Jul 31, 2015

.Mín ólavsøka 2015

Fyri eina ferð skyld vóru vit í góðari tíð á Vaglinum, fingu gott pláss at síggja skrúðgonguna, gott pláss at spæla á og fingu tíð at taka pengar út. Veðrið var so herligt. Og vit hittu tey úr Leivsgøtu á Vaglinum – so hugnaligt. Á myndini er Kristina farin at hyggja í ólavsøkuskránna til at leggja sær dagin til rættis. Ein søga:  Gabriel, ella var tað Rói, hevði fingið eina gávu frá eini langommusystur. Hvørjari? bleiv hann spurdur, ja tað visti hann ikki men hon hevði grátt hár SmileSmile

Ólavsøka2015 027Ólavsøka2015 038Ólavsøka2015 043

Ólavsøka2015 033Ólavsøka2015 037

Ólavsøka2015 079

Vit systrarnar fóru so niðan í Listaskálan, har var ymiskt stuttligt, t.d. var verkið hjá Edv. Fuglø tankavekjandi. og installatiónin hjá Nicolinu var sjáldsom, stuttligt at vera boðin í teveitslu saman við so nógvum konum. Eg og Inga Rósa gingu oman á Skáltrøð og sóu tvær framsýningar afturat.

Ólavsøka2015 091Ólavsøka2015 090

Og so var tíð at fara á fólkafund á Háskúlanum, har vit sóu skyldfólk úr Hoyvík.

Ólavsøka2015 092

Anna Maria og Jákup høvdu enn eina ferð latið síni deiligu hús og nú eisini deiligu altan, upp fyri familju og vinum. Maturin var serstakliga góður og blíðskapurin stórur. Næstan øll vóru har, sum vóru í Føroyum.

Ólavsøka2015 093Ólavsøka2015 096Ólavsøka2015 097Ólavsøka2015 099Ólavsøka2015 100Ólavsøka2015 107

Ólavsøkudag fór eg á Tinghúsvøllin at lurta eftir ólavsøkukórinum, tað var ein so frálík løta.

Ólavsøkudag 15 005

Síðani gekk eg mær niðan í Sílagøtu til mínar góðu vinir Jòrunn og Jóan Paula, sum bjóðaðu eina megnarmáltíð, rættiligur ólavsøkudámur.

Ólavsøkudag 15 008

Ólavsøkudag 15 012Ólavsøkudag 15 015Ólavsøkudag 15 016Ólavsøkudag 15 017

Endastøðin hjá mær í ár var Doktaragrund, stuttligur, lívgandi fundur, sum Unga Tjóðveldi skipaði fyri.

Ólavsøkudag 15 018

 Skuldi fara út á Argir til nátturða, men var nokso móð og hevði lovað at vera dadda….so takk Jutta, vónandi eina aðru ferð, um vit hava heilsuna!

Jul 30, 2015

Ólavsøkuhugleiðingar

Tey føroysku klæðini eru sera væl umtókt nú, “øll” hava føroysk klæði. Hoyrdi Heðin Mortensen í útvarpinum, eg veit ikki , hvussu ofta hann nevndi, at hann fór í føroysk klæði, og at tað var so vakurt  við føroyskum klæðum. Tað er næstan blivið so, at um tú ert ikki í føroyskum klæðum ella “búna” , sum summi siga, so fært tú ikki hildið ólavsøku, sleppur ikki upp í part. Festi meg við fleiri dømi um, at tað er blivið ein tvingsil, ein happingarmøguleiki afturat. T.d. spurdi ein meg á Vaglinum, meðan ólavsøkukórð sang, um Bjarni Restorrf ikki átti føroysk klæði, og tað varð spurt í háðandi tóna, maðurin sum spurdi var sjálvur allur í silvri glæstur.

Ólavsøkudag 15 007

Tað sær svart út. Fagurbláa troyggjan við mynstri  og tann reyði vesturin eru um at vera avrøkt av myrkum og svørtum klæðum, og prestakjólarnir eru eisini so svartir.

Eitt annað dømi er, at tá ið ein familjumynd skuldi takast, smoygdi eitt barn sær burtur, tí tað var ikki í “klæðum”, so hann hoyrdi ikki uppí. Eg meini so við, hvat er tað fyri tvætl? Eg fari aldrin aftur í føroysk klæði, um tað skal vera upp á handa mátan! Gangi í “sivil” í samhuga við øðrum í sivil. Júst tað sama er í føroyskum dansi, snobbarí og tvætl, tað ber væl til at dansa í vanligum klæðum, eisini høgtíðsdagar. Sjálvandi skula tey, sum vilja fara í føroysk klði, og tey sum heldur vilja vera í onkrum øðrum, gera bara tað.

Ólavsøka2015 024

Tvær prestarøður vóru í Havn um ólavsøkuna, báðar av kvinnu. Marjun Bæk helt røðu í Vágsbotni, tá ið Gay Pride var, og Ann Dahl Hansen var í Havnar kirkju ólavsøkudag. Gott at tolsemi er so langt komið, at kvinnur fáa verið prestar. Sera ólíkar talur, má eg siga. Onnur talaði um, at Gud elskar øll menniskju uttan undantak, og bíblian er ein bók ikki ein gudur. Hin tosaði um, at ein skal fornokta og gloyma seg sjálva, enntá hata síni foreldur og elska Jesus. Eg plagi altíð at hefta meg við, hvørjum prestar biðja fyri, minnist tá ið eg fyrstu ferð hoyrdi prest biðja fyri teimum, sum verða “forfylgd vegna kyn”. Ann bað fyri børnum í móðurlívi, og so bað hon fyri Ísrael, av øllum londum í heiminum. Ikki fyri Syria, har kríggj valdar og ikki fyri afrikanskum londum, har tey hava stórar trupulleikar.

Sera ólíkar talur.

Jul 27, 2015

SUMMAR 2015

021027Summarferia við ommubørnum – í egnum landi. Dalur, Fugloy, Gjógv. Tey eru ikki krillut!
038
Onkur kom framvið ein lítlan franskan visitt á veg til Fuglafjarðar.










Og so kom grind! Havi so ofta ætlað mær at útvegað mær nakrar hvalatenn til stuttleika, so í ár fór eg oman á Bacalao og fekk mær eina kúlu, fann eina lítla, men pínaknút hon var tung. So sagaðu vit kjaftin av og eg kókaði hann. Tað var  ikki torført at fáa tenninar úr, men tær eru so evarska smáar.  Eg tók eisini eina mynd av tunguni.
 
002003004 FB_IMG_1437997079200

Jul 23, 2015

Ein fyrrapartur stutt fyri ólavsøku

Fyrst fór eg at gratulera Kristinu, nú er hon eitt heilt ár! Tað var deiligt at síggja tey øll, nú ið tey hava verið á Sandi í 10 dagar.
grillparty 013
Síðani smurdi eg tríggjar matpakkar til summarskúlabørnini – Louis, Emil og Madeleine og fór oman á Háskúlan. Har blandaði eg saft og skar frukt, so komu børnini í fríkorter at fáa sær.
003013
Eg fór eini ørindi á Býarbókasavnið, eg varnaðist, at eitt stórt ferðamannaskip lá við kei. Eg var væl til passar og hugsaði, at stuttligt er við ferðafólki í Havn. Tá ið eg kom á BBS helt eg , at eg skuldi vera blíð og vísa ferðafólki úr allari verðini, at vit duga fóklkaskikk í Føroyum. Men , men – nógvir útlendingar vóru inni, ja so nógvir at eg fekk ikki sess í kaffihúsinum – men ikki ein hugdi uppúr sínum skíggja. Tey vóru komin inn at nýta netið, tey eru í Føroyum ein dag, ella ein hálvan dag og brúka hann á fartelefonini, uttanfyri stóðu eini fimm í einum trunka og leitaðu eftir neti á telefonini. So er nútíðin.
Siðani fór eg í NLH , har ein ráðstevna er, at lurta eftir Gudlaugsa fyrilestri um føroyskan dans ella songdansleik í norskum skúlaverki. Áhugavert.
002
So var fyrraparturin farin , og nú bíðar ein líka spennandi seinnapartur.
GLEPS: Hví hongur VÆLKOMIN á Ólavsøku longu ymsastaðni 22.juli?? Tað er sum at byrja at pynta til jólar í oktober!! Kommersialisma!

Jul 18, 2015

Fugloy–juli 2015

Vit fóru út til Fugloyar við Rituni hósdag seinnapart og steðgaðu til leygarmorgun.
Hattarvík 006Hattarvík 010
Ein deiligur summarhústúrur. Gingu túr, vóru uppi við svimjihylin, vóru á restaurang á Kirkju, vitjaðu skyldfólk, løgdu putlispæl.
Hattarvík 027Hattarvík 041
Vit vóru Frida S. við familju og eg.
Hattarvík 020Hattarvík 049
Eg haldi bæði eg og Hanus Súni líkjast til Gjáar.Hattarvík 055Hattarvík 056Hattarvík 062
Stuttligt at síggja Uppistovufólkini, eg plagdi at leiða tvíburðarnar í túninum, tá ið eg var barn.Hattarvík 077
Í morgun væntaðu vit Rituna klokkan 10, so vit vóru uppi og pakkaðu og vóru klár. So fór eg ein lítlan túr út í tún, hitti har eina konu, sum sigur soleiðis hissini, og nú kemur Ritan ikki til Hattarvíkar, so Símun má yvir á Kirkju eftir rennarunum….whaaattt? Vit noyðast yvir á Kirkju! Koyrast! Ring eftir einum bili ----NOT! Men, sum sangurin sigur so beinrakið “Strandferðslan sjálvandi ger sum hon vil!”….og so kortini, tá ið eg sá súgin við lendingina á Kirkju, var eg fegin, at teir ikki komu á Trøllagjónna, tí har hevði verið nógv verri. Drama!
Men Jóhanna bjargaði okkum, takk Jóhanna fyri koyring og fyri blíðskap!
Hattarvík 104Hattarvík 110Hattarvík 095

Men í gjárkvøldið fóru vit út at eta, gingu fyrst ein tíma og trý korter til at koma á matstovuna og so heimaftur við báti – so eksotiskt! og maturin hjá Amaliu í Frammistovu var framúr góður og fær mítt besta viðmæli, vit fingu føroyskan veitsludøgurða og ta serligu íslagkakuna omaná, og tað var ikki dýrt! Um tú hevur verið úti og etið í Havn og aðrastaðni, so er nú stundin komin at fara út at eta á Kirkju! Bið tær borð dagin fyri.


Michel Dupont's photo.