Nov 28, 2018

Keypmannahavnarskái

Nakrir dagar í Keypmannahavn av og á er ikki so galið. Ein býarskái í november, jólapynt komið upp, jólamarknaður við heitum víni og holukøkum.
Vit vóru í Tivoli, áðrenn FS fór aftur til Belgia við sínum. Turið og Hallur og børnini komu við morgunbreyði til Marienborg, áðrenn tey fóru heim.
Kanska hetta træið er frá 1847
Eg gisti í 4 nætur á Marienborg, har er vítt til veggja og vakurt uttanfyri, og hundarnir Beauty og Fríða elska at vera har.

Tá ið vit komu til Keypmannahavnar var Símun ikki farin heim til Odense enn, so vit fóru saman at fáa okkum miðmála í Nyhavn.


Sólrun og eg vóru í Grand og sóu filmin "Colette", sum er um eina franska damu (1873-1954), sum skrivaði skaldsøgur, men sum gav tær út í navni mans síns, sum síðani átti øll rættindi til metsølubøkur hennara. Hon var tilnevnd Nobels bókmentaprís í 1948 . Filmurin fylgir rættiliga neyvt hennara ævisøgu. Rættiliga sein frásøgn og meiri episkur enn dramatiskur, hóskar sera væl til "Sítt egna rúm", sum júst er útkomin á føroyskum. Høvuðleikari er Keira Knightley.

Í dag vóru eg og Sólrun og hugdu í handlar og keyptu okkurt, eg fann onkra jólagávu, og vit fingu okkum miðmála í Illum.

Seinnapartin fór Sólrun heim at gera okkurt, og eg fór aftur í Grand, og hesa ferð sá eg tann franska filmin "Les Gardiennes", sum er um konufólkini í Flandern, sum eru einasmøll um at passa jørð og kríatúr, meðan menninir eru í kríggi. Vit síggja tær arbeiða og stríðast í akrinum, har er kærleiki, tríkantsdrama, bóndasonur og arbeiðskona verða forelskað. Hermenn doyggja í krígnum, og svatklæddur persónur kemur við deyðsboðum. Áhugavert, ikki serliga spennandi ella undirhaldandi.
Og í kvøld var Bergur og fekk sær døgurða frá mammu síni.




Nov 26, 2018

Sólrun fyllir 50


Góða Sólrun. Tú ert mín frumburður, og eg føli akkurát sum, vit høvdu okkara ungdóm saman.
Sólrun saman við tveimum langommum og mammu síni mai 1969
Takk fyri hesi 50 árini, tú hevur verið í mínum lívi.  Takk fyri, at tú komst at vísa okkum okkara fyrsta ommubarn, meðan hann enn var spildurnýggjur. Tað var stórt.
Sólrun í kamarinum í kjallaranum hjá Sjúrði og Olnu, 1978
Takk fyri surprise veitsluna, sum tú skipaði fyri, tá ið eg fylti 40. Tað eru rík minni. Og takk fyri, at tú altíð hevur havt dyrnar opnar fyri okkum, hvørja ferð vit hava verið í Danmark. Tú var ein fantastiskt miðstøð øll tey árini, vit ferðaðust niður við Turið til viðgerð ella eftirlit.
Saman við Leyvoy og Sigurði í durunum í Leivsgøtu, hjá abba sínum

Og takk fyri skjótan og  treytaleysan stuðul og hjálp, tá ið vit mistu Hans Marius.

Tú ert ein uppfinnari og problemknúsari, sum hina ferð tú gjørdi eitt elastiskt lás til eitt kjallaravindeyga, so at tað var opið hóast tað var aftur, sum ein neyðinngongd, um mann nú ongan lykil hevði.
uttanfyri í Eiriksgøtu, ólavsøkumynd
Tú hevur altíð verið sera sjálvstøðug og djørv og elska títt frælsi, sum tá ið tú bara gavst í skúlanum, ella tá ið tú fórt til Onglands at arbeiða - við einum sjálvsáliti, sum ein bara kann øvunda tær.
Í Putlhúsi í Dali, Turið, Bergur og Sólrun, sita og eta kjøt og breyð v. nógvum salti.

Kirkjan í Græsted 1998
Tíni børn, míni fyrstu ommubørn, eru nú langt síðani vaksin og eru bæði pen og klók og røsk, sum vit eisini sóu og hoyrdu í føðingardegnum, tú helt í veitsluhøli á Marienborg. Teirra tala var kreativ og stuttlig.
Tín 50 ára veitsla var so sera stuttligt, 100 fólk í 80ara klæðum, nógvur látur, góður matur. Takk fyri veitsluna góða og hjartaliga tillukku!!

Lars og Ib
Turið og Jacob


Tvær abbagentur








Turið og Frida Sofía hildu eisini røðu, teirra røða var ein quiz, sum skuldi avdúka, hvussu væl gestirnir kenna Sólrun, sera stuttligt. Vinnarin við hvørt borð fekk eitt bringumerki sum Sólrun connaisseur. 



Hvørt borð fekk eitt hefti við svarmøguleikum, t.d. hvussu nógv systkin hevur Sólrun og hvat av børnunum er í búkinum á Sólrun á hesi mynd?

Mínar
Eg og ein rokkari

Nov 24, 2018

Marienborg

Marienborg er sæti hjá forsætismálaráðharranum í Danmark. Tað varð bygt í 1847. Ein Kaptejn Olfert Fischer bygdi sær tað sum summarhús til at sleppa út úr Keypmannahavn, sum var sera skitin og luktaði illa um summarið við ongum kloakkum og ongari ruskinnsavning. Hvørt ár í mai fluttu tey ríku úr býnum. Tey spældu spøl, høvdu gestir og gingu túr. Í 1961 læt familjan góðsið til statin, sum gjørdi tað í stand. Tann, sum endaliga læt tey, var sami maður, sum átti "Davids samlig", tað er eitt listasavn beint við Kongens have.



Marienborg hevur eitt høvuðshús og tvær lonir. Í norðaru lonini er køkur og vaktrúm , í syðru lonini er ein íbúð til forsætisráðharran at brúka. Í høvuðshúsinum eru stór fundarhøli. Í erva í báðum lonum eru sovikømur.

Kømrini eru en suite, sengurnar eru gamlar og madrassurnar.

Tað er fyrstu ferð, eg gisti hjá Sólrun og Lars á Marienborg, eri í einum kamari á loftinum í norðaru lon. Havi sovið sum ein steinur í nátt og notið útsýnið í morgun.

Í 2011 bygdu tey eitt modernað veitsluhøli, rópt pavilliongin.



Eg kom í gjárkvøldið, og Bergur var í Kastrup eftir mær. Tá ið vit komu til Marienborg, sótu tey og hvíldu seg saman við vinfólki, sum høvdu hjálpt við at borðreiða og gera klárt til ballið í kvøld. Og í morgun kom Lisa, deiligt at síggja hana, hon er komin úr Spania í føðingardag hjá mammu síni.

Nov 20, 2018

Fáa váttan 15. nov. 2018

Nú er hetta skeiðið á kvøldskúlanum liðugt, ein lítil samkoma var í Toylon. Summi høvdu familjuna við, og kvøldskúlin vísti blíðskap, sum altíð. Vit koma sterkt aftur í januar.
Darek, Katia, BavS, James, Luca, Juliana
June, Janelle, Clara,Romeni, An, Elaine, Cheyenne, Cresyl (Bella vantar á myndini)

Páll og eg so smílandi, rósurnar eru frá Viktoriu (úr Ukreina)

Darek

Katia
 Býráðið var boðið og Eileen var við sum tess umboð, og ÓJR var og tók myndir, sum hann hevur lagt á heimasíðuna hjá býráðnum. Trý av mínum hildu talu. Darek úr Pólandi, Katia úr Russlandi og Janell úr Filipsoyggjum. Tað er stuttligt og rørandi at hoyra, hvussu tey royna, og hvussu væl tey duga.
Janelle
     Srikanya er úr Teilandi, hon hevur verið í flokkinum hjá Alinu, yngst av teimum øllum. Hon hevur bara verið í Føroyum síðani august. Ikki er tað lætt, serstakliga, um ein ikki dugir enskt heldur.                           

Vil hervið takka kvøldskúlanum, sum í mangar mátar er undangonguskúli í Føroyum. Tey eru kreativ, djørv og hjartagóð. Nú havi eg byrjað skeið í føroyskum sum annað mál 9 ferðir, og hetta er 9. ferðin skeiðið endar. Øll árini hevur ætlanin og ynskið verið, at henda undirvísing skuldi gerast líka góð sum - ella betri enn í øðrum londum. Kvøldskúlin hevur givið rúm fyri kreativiteti bæði í undirvísing og í tilfari.
CEFR er stytting fyri ta evropiska rammuna um málundirvísing fyri tilflytarar í Evropa, tað er ein skipan sum hevur við sær støðisbýtta undirvísing í støði A;B;C...so at tilflytarin beinanvegin kann koma á rætta hill í skúlaskipanini. Vit eru í eini tilgongd í Føroyum og vit vóna, at arbeiðið , sum hevur verið gjørt á Tórshavnar kvøldskúla kann vera eitt gott støði undir framhaldandi menning av føroyskum sum øðrum máli.  Eitt sum hevur verið mælt til í fleiri umførum er, at tað skal vera lógarfest krav, at fólk lærir seg føroyskt, um tey vilja búgva her. Tað er ikki enn komið, men er kanska á veg.....
Sum tit longu hava hoyrt læra tey nógv í kvøldskúlanum. Vit hava lært at lesa tekstir,  gera setningar, at tosa føroyskt  - eitt sindur av mállæru, og vit hava verið námsferð  í Havn tríggjar ferðir: í Listaskálanum, umborð á Magnus Heinasyni  og á Glasi í Marknagili.
Næmingarnir eru sera motiveraðir, og nógv av teimum halda fram í januar við vón um at koma á eitt hægri støði.

Hjartaliga tillukku, og góða eydnu.

Nov 7, 2018

List og leikur



Nú havi eg næstan ringa samvitsku, at eg havi einki skrivað so leingi. Tað hendir so nógv um heystið, tá fer orkan at virka, sum hevur bygt seg upp um summarið. Verkætlanir síggja dagsins ljós, bøkur koma, útlendskir gestir og serfrøðingar koma til landsins.
So mong høld og tiltøk; men eg kenni stúrandi prik, tá ið fyriskiparin á Landsbókasavninum siterar yrking hjá Regin Dahl og lesur "veg" í staðin fyri "meg"...sama prentvilla sást á lýsingardregli hjá Posta, flott lýsing, men yrkingin...? meiningin...? Ella tá ið útvarpsfólkið nakrar dagar seinni misskilur máliskuna, sum Jóhanna M.S. Hansen brúkar: "fyri fólkaeygum", sum als ikki er tað sama sum "fyri fólkaeygu"...
Jóan Pauli og Guðni, forseti
Eg var á 100 ára haldi íslendska lýðveldisins í Kongshøll (eg visti ikki, at høllin er uppkallað eftir saltkonginum Hans Paula Johannesen), sum íslendska sendistovan í Føroyum skipaði fyri. Sera áhugavert at hoyra um tilgongdina upp undir loysingina.Talarar vóru Guðni, forsetin er fínur, dámligur og væl lærdur, Søren Mentz og Erling Isholm.
Sissal talar við Lauru, bókavørð
Regin Dahl hevði verið 100 hevði hann livað. Trý tiltøk hava verið í tí sambandi. Á Landsbókasavninum dámdi mær best sangin hjá Leu Kampmann og hugleiðingarnar hjá Hanus Kamban, sum sjálvur kendi Regin Dahl. Ein framsýning er á Landsbókasavninum, handrit og brøv og annað hjá Regin Dahl. Har var hetta jólakortið til Regin frá ommu og abba, sum vóru faddrar hjá honum.








 Og í Norðurlandahúsinum var ein so ótrúliga góð kvøldseta. Alt var tipp topp, sangur, hugleiðingar, upplestur.




Jensina Olsen sang um Britu og Katrin, sum býr á strondini, hon heiðraði samstundis Duritu, sum hon kallaði originalsangarinduna.

Guðrun Gaard hevði áhugaverdan fyrilestur um Regin Dahl.










Fólksins fundur var eitt tiltak, har hoyrdi eg ta ungu flóttagentuna, sum býr í Íslandi siga frá á sera livandi og nemandi hátt.
Najmo Kiyasko úr Somalia, 20 ár
At enda má eg fortelja, at eg eri so glað, at VW er útkomin. Mín gamla Penguin Modern Classics útgáva er nokso slitin, so tað er gott at hava fingið eina nýggja.
Penguin 1975
Ungu Føroyar 2018