Apr 29, 2010

Hendingaríkur dagur




Fyrst sat eg og arbeiddi við próvtøkuspurningum, so fór eg ørindi í býin, so fór eg í Norðurlandahúsið at síggja bókina um Astrid Andreassen, og so fór eg í kirkjugarðin at heilsa upp á Hans Marius - nei eg veit, at hann er ikki har, men har er friðarligt at vitja. Í kvøld vóru vit -Gantesa - niðri hjá Anne Lise, hon serveraði marokkanskan lambsgrýturætt og bulgur. Omná var rabarbukaka.

Apr 26, 2010

Camino nærkast alvorliga!!








Nú eru fyrireikingarnar rættiliga farnar í gongd. Í dag segði eg mínum fitta 3.s farvæl, vit hava nú verið saman í 3 ár, og tað hevur gingið væl fyri tað mesta, sjálvandi tað er altíð okkurt, sum kann vera at snáva um, og kemi'in kann kiksa við hvørt. Eg ynski teimum eitt gott og gevandi vár og eina góða próvtøkutíð.
Í weekendini vóru eg og IR úti og royndu ryggsekkin, og inn á gólvið hjá Marju, inn á gólvið hjá Lív á Norðasta horni.

Apr 24, 2010

Eitt nýtt lív í familjuni



21. apríl fingu Marja og Brian eina diddu. Nú eru 2 vikur síðani, Hans Marius doyði, soleiðis gongur alt í ring. Hjartaliga tillukku Marja, Brian og Fríða! Myndirnar eru av FB.

Apr 18, 2010

Bygdarball við Gjógv






Vit systrarnar vóru við Gjógv í gjár. Eg og turið vóru í veitslu í bygdarhúsinum. Ein so sera væl fyrireikað veitsla við frálíkum mati, góðum skemti og nógvum sangi. Serstakliga skemti hildu vit vera á yhøgum støði, vit eru rættiliga vanar við ársveitslur av ymsum slag og hava ofta tosað um, hvussu ymiskur veitslustjórar kunna vera. Summir tosa næstan bara grovt alla tíðina, og tað er sera óhóskandi. Tað lokala skemtið við Gjógv var ikki grovt og platt, men originalt og stuttligt. Sjálvandi tað var lokalt, so tað kravdi nakað av áhoyrarunum. Heðin Klein helt veitslurøðu, sera hugfarsligar hugleiðingar um barnaár við Gjógv. Kanska Ásfinnur kann leggja taluna út á bygdarsíðuna.
Í Hoygarðinum var ikki so gott, oljufýringin var slóknað og hundakalt inni, húsakuldi er so ringur. Í morgun fóru vit ein túr í Gjáargarð at fáa okkum kaffi.

Apr 16, 2010

Havgird - Oceanized


Vit hava verið í Nólsoy til sjónleik. Ein góður spennandi, eksperimenterandi sansaligur, stuttligur, rørandi leikur. Tað búgva verur á havsins botni, tey innrætta seg við tí, sum har er, tómar oljutunnur og gomul køliskáp. Av og á koma nýggir íbúgvar, sjólátnir. Kavarar eru stundum har og vitja. Yrkingin hjá Tummasi Djurhuus um dansiringin við úthavsins strendur rammar leikin inn. Vit komu aftur til Havnar klokkan 22.45 við Rituni. Frálíkur túrur. Myndin er av the grand old man í Nólsoy Hilmari, sum rættiliga vísir síni listarligu evni.

Apr 14, 2010

Eftir jarðarferðina








Vit samlaðust í Eiriksgøtu. Døgurðin var frá Oddvør, men Turið l. hevði gjørt forrættin. Omaná var kaffi og smákakur.

Apr 13, 2010

Ein so vakur morgun


Myndin er tikin páskadag. Men nú er 13. apríl og várið í hondum. Deiligt, eg fari suður ein túr í dag.

Apr 12, 2010

Í takksemi

Har vóru øll.

Í gjár var jarðarferðin. Ein góður dagur. So gott veður, so nógv folk úr bygd og bý. Børn okkara og systkin, børn systkina. Flúgva aftur og fram, koyra og renna.

Trúfastir vinir, tað føldist sum var øll dalsbygd har rundan um okkum, verjandi, uggandi, so breið umboðan var fyri bygdina. Tey sum hava kent Hans Marius altíð, tey sum hava verið børn, meðan okkara gentur vóru børn og eisini ein pinkalítil fýrur, sum kanska fer at spæla við onkran pinkalítlan í Putlhúsi einaferð í framtíðini.

Systkinabørnini hjá Hans Mariusi, bæði móðurættin og tey í Rennuni. Hans Marius hevði stóra familju. Míni systkinabørn, bæði í Hoyvik og tey á Heygnum Mikla. Míni trúføstu vinfólk síðan ungdómin, sum eisini hava verið um meg síðani týsdagin. Starvsfelagar, mín stóra familja í Hoydølum, sum vera góð eisini at hava í nánd í komandi døgum. Eisini næmingar vóru teirra millum, sum uggaðu meg í kirkjuni.

Síðani Hans Marius bleiv sjúkur í 2005, hava vit verið limir í Heilafelagnum. Ann Hovland, sum arbeiddi á E3, segði okkum frá felagnum og bað okkum melda okkum inn. Felagið er ótrúliga góður stuðul hjá familjum, sum eru raktar av apopleksi/afasi. Tey hava eitt sosialt arbeiði, sum lættir sera nógv um gerandisdagin. Tey vitjaðu Hans Marius, tá ið hann lá til tað síðsta, tey vitjaðu okkum við hús, tá ið Hans Marius var farin, og tey vóru og fylgdu. Eg hopi, felagið fær eina góða pengagávu til minnis um Hans Marius.

Og Hans Mariusa stuðlar frá stuðulsstovninum eru veruliga stuðlar ikki bara av navni.

Familjan hjá Halli, sum møtti upp við bollum og kakum.

Grannalagið í Eiriksgøtu er frá 50 árunum, enn eru gomul fólk, sum hava búð her, síðani hesin býarparturin bleiv gjørdur. Vit hava búð í Eiriksgøtu, síðani 1978, men eg havi búð í Grønlandi alt mítt lív. Í summum húsum búgva nýggjar familjur, men í nógvum húsum býr ein yngri útgáva av somu familju, sum bygdi húsini. Summi eru flutt í aðrar nýggjar býarpartar at búgva, Norðasta Horn ella Hoyvík og finna omanaftur at minnast ein gamlan granna.

Og nýggjari vinir, konurnar, sum eg lesi bøkur saman við og tey sum eg dansi føroyskan dans saman við í gleðilag, øll taka saman og stíga eisini tey tungu sporini saman við okkum.

Barndóms- og skúlavinir hjá Sólrun, Fridu Sofíu og Turið.

Veðrið var sum bílagt til høvið, fylgið var stórt, og á Hafni serveraðu tey fyri knappliga 200. Takksom skrivi eg hesar reglur, nú Turið og Hallur eru aftur í Kph., Sólrun og børnini eru í Vágum og vónandi sleppa heim í kvøld. Frida Sofía og Michel og børnini sova á loftinum, teirra bilettir eru til í morgin. Nú er seint, men jarðarferðardagurin hjá Hans Mariusi var góður, vit endaðu við einum døgurða í Eiriksgøtu. vit vóru 17 til borðs. Takksemi er sum ein dýna, 220 cm long, ella mín tempurmadrassa, sum veitir hvíld.. Takk øll.

Apr 6, 2010

Hans Marius farin


Hans Marius er farin.

Eg spurdi einaferð Hans Marius um hansara lívssøgu, bara til stuttleikar, ikki við tí í huga at skriva nakað. Men eg vildi gjarna vita okkurt um mannin, sum eg ikki hitti, fyrr enn hann var 34 ár.

Táið Hans Marius var 14 ár fór hann til skips, hann bleiv konfirmeraður um várið, fór so burtur sama ár við Doseu, sum pápi hansara eisini var við, Dosea var ein slupp úr Sandavági. Trý ár seinni fór hann við Skarvanesi, sum var ein skonnart av Tvøroyri.

Sum ungur arbeiddi HM upp á vegin til Húsavíkar.
Sum ungur arbeiddi HM við, tá ið kirkjan varð bygd.
Í 1963 fór Hans Marius við týskum trolara, nógvir føroyingar vóru við týskum trolarum. Teir komu inn til Føroyar eftir fólki og settu fólkið av aftur í Føroyum. Týskarar vóru besta fólk, sum hann hevði verið ímillum, segði Hans Marius. Hann var við týskarum í eitt ár. Menninir Lutz og Heinz buðu honum til Týsklands, hann skuldi búgva hjá teimum. Hetta varð tó ikki.

Síðani var Hans Marius í Íslandi, Vitus var eisini har, teir róði út í Rivi. Gamla Dóra matskaffaði teimum, og ofta var maturin nokso serstakur. M.a. fingu teir einaferð kálvakjøt, sum var av einum kálvi, sum var nýkálvaður, og tað dámdi teimum ikki.

Síðani var Hans Marius við ymiskum skipum Beinir, Dalbúgvanum. Ofta tá ið vit møttu monnum, sum heilsaðu upp á Hans Marius og eg spurdi, hvussu hann kendi hann ella hann, so svaraði Hans Marius, at teir “høvdu verið saman” , ella at “eg havi verið saman við honum”, sum sjálvandi merkir, at teir vóru við sama skipi. Her sæst, hvussu málið broytist ella merkir ymiskt hjá ymsum.

Hans Marius fór í læru 1.jan 1975 til bilmekanikara, seinni fór hann í Maskinskúla og fekk prógv haðani 1987. Nú ið hann var blivin maskinmeistari, var meiri áhugavert at seta pengar í sítt egið arbeiðspláss. So saman við øðrum dalbingum og sandoyggjafólkum bygdu Putlhúsdreingirnir Stígaklett (1988) og Hádegisklett (1989) á Tórshavnar Skipasmiðju. Trolararnir vóru eitt par og partrolaðu. Tá ið teir blivu seldir í 90ara kreppuni, keyptu dalbingar og aðrir Eysturbúgvan, sum enn er í drift og partrolar við Vesturbúgvanum hjá vestmenningum.

Hans Marius var yrkjari, tiltikin er ketutátturin til Mads og Anne Lise.

Apr 5, 2010

Túr fyri vestan páskadag



Tá ið Herbert og Hallur vóru farnir, fóru eg og Turið ein túr fyri vestan. Vit koyrdu nakað niðan á Sornfellisvegin og gingu so vesturum og suður ímóti Norðradali. Flott útsýni suðureftir og vestureftir.

Apr 4, 2010

Herbert og Hallur farnir til Danmarkar



Nú er Herbert farin aftur til Danmarkar, tað var deiligt at hava hann heima á páskum. Nú gleðir hann seg at sleppa aftur í barnagarð...

Apr 3, 2010

Laura skrivað ævintýr, tillukku!


Vinderne er fundet i Fyens Stiftstidendes og Odense Kommunes store eventyrkonkurrence
Flere tusinde skoleelever på Fyn har i de seneste måneder skrevet eventyr for at deltage i Odense Kommunes og Fyens Stiftstidendes store eventyrkonkurrence.

Vinderne
De tre vindere i aldersgruppen for de 10-13-årige er Louise Madsen fra 6. klasse på Kirkeby Skole (førstepræmie), Johanna fra 6.A på Marie Jørgensens Skole (andenpræmie) og Laura Marie fra 4. klasse på Brahetrolleborg Skole (tredjepræmie).

De tre vindere i aldersgruppen for de 14-16-årige er Janni T.S. Madsen fra 9.A på Hyllehøjskolen i Middelfart (førstepræmie), Laura Rosenquist fra 9.C på Strib Skole (andenpræmie) og Stine Hansen fra 9.A på Holluf Pile Skole (tredjepræmie).

Odense Kommunes projektleder på konkurrencen, Gitte Gorm Larsen, vil efter påske ringe rundt til vindernes skoler og invitere vinderne til en reception i H.C. Andersens Hus 10. april kl. 11.