tað brunch ovast í Illum og planetarium við FS og børnunum, og so sjálvandi bindiklubbur í kvøld.

DSC05765

DSC05767DSC05771

DSC05778

Nov 11, 2016

Men eitt er neyðugt

Lisa og omma.

Tað var Lisa, sum sendi eitt sms og spurdi, um vit skuldu ikki fara til Hamlet á Kronborg. So keypti hon bilettir, og hon kom eftir mær í tí reyða snarljósinum hjá Sólrun, Kronborg er í Helsingør, so vit skuldu koyra ein tein. Vit vóru væl ílatnar, tí ein partur av leikinum skuldi vera úti.

DSC05640

Tey bjóðaðu okkum teppir, so áskoðararnir sóu út, sum tey øll spældu við.

Dialogurin var sum í tí gamla tekstinum, men pallurin var serstakur, tey spældu á borgarmúrinum, og kongsins afurgonga sást langt burturi á borgini, og vit stóðu á dragubrúnni.

DSC05657

DSC05654

Veitslupallmyndin, tá ið sjónleikararnir koma, er sjálvandi í eini veitsluhøll. Hamlet, sum nú at vísa seg er klingandi óður í høvdinum, hevur sett seg á Ofeliu at hyggja at leikinum. Hetta er eftir, at hann hevur gjørt tað liðugt og biðið hana fara í klostur, men áðrenn hon er blivin óð í høvdinum.

DSC05683

Polonius og pápabeiggin leggja upp ráð, og teir brúka Ofeliu.

DSC05669

Tá ið Hamlet fer í kamarið hjá mammu síni og brigslar henni hordóm og ótrúskap.

DSC05684

Parturin í kirkjugarðinum var sjálvandi úti í borgargarðinum.

DSC05693

Tann dramatiski endin var inni í eini borgargongd. Hamlet noyðir farbróðurin at drekka sítt egna eitur.

DSC05698

The rest is silence.