Apr 30, 2012

Mánadagur í apríl

Síðsta apríl hevði eg ein langan skúladag. Fyrsta tíma var tað Jens Pauli Heinesensa Hugin, sum fór í hagan at leita eftir rossum. Og hugin á Hugini broyttist, so hvørt sum hugnin svann og svartar skriður og kaldur gjóstur gjørdu seg galdandi. Síðani var tað ein miniverkætlan um upprunafólk við einum 1. s, sum eg havi í enskum. Tey skula kann lívskor og broyttar lívtreytir hjá sámum, indianarum, inuittum, upprunafólki í Avstralia.
Hesin bólkurin sat á bókasavninum og arbeiddi. Tey eru Hans, Sudarat, Tóraldur, Kristina og Sanna.

028
Síðani var Leonard Cohen á skránni, og at enda ein tími við eykaføroyskum.
Í kvøld víst Magna, at hon hevur lært at koyra á bilbreytini hjá beiggja sínum, aftur og aftur fekk hon bilin at drøna oman brekkuna. Men hann skuldi venda rætt, bæði út og inn og upp og niður. So tað kravdi nakað av motorikki.
036

037

Apr 29, 2012

Endaveitsla 2012

020

Ikki færri enn 32 lærarar høvdu teknað seg til veitsluna hjá 3.s og 2.HF í ár. Fyrst fingu vit eitt glas av sjampanju, og so vórðu vit fotograferað, allir lærararnir. Tá ið vit fóru til borðs, víst tað seg, at tað var ikki gjørt eitt læraraborð, sum ofta hevur verið. Lærarasr settu seg tískil hjá “sínum” flokki. Eg hevði ongan flokk, sum so, tí eg havi hástig og also 3 flokkar. Eg setti meg bara har, pláss var, og tað var hjá 09z. Tað stuttligasta var at síggja, hvussu fín tey vóru. Fleiri gentur vóru stroppaleysar, summar høvdu bert bak, fleiri høvdu sera stuttan kjóla, og nógvar høvdu síðan kjóla, onkrar vóru í gullkjóla.  Eisini lærararnir høvdu snollað seg, teir vóru ikki at kenna aftur. Hoyrdi í kvøld, at lærararnir í Hoydølum eru víðagitnir fyri at ganga keðiliga, ófantaliga og ómodernað ílatnir. Men hygg ar Anniku á hesari myndini, hon lýsir!

003 Talurnar vóru stuttligar fleiri, eitt nú tann hjá Rólanti. Rólant dugir so væl at halda røðu. Hann tekur eitt orð ella ein setning – ofta á fremmandum máli – og brúkar tað til at lýsa støðuna ella fólk osfr. Í kvøld var tað heilsanir úr Senegal og Suðurafrika, sum vóru beinagrindin í taluni. Tann úr Suðurafrika var frá Desmond Tutu. Næmingarnir høvdu gjørt undirhald 3.x hevði gjørt ein sang, og fleiri filmar vórðu vístir.

Eg bar mína heilsan fram á enskum, Cohen-poem. Tað var ein yrking, sum partvís endurnýtir Cohen, sum vit hava lisið í flokkinum. Vita, um tú sært, hvussu mong sitat eru.

 

Like a worm on a hook,

You’ll be crouching over a book,

When I meet you by the rivers dark,

To hand you the final mark..

--- before you leave Boogie Street

You were sentenced to three years of boredom

Well it’s over now....you leave Boogie Street...

The Scottish play was a hurdle,

It made our blood curdle

By the rivers dark – we panicked on

Metaphors and murders ..

Well it’s over now ... you leave Boogie Street..

I did my best, it wasn’t much,

I’ve told you the truth, I didn’t come to fool you ....Hallelujah

...

The file on you complete yeah... Hallelujah

And I thank you, I thank you for doing your duty,

And sharing your beauty.

002

016

019

Apr 27, 2012

Flaggdagur og eitt persónligt met

022
Vit fóru nakað seint heimanífrá, tí júst henda dagin svav Magna líka til 14.45, á vit skundaðu okkum heimeftir. Tað var forbiðið kalt, og Herbert helt, tað var langt at ganga. Á Vaglinum var nógv fólk, og røðan var fín. Nógvar viðmerkingar hava verið á FB um røðuna. Summi halda, at ein flaggdagsrøða skal vera til øll og ikki vera politisk. Hvussu kann mann vera ópolitiskur, um mann skal tosa um flaggið? Jú mann kann tosa um hendingar undir krígnum ella rósa ÍSB, at tey kappast undir Merkinum, tá ið tey eru uttanlands. Onkur heldur, at røðan hevði hóskað betur á einum tjóðveldisflokstingi. Onkur var vónbrotin, tí at hon var ikki nóg skaldslig og háfloygd.024
031035
036
039
042
Tað var sum sagt rættiliga kalt, so tað var fínt, at flaggdagscafé var í Perluni aftaná. Har sóu vit Baltasar, hann sá so bilsin út. Nú kom Turið frá arbeiði, og klokkan nærkaðis úlvatímanum. Og nú kemur tað persónliga metið, nei tað var ikki í flaggdagsrenningini. Eg tók barnavognin og fór heim til gongu, og klokkan 16.45 stóð eg í kø hjá Poul Restorff, og kl. 17.30 var døgurðin á borðinum. Wokkað grønmeti, grønt salat og høsnarungi í karri (ikki keypt liðugt) og rís.  Eg var sjálv nokso errin.
046

045

044

Apr 24, 2012

Várkvøldseta 2012

Sum vanligt var nógvur sangur og tónleikur at hoyra á kvøldsetuni. Flokkarnir og valholdini sungu og spældu slíkt, sum tey hava arbeitt við hesa hálvuna. Í durinum var kaffi og køkur at fáa til keyps.  Fyrstuflokkarnir u, b, a. ð og pqr vóru á pallinum hvør sær og eisini allir saman. Rytmiska kórið í Hoydølum varð væl fagnað við musicalsangunum “I dreamed a dream” úr Les Miserables og Bohemian Rhapsody, sum kundi verið ein musicalsangur, segði Hans Pauli Tórgarð. Sum ofta hevur verið vanligt vóru nakrir 4. s’arar við í kórinum. Tíverri veit eg ikki, hvussu øll hesi ungu eita, men onkran av teimum hava eg í enskum ella føroyskum. Tað er ótrúligt at síggja, hvør kraft og musikalitetur býr í tí stillu gentuni, sum neyvan letur munnin upp í føroyskt tímanum, men sum syngur við fullari styrki og fullum drama á pallinum í kvøld.  Cool at tey sungu ein Cohen sang, tí vit lesa akkurát Leonard Cohen í hástigsflokkinum nú. Eisini blásarar og klaverleikarar og trummuleikarar vóru ímillum tey leikandi. Myndatólið er serstakliga illa hóskandi til at taka myndir í samkomuhøllinum í hálvalýsi, blitsið røkkur ongan veg, og um tú sumar, verður myndin óklár.

003

11p seldi kaffi og køkur006

 

Hans OLivur, Hans Pauli og Zacharias høvdu eitt strævið kvøld, men eisini nøktandi.009

011

Bæði næmingar og foreldur og lærarar vóru millum áhoyrarnar012

021

029

032

Birgit og Sharon høvdu leitað sær á konsert034

Árni Winther var komin at hoyra dóttrina syngja og spæla036

Hrsar báðar sungu á fronskum, tað er meiri sjáldsamt.037

038

 

043

044

046

047

051

Apr 22, 2012

Bygdarveitsla við Gjógv

Tey duga bara hattar har!

013

014

Turið systir og eg løgdu av stað fríggjakvøld, nýtt køliskáp til Hoygarðin við í bilinum.  Leygarkvøldið fóru vit í veitslu, heimanífrá í góðari tíð. Í durunum stóðu tvær smílandi damur og bjóðaðu vælkomin. Katrin Gullbein fortaldi, at nógv var broytt, síðani hon kom til Gjáar við sjeikinum í ball. Tá sótu allir (gomlu) dreingirnir fyri seg, so hon sat slett ikki saman við Óla Jákupi. Og  dreingirnir flentu og søgdu, at nú hevði Óla Jákup fingið sær sjafør. Borðreitt var til 140 fólk, Gjáargarður stóð fyri matinum, forrættur var dampaðu tosku v/grønmeti, døgurðin var neytakjøt við reyðrótamiksi og eplum og sós, og omaná var jarðberjadessert. Alt var porsjónsanrættað. Afturvið var hvítt og reytt vín. Borðhaldið var stak gott og stuttligt.

020

025

 

Lokalt skemt var, og eg má siga at Kristjan Jákup og Símun og Olaf og Óla Jákup kláraðu ta uppgávuna til UG.

032

Lasse KLein hevði hugleiðingar um summarferiur við Gjógv sum barn, og sangir vóru í passaligum tali.

036

Apr 20, 2012

Cuisine francaise

Tey hava rættiliga rullað seg út, leykterta, salade nicoise, tiramisu, baquettes, jambon bayonne og so framvegis, ikki at gloyma Annfinnsa ‘quelque chose rien’, sum smakkaði sum luft, ella tað VAR luft. Alt smakkaði so væl. On va a Paris, n’est ce pas?

 

 

013

014

015

016

018

019

020