Dec 31, 2012

mánadagsbloggur–31.12.12

Ja, tað er ikki so spennandi at vera upp á A um høgtíðina. Men í morgun var vektin 77,8, so eg bjargaði mær niðuraftur! Var uppi og kysti 80, og tað var ikki stuttligt. Í kvøld er tað kalt borð, bara hálva flís og laks, ofta er næstan einki grønt á køldum borði Trist smiley . Mann kann heldur ikki taka allar tomatirnar og agurkuflísarnar . Eri rættiliga móð av hesum, skuldi mann kanska bara stoppa?

Turið hevur serverað heimgjørt sushi í dag, tey høvdu gestir. Smakkaði ótrúliga væl! Og sushi er kanska ikki tað ringasta fyri linjuna.

039040043044051052053055

Ró og Herbert.056

Magna og Maria057

Dec 30, 2012

So mong jól

Helt jól heima í ár, av tí at Turið og Hallur og børnini eru her. Í fjør var eg hjá teimum í Herlev. Komandi ár, um vit liva, verða vit kanska á Suðuroyarvegnum.

Hugsaði at seta gamlar jólamyndir á bloggin til stuttleika, myndir verða altíð tiknar á jólum. Tíverri eru tær nokso kámar summar.

croppedPICT0086PICT0096PICT0105PICT0117PICT0153PICT0360PICT0363PICT0364PICT0368PICT0376PICT0665PICT0771PICT0980

Dec 27, 2012

Lars Amund Vaage: Syngja (2012)

Eg fekk tvær bøkur í jólagávu, onnur var Syngja eftir Lars Amund Vaage. Eg fekk hana frá Gudlaug, Gudlaug er norsk, vit hava kenst síðani 1980, tá ið vit hittust á einum skeiði í Lund. Hon er professari í Kristiansand. Vit plaga at geva hvørjari aðrari eina bók ella ein kalendara til jóla.
019
Syngja er um ein pápa, sum hevur eitt barn við autismu. Vit fylgja familjuni, og tað seinasta vit frætta frá teimum er, at G (tað er gentan) býr í eini vardari íbúð, har hon trívist.
Bókin er rættiliga syrgilig, men eisini sera poetisk og myndarík. Myndirnar eru einfaldar um sera trupul og fløkt evni., sum tá ið tey fara at ivast. Tá ið ivin flytir inn í raðhúsið.
Tvilen kom inn i heimen. G var enno ikkje eitt år gammal. Tvilen lyste mot henne frå augo våre. Tvilen reinska bordet, golvet, hyllene der fat og koppar stod. Han jaga oss ut av romma me hadde fått tildelt…Tvilen var komen på besøk. Det verka ikkje som om han hadde tenkt å gå ifrå oss.
Tónin tykist beiskur í støðum, tá ið talan er um viðgerðarsamfelagið, serfrøðingarnar, sum skula hava alt í rammu og stabbamyndir.
Eg ser på det nøkterne språket i den faglege rapporten. Det dreiar seg om “brukaren”, ikkje om G. Dei strevar etter avstand og presisjon. Ein slik rapport er ikkje staden for kjensler eller overdrivningar. Eg veit, at det må vera slik. Eg ønskjer det ikkje annleis. Men kva er denne faglege rapporten for G? Kva er han for meg? Kva plass har det saklege blant oss? Korleis er det med hjartelaget rundt G? Er dei snille, dei som arbeider der? Elsker dei G? Det kjem ikkje fram i det saklege. Og det står ikkje mellom linjene.
Høvundurin fer ikki í ta veitina at romantisera, einki um, at hann lærdi nógv av at hava eitt slíkt barn, ella at hon gjørdi hann til eitt betri menniskja og fekk hann at síggja nýggj virði í lívinum.
Heitið Syngja sipar til endan á bókini, tá ið G, sum ikki dugir at tosa, syngur Min hatt den har tre buler. Eingin veit, um hon skilur tað, hon syngur. Men hon syngur, hevur orð, lag og rytmu. Fremri í bókini hoyra vit eisini, at hon elskar, tá ið pápin syngur fyri henn. Hon krevur tað, so títt og knapt pápin er liðug við ein sang, skal hann syngja meiri. Krøv – krøv – krøv, sum tey ikki fáa fylt ella fylgt. Krøvini/tørvurin hjá G er so ólíkur okkara vanum og standardi, at lívið gerst sera trupult. Eitt av mongum krøvum var, at foreldrini (pápin) skuldi vera uppi um náttina. G vaknaði kl. 3 ella 4 og fór turnandi gjøgnum húsini. Hon dugdi ikki at skyna á degi og nátt. Hon var klár at renna og spæla, ikki hóskandi til okkara samfelag við arbeiðstíðum, mattíðum og øðrum. Júst hetta við at fara leypandi úr rúmi í rúm er eitt, sum fær metaforiskar dimensiónir. Íbúð, hús, raðhús ella rúm í stovnum.
Skaldsøgan er eisini ein metaskaldsøga. Frásøgnin er fyrstapersónsfrásøgn, frásøgumaðurin er rithøvundur, sum roynir at fáa orð á blað, orð til dóttrina, orðini hjá dóttrini, sum ikki dugir at tosa. Orðini eru fremst á pallinum.
…Kan eg koma på nye setningar? spør eg så. Nei, ikkje berre setningar. Det er noko med rekkja av dei. Setningane som knyter seg saman og danner noke meir, seg imellom, enn dei gjer kvar for seg., Setningane sluttar seg saman  i flokkar. Eg kan nesten ikkje sjå kva dei står og vernar om, gøymer midt blant seg. Men det er noko eg har laga, dette hemmelege, dette som eg nesten ikkje vet om (s. 125).
…Eg veit at ho har med seg alt. Ho ber det i kroppen. Det kjem ut gjennom munnen, men ikkje som ord. Eg ser det i augo hennar. Eit liv har gått. (12)
Eg-persónurin hevur ikki nógv vinfólk, tey blivu móð av honum og hansara merkiliga barni. Ein er tó, F, sum hann fær tosað við….men so best sum er, greiðir hann frá, at F hevur hann bara funnið uppá, hann er fiktión, tað var eingin F í hansara lívi, og lýsingin av F er ein roynd at lýsa tað, sum ikki var.
Ein sera hugtakandi bók, eitt nýtt perspektiv til ein spurning, sum verður nógv umrøddur eisini í Føroyum.

Dec 25, 2012

Jólaaftan

Vit hildu siðbundan jólaaftan við dunnu og rísalamangi og pøkkum.

012014

Herligt at sita upp afturá og síggja børnini pakka gávur upp. Tey vóru so glað og nøgd. Og skikkaðu sær so væl alt kvøldið. Lego, rasarabreyt og tann allarbesta gáva hjá Magnu var ein dukka, sum kundi ballast í dýnu og kodda, sum Turið hevur seymað henni til jóla.

019 Í morgun var Magna trillitúr við dukkuni, ikki talan um, at omma skuldi hjálpa, tvær ferðir Eiriksgt., Grønlandsv., Leivsgt. Eisini ímóti brekkuni vildi Magna tóva sjálv.

Jólaaftansdag vóru vit niðri hjá Fridu, hon bjóðaði kjøt og epli, og fisk og spik.

004006007008

Babba og abbi hildu eisini, at rasarabreytin var cool.

042

Dec 24, 2012

Mánadagsbloggur 24.12.12

NEIIIIII!! HJÁÁÁÁÁLP!!! segði stóra skrímsl. 78,7 , og húsið er fult av mati. Og jólini eru valla byrjað! Lat meg nú síggja, hvørjar eru syndirnar. Bakaði kleynur, át 10. Keypti fikur, át ein heilan pakka. Kanska eg má fara til terapeut Smiley Ná, sum Turið sigur, tú ert enn undir 80. HRMMPPFF! skal 80 nú vera málið?

OK vit taka ein kaldan turk eftir jól. Ynski øllum mínum blogglesarum eini góð og friðarlig jól. Minnist til at lesa ella siga søgu fyri børnunum, áðrenn tey tendra skíggjarnar!

Dec 23, 2012

Lat nú bara jólini koma…

Havi aldrin verið tann stóra jólabaksturvætturin, men kleynur plagi eg altíð at gera. Hans Marius plagdi at baka vaniljukransar, eina slíka rúgvu!

005006

Í ár er tað kleynumenn og, kleynusleta og kleynuskógvur, skógvurin er størri enn sletan, so eg veit ikki ordiliga, tey munna vera úr hvør síni søgu. Gott at vera til!

009

Turið harafturímóti hevur eina matarílegu, sum er heilt gátufør, í dag er tað reyðkál og kaffiísur við daim á crispy botni og so hevur hon gjørt soðið klárt til dunnusósina. 010

Stóra Turið og Herbert kanna dagsins kalendaragávu, sum tann klóki jólamaðurin hevur latið verið eitt læruríkt putlispæl við korti og fløggum úr Evropa.013

Magna hevur nú pyntað seg at fara í barnadóp, tá ið omma kemur við myndatólinum, ger hon seg til og sigur: siiin!020

Eg eri meiri til jólapynt og binding enn mat, og nú er jóltræið klárt! Onkur heldur - nakað lítið kanska? Men tað er akkurát passaligt til Eiriksgøtu. Tað er nú ein serlig sjarma við miniaturum!

Dec 21, 2012

Nú er stund at gleða seg

Nú er fríløtan komin. Hvat kann vera betri, jólafrí! Í gjárkvøldið var jólaborðhald í Hoydølum, og eg má siga, tað var stuttligt. Eg havi sera stuttlig starvsystkin, tíverri vóru nokso nógv forføll – serliga millum tey tilkomnu. Men vit sum vóru har høvdu tað sera stuttligt, vinnarin av spurnarkappingina varð funnin og loynivinir avdúkaðir, lærarakórið sang jólasangir. Og so tað besta: Sóleyð, sum er entertainari per excellence, hevði eina tónleikakapping, hon gav lykilsorð, og so skuldu vit gita ein sang og syngja fyrsta ørindi. Vit vóru tveir partar, og tað er ótrúligt sum vit duga nógvar sangir tilsamans, og sangkreftirnar maður! Sóleyð var eisini dómari, og stigini vórðu givin á rættiliga alternativan hátt. Eg tók nakrar myndir, men onkur tók eisini av mær, og hon er so góð, at eg haldi eg seti hana her, saman við tí nýggjasta táttinum hjá Tójlgreb.

048

 

Lag: Frættu tit...

Ársins mantra er nú funnið

Toymi øll nú burturbeind,

Nú ið árið er hálvrunnið,

Er øll vitan hægri eind.

Felags vitan - mítt og títt,

Samansett og vitskubýtt.

 

Vit’narbýti er so frálíkt,

Deilast, bítast øll í kór,

Tilfar alt í ymsum greinum,

Lutast millum smá og stór,

Býtisbarnið er nú nýtt,

Verða øll so líka býtt.

 

Glashøllin í Marknagili

Sveiggjar nú í klønum tráð,

Mikkjal verjir borg við skili,

Samró liggur eftir á.

Sjúti milliónir av,

Ger ei mun í pengahav.

 

Rokaligt í høll ein morgun,

Argjakakan var á veg,

sessast øll: hon verður forkunn

skeinkja sær ein kopp av te,

kakan kom, men hvarv so skjótt,

kanska hundamaga frøtt.

 

Eftir oynni Sóleyð speedar,

fulla ferð í Mjørkadal,

løgreglan um fartin vitar,

Sóleyð sjálv í fongslið skal,

Frálæra við lív og sál,

Spanskt og enskt er’ fongsulsmál.

 

Hoydalslið ein sterk familja,

Ymisk bæð’í sinn og skinn

Fremja vit ein felags vilja,

Geva ungum lærdóm inn.

Ynski øllum gleð’lig jól,

Hvør og ein ein lítil sól.

Tójlgreb

Dec 19, 2012

..nú er stund at gleða seg

Vit hava ein jólakalendara á lærarastovuni, tað er ein spurnarkapping. Í dag var spurningurin ein kjøtsmakkiroynd, tríggir ymiskir kjøtbitar, hvør teirra var skorakjøt, veðrur ella lamb. Sera áhugavert í hesum ‘nordic cuisine’ tíðum.

008009

11 x spældi scrabble. Bergljót, kann man siga joyce, nei Joyce er eitt navn, nei eg meini joys, ja joys er eitt orð. Er IQ eitt orð ella ein stytting? Er dokey eitt orð ? nei, tað má vera saman við okey, sum í okey-dokey. Læra gjøgnum spæl, tað meini eg.

014

Og so var tað børnini, tey elskuligu einglabørnini:020

Vit vóru og hugdu í BR, ynskilistin til føðingardag og næstu jól er fullur.

Dec 17, 2012

http://dupontsinnewzealand.blogspot.co.nz/

Hava hoyrt frá Fridu S og familjuni, tey hava kátt sítt lív í NZ. Flottar myndir úr dreymalandinum á blogginum, sum tey hava.

Og Louis, hasin ævintýrarin hevur lopið í elastikki – 43 m. ein so flott mynd, ná nú sær út til, at hon rúmast ikki á hesi s´ðuni. Far inn á bloggin hjá FS, so sært tú hana og aðrar myndir. Mánadagsbloggurin má koma í morginári, eg havi verið í Dali um vikuskiftið.

http://dupontsinnewzealand.blogspot.co.nz/

Dec 15, 2012

Kim Leine: Profeterne i Evighedsfjorden


Bókin er innstillað til norðurlandaráðsins bókmentavirðisløn 2013. Vit hava havt hana á skránni í Bókastevi. Sólrun hevði sent okkum ein meyl við síni framløgu áðrenn fundin:
Bygging: Fyrst er ein prologur
1. partur, ið hevur 3 kapitlar
2. partur, ið hevur 11 kapitlar
3. partur ið hevur 2 kapitlar
At enda er ein epiloger
Ì prologinum lesa vit um einkjuna, sum vil gera av vi seg. Hon bíðar efter einum , sum skal sparka hana útav einum bergi. Hann kemur, men áðrenn hann sparkar, tekur hann gullkrossin av hálsi hennara. Hendingin fer fram 14. august 1793.
Í parti 1 lesa vit um unga mannin, sum fer frá Noregi til Keypmannahavnar at lesa teologi. Hann hevur størri áhuga í náttúruvísindi. Hann stendur royndina í teologi og verður setter sum prestur í Grønlandi.
Í 2. parti vera kapitlarnir kallaðir boð
1. boð. Her eru vit stødd í einari bygd, har bara grønlendingar búgva. Her lesa vit um Mariu Magdalenu og Habakuk, tey eru bæði doypt. Eisini er einkjan har.
2.boð Her eru vit í Sukkertoppen. Kateketurin sigur okkurt, ið kann tolkast sum eiður, tað verður átalað av tunnusmiðinum. Her møtir kateketurin prestinun fyri fyrstu ferð.
3. boð.Vit eru enn í Sukkertoppen. Kolonistjórin er burturstaddur og ímeðan verður kona hansara neyðtikin av smiðinum ein sunnudag.
4. boð. Vit lesa um kolonistjóran og prestin við fylgi, ið eru á veg til bygdina í Evighedsfjørðinum fyri at seta fólkini í bygdini uppá pláss.
5. boð. Kona kolonistjóran, ið er vorðin við barn við smiðinum efter neyðtøkuna fær, við hjálp av prestinum, abort.
6. boð. Vit lesa um tunnusmiðin, ið er danskari, men livir saman vi grønlendskari konu.Hann hevur í mong ar søkt um kongabræv, so hann kann giftast við henni, men fær einki svar. Hóast hetta avger presturin at gifta tey. Hjúnarbandið verður ikke góðtikið, og tunnusmiðurin ger av við seg.
7. boð. Presturin heldur seg ikke fáa nóg mikið av provianti frá kolonistjóranum og fer at stjala sær meira úr goymslunum.
8. boð Sonur kateketen dámar sera vær at vera saman við konu kolonistjóran, sum lærir hann lesing og skrivning á hægri støði. Kateketurin dámar hetta illa og roynir at nokta honum at fara hagar. Hann er bangin fyri, at hon fer at oyðileggja hann.
013
9. boð Presturim hevur lagt seg at doyggja í einum skipsvraki, við sær hevur hann brennivínskaggan hann stjól úr goymsluni hjá kolonistjóranum.
10. boð Presturin verður fluttur til bygdina í Evighedsfjorden. Hann skrivar dagbók. Verður giftur við einkjuni, men hon rýmir seinni frá honum, Han flytur aftur til Sukkertopen eftir at bygdin verður løgd oyðin av myndugleikunum. Fer heim til Noregs.
11. boð Ætlanin hjá harpunmanninum var at gera av við seg sjálvan, men hann kemur umborð á eitt hvalaveiðuskip og verður har maðurin, sum leypur á sjógv og upp á ryggin á hvalinum og stingur hann í blástrið. Hóast vandamikið arbeiði doyr hann ikke, men verður settur í land eftir 2 ár umborð.
3. partur.  1. Kap. Morten kemur heim til Noregs eftir at hava verið burtur í 11 ár. Ferðin heim til pápan tekur eitt hálvt ár afturat .Fær arbeiði sum skúlalærari, trívist ikki og reisir so víðari til Keypmannahavn.
2. Kap. Hann ætlar sær aftur til Grønlands.Meðan hann bíðar efter at umsóknin um starv verður avgreidd, kemur eldur í í Keypmannahavn, aftan á er ruðuleiki í umsitingini, hetta kemur væl við hjá Morten, tí pappírini við vánaligu ummælum hansara verða ikke funnin, og hann fær starv í Holsteinsborg.
Epilog. 14 august 1815. Kateketurin fer at vita grøvina hjá prestinum og einkjuni. Han leggur gullkrossin á grøvina hjá teimum.
Kolonivaldið, umboðað av teimum kristnu, sum eru nógv minni ‘kristin’ enn tey heidnu, sum tey eru komin at kristna. Kolonistjórin, presturin Oxbøl og handilsfrúan umboða hvør sær valdsmisnýtslu, ómoral og misskilta kultivering, tey eru donsk. Falck verður kravdur eftir frágreiðing, hví tey doyptu kristnu í koloni'ini bera seg so ókristiliga at.  --------
Profetarnir í Evigheitsfjørðinum eru grønlendingar, tey eru doypt og hava stovnað sína egnu samkomu, tað serliga við samkomuni er, at hon eisini  er ein tjóðskaparlig rørsla. Hetta er okkara land, siga tey. Kanska tað er høvuðsorsøkin til, at tey skula knúskast og bygdin leggjast í oyði.
Høvuðspersónurin Morten Falck er sum lús millum tvær negl, hann er ímillum báðar partar, hevur ikki hug at nýta vald, hevur annars einki vald, ongan myndugleika, hóast hann er dani. Hann er eitt slag av antihetju, hann hevur ongar ætlanir, ongar dreymar. Tað er eingin tign yvir lúsfongda alkoholiseraða missionerinum. Hann mennist ella broytist ikki gjøgnum bókina, hann upplivir alt møguligt og ómøguligt, men tað flytir hann ikki. Tá ið bókin endar, vil hann bara aftur til Grønlands, og tað hóast hann har upplivdi mest kulda, svongd, einsemi.

Kim Leine hevur skrivað fleiri aðrar bøkur, m.a. Kalak, sum er ein sjálvsævisøga, sum sigur so mikið sum , at missionerurin Falck hevur ymiskt í felag við sjúkrasystrina Kim Leine, sum var í Grønlandi í 15 ár, flýggjandi undan sær sjálvum (sum hann sigur í viðtali á DR P1).
IMG_2514[1]