Sep 29, 2012

POE morðini




Var eitt sindur skeptisk, hvussu kundi sjónleikarhúsið gerast óhugnaligt? Eitt so heimligt og deiligt stað? Men leikurin var góður, kanska ikki beint óhugnaligur, men undirhaldandi og snildisligur. Hjálmar spældi serstakliga væl, og Jàkup Dahl var eisini góður, og eg má nevna kettuna, hon smýgur sær inn til mannin, hon lygnir við eygunum, og tá ið hon missir annað eygað, verður tað bara burtur uttan meiri roks. Og pallurin var fantastiska originalur, at mála pallin sum eitt sjónleikarhús er herliga øvugt, mann plagar jú at royna at gera pallin til okkurt annað enn eitt sjónleikarhús.
Menniskjans svørtu og sjúku síður útstillaðar, og deyðin sleppur at hava síðsta orðið….júst sum í veruleikanum.

Sep 28, 2012

Vísindavøka

Havi verið á vísindavøku í dag. Fyrst fór eg í morgun at hyggja at básum, hoyrdi tvær framløgur, eina um sáðgóðsku hjá føroyskum monnum og eina um geologi og seismikktøkni. Sum tað var ein lívgandi uppliving at síggja alt virksemi, sum er í Føroyum. Og fitt av fólki var eisini.  Stórt tillukku Annika, nú ert tú nakað moyr eftir at hava stýrt hesum stóra tiltaki í tveir dagar.

030054039033042

So fór eg aftur oman á Skálatrøð klokkan 4, tá vóru tey úr Hoydølum komin at gera royndir, har vóru Brynjálvur, Jógvan Dahl og Henrietta. Rektarin á Fróð setti vøkuna, og Annika Sølvará skar vísindakøkuna. Lív var har saman við Lív Rósu og Shahin og Elly við Baltasari. Hugnaligt at síggja tey.

059060062065

Kl. 19 fór eg aftur oman, tá var Bjørn Kunoy á skránni við framløgu um, hvørjar reglur eru galdandi tá ið lond eru ósamd um undirgrund og mørk. Og síðani var kvøldseta á skránni. Tíverri var okkurt tøkniligt brek, sum gjørdi , at ORKUinstallatiónin varð seinkað, so eg fór til hús.

Sep 26, 2012

Fúl orð – torir tú at siga mogga?

Hetta er ein viðmerking til kjakið seinastu tíðina um fúl orð. Orðið fúlur (enskt ‘foul’) verður ikki nógv brúkt í dag, fyrr var ofta at hoyra millum børnini: “Oys tú ert fúlur!” og tað var netupp um slíkt orðaval og eisini um ljótar gerðir. At gera ‘ljótt’ er eisini ein máliska. ‘Hava tit nortið við í morgun?* er ein onnur. Tað hevði verið stuttligt at gjørt eitt orðasavn við øllum, sum vit siga um kynslív og kynslimir. Men at kalla dildo ‘eykalim’, sum eg sá á FB, tað haldi eg vera sera skemtiligt og bara skemt. Tey á tjóðpallinum gjørdu eitt savn um kvinnukynsgøgn í samband við leikin ‘Ginusøgur’, tær valdu orðið gina.
a96908_a561_10-pure-art
Eg haldi at kjakið er um so nógv ymiskt viðvíkjandi máli. Vit hava ymsan stíl, tvey kyn, ymiskan kynsligan hug OG ymsar aldursbólkar, í øllum hesum førum finnast ivaleyst bæði vøkur-poetisk-ónærislig og klinisk orð, men at líkasum taka orðini hjá teimum ungu og gera tey til tað kliniska undirvísingarmálið, haldi eg er púra burturvið. Ungdómurin hevur sítt egna mál og sítt egna samskifti, eg hugsi tey vilja helst vera okkkara uppíblanding fyriuttan. Tað er at undirmeta tey ungu at siga, at tey skilja ikki, vita ikki og fáa ikki tosað.
imagesCA3F3Z8N
Sjálvandi skal undirvísingartilfarið í seksuallæru dagførast, tað skal alt undirvísingartilfar. Tað ber eisini  til at hava ung sum ráðgevar í ritstjórn, og sjálvandi skal málið vera greitt og skilligt, og sjálvandi skula orð, sum eru niðrandi á einhvønn hátt, lúkast burtur.
Orðini, sum hava verið søgd at vera gomul, røst, láturlig og grov eru bara orð. Tað er hugburðurin hjá teimum sum siga orðini, sum telur. Nógv dømi eru um, at orð eru so misbrúkt, at tey mega tveitast burtur (t.d. brekað), hóast tey eru góð orð. Her í Føroyum eru vit so liberal, at tað ber til at gera orð sjálv/ur, um tú fært fólk at brúka orðið, so er tað eitt orð.
imagesCADMSSQP
Øll mál hava orð, sum ikki verða brúkt nógv, og sum helst ikki skula brúkast, tí tey eru so ljót, at taka grafitti orð at brúka til neutral orð er eisini burturvið. Vit hava brúk fyri ljótum orðum og grovum, men vit hava eisini brúk fyri neutralum orðum, sum vit kunna siga alment, og har er tað NÁM hevur sína stóru avbjóðing.
Kanska hetta er ikki ein so stórur trupulleiki, sum ein fekk varhugan av í kjakinum.

Sep 25, 2012

Marie Krøyer

Tað var Bergljót M, sum bílegði mær bilett, annars er óvist, um eg hevði fingið upp í lag at farið, hon tók allan lesiringin við sær Smiley
Havnar bio var fullsett, tá ið Bárður bjóðaði vælkomin. Í lýsingini stóð, at Bárður fór at hava fyrilestur um listakvinnuna. Tað var ikki. Men kortini fekk hann upp í lag at geva Krøyer viðhald í, at Marie vist ikki mundi hava nakrar serligar listagávur.
Eg visti ikki, at ein slík lagna búði aftanfyri allar málningarnar, sum vit altíð síggja hjá Krøyer. Hvítur sandur, hvítir kjólar, festligir føðingardagar og hundurin. Krøyer var heimskendur og væl fagnaður víða um, men tað var ein prísur fyri viðrákið, og hann rindaði Marie. Birgitte Hjort Sørensen spældi Marie stak væl og Søren Sætter-Lassen spældi eisini sína óunniligu rollu væl.
image3simage2simages
Ein svakur maður, sum hóreiggjar sær innanveggja, men dugir so væl at krógva tað millum fólk, tá er hann so blíður og týður. Onkusvegna ljóðar hetta so kent. Krøyer var sjúkur maður og fór sera illa við konu og barni, hvørja ferð tørnini komu. M.a. kravdi hann, at dóttirin skuldi spæla rolluna sum hundur, tað var ein sera grípandi sena.
Løgið, nú hava vit akkurát lisið Annu Kareninu, og so líkar teirra lagnur! Forelska seg í einum øðrum, muga fara frá barni, útstoyttar sum svíkjarar – tó sterkar kvinnur. Og løgið eisini, at forfilmurin undan Mariu Krøyer var júst Anna Karenina.

Sep 24, 2012

Mánamorgun – 3 vikur farnar

image

86,8 - Nú hevur Turið gjørt eina so fína strikumynd, farstrikan vísir gongdina.

At lætna 600 gr. í eina viku, tað er ikki hugaligt. Og so havi eg enntá bæði gingið og súkklað í síðstu viku Trist smiley, men sjálvandi tað gongur tann rætta vegin. Vit súkklaðu norður í Kaldbaksbotn leygardagin, tað var longri enn vit hildu - og so skal mann heim aftur eisini!

113

DDV ætlanin sigur 30 min. av rørslu um dagin, tað er ikki nógv, men halt munn ikki, sum tað er tvørligt, tá ið tað regnar, og bilurin stendur í túninum! Ná, vit hoyrast!

Sep 22, 2012

75 ár–føðingardagshald

Føðingardagshaldið var leygaradagin 22. sept. Á bókasavni skúlans var framsýning av avrikum hjá lærarum á skúlanum - fyrrverandi og núverandi. Kirsten og Hanne høvdu funnið bøkurnar fram og gjørt ein lista við titlum, og hann er imponerandi.

Framsýningar vóru, sum lærugreinir skipaðu fyri: enskt, spamskt, franskt, søga, samfelagsvísindi og geografi høvdu tilfar og lurit liggjandi frammi. Í evnafrøði kókaðu næmingar bomm, og í alisfrøði gjørdu tey eina roynd um ferð.
027
Eins og tá vit fyltu 70 var stovan hjá sponskum og fronskum tann flottasta, café og tapas og litir og tónleikur.
016
019
047
054

Í enskum høvdu tey býtt stovuna  í eitt indiskt horn eitt australsk borð og so bretskt sjálvandi, har var eisini onkur munnbiti at fáa og Sharon bjóðaði indiskt snakk, so fín í indiskum klæðum.
021023
Klokkan tvey høvdu vit samkomu í samkomuhøllini, har Bjørn Kalsø og onnur ynsktu skúlanum tillukku og eitt sangkór sang ein sang úr AUDITION:
067078

Sep 21, 2012

75 ár

Skúlin í Hoydølum er nú 75 ár, og í morgin leygardag verður opið hús frá kl. 12.

Vælkomin í Hoydalar, at síggja tann legendariska skúlan, sum hevur fostrað so nógvar yrkjarar, lærarar, granskarar, loysingamenn, sambandsmenn, ekstremar høgramenn (ongin nevndur) og ekstremar vinstravendar (ongin nevndur), sum varð bygdur til undir 300 næmingar og nú hýsir yvir 700 næmingum. Um tú ætlar at hava bil við, skal tú koma kl. 11, tí annars er fult á P-plássi, grótkasti og veg og túni. Gleð teg at síggja somu stovur og somu vesi sum í 60unum, kranar og rulluhaldarar eru antikkir nú.
Síggjast!!
027  AND WE HAVE A WINNER!

Sep 20, 2012

Philip Carré

Fekk í lag at fara í Focus í dag, síðsta dag framsýningin er. Philip hevur havt ymsan stíl í sínum myndum, fyrst var tað sjálvandi klippini, síðani bleiv tað geometriskar bygdir, beinar strikur í myndini gjørdu bygdir og annað, nú er strikan vorðin meiri til eitt putlispæl, kvadratar í ymsum litum. Allar myndirnar á framsýningini eru úr Havn, Havnar kirkja er á aðruhvørji mynd. Mær dámdi sera væl eina av býarbókasavninum á kvøldi. Sá út sum ein stórbýarmynd, ljós í hvørjum vindeyga. Litirnir vóru nokso doyvdir, ikki fagrir og lýsandi. Myndin niðanfyri eitur “Perlugrundin”, stuttlig orð beint við portrið og kirkjuna.

007

Sep 19, 2012

Grør um gangandi fót

Var á tí árliga føroysktlærarafundinum fyri miðnám á Námi í dag.

Serstakliga hugaligt at hoyra Rannvá Skeel Johannesen, lærara í Eysturskúlanum og Margith Lamhauge, lærara i Hoyvíkar skúla greiða frá eini roynd í 9. flokki við synopsupróvtøku. Eitt nýtt slag av próvtøku, sum gevur næmingunum meiri ábyrgd. við tað at tey skula sjálvi velja tekstir, og krevur sjálvstøðuga framløgu av tilfarinum. Næmingarnir fáa eisini longri fyrireikingartíð. Tær báðar hildu, at bókmentaviðgerðin verður betri bæði í dýpt og breidd, próvtøkuformurin sæst sjálvandi eisini sæst aftur í undirvísingini.

Vit hoyrdu eisini um bøkur, sum skula gevast út bæði tekstasøvn og ástøðibøkur, ljóðaði sera spennandi. Hesa ferð er ætlanin at hava fyrimynd í Noreg, og ástøðisbókin skal bæði hava partar um mál og bókmentir. Norska bókmentasøgan og málsøgan líkjast okkara nakað, í hvussu er í summum og í onkrum tíðarskeiðum.

350afb9d71images

Skúlaportalurin Snar er vorðin rættiliga umfatandi, m.a. eru filmar nú har, sum lærarar kunna nýta í undirvísingini. Saman við filminum fært tú uppgávur og eykatilfar. LES bøkurnar eru eisini tøkar á Snari.

Hevði man havt alt hatta fyri 30 árum síðani…á dú ádú. Sum onkur segði, nú kunna tey hava ein…noksagt, men tað var sagt í skemti. Vit fegnast um, at lærugreinin føroyskt mennist alla tíðina og fær nýtt tilfar alla tíðina.

fde7dc5fad

 

 

 

www.nám.fo > snar

Sep 18, 2012

MÁNAMORGUN–tvær vikur farnar

Yeah! vektin vísti í morgun 87,4 kg og eg mintist til at taka urið av, var tó í brillunum Smiley

De danske vægtvogtere hava eina skrá, sum setir saman protein, kolhydrat og feitt, so at tú lætnar. Tú kanst eta fýra fruktir um dagin, ein frukt kann skiftast um við 100 gr. av eplum ella 75 gr. av rísi/pasta. Hvønn dag skal tú hava millum 2.5-5 dl av mjólkaprodukt, alt eftir hvussu feitt tað er. Harafturat skalt tú hava 15 g av feitti, og tað kann ikki brúkast at steikja við. Legg merki til, at um tú sýpur okkurt á morgni og ikki etur breyð, so eigur tú tvær hálvar flísar (30. gr. hvør) til seinni um dagin.

Morgenmad
Vælg mellem:
1 æg
el. 75 g mager ost
el. 25 g fed ost
el. 30 g morgenmadsprod.
+ 30 g brød
+ 1 Frugt

Frokost
Vælg mellem:
80-120 g kød, fisk el. fjerkræ
el. 170 g tilberedt bælgfrugt
el. 2 æg
el. 150 g mager ost
el. 50 g fed ost
+ 30 g brød
+ 200-300 g grønsager

Middag
Vælg mellem:
120-170 g kød, fisk el. fjerkræ
el. 220 g tilberedt bælgfrugt
el. 2 æg
el. 150 g mager ost
el. 50 g fed ost
+ 200-300 g grønsager

 

clip_image003clip_image004

Sep 15, 2012

rímur


Bergljót mín er blá,
hálsurin er hvítur,
súrepli hon bítur,
fepurentan tá.

Og tað verður gott,
tá ið fepur minkar
tá ið krímið linkar,
og tað verður brátt.
 ----
Bergljót vil skreiða á Landaveg,
bara hon ikki fer at meiða seg,
babba og mamma biðja tí til,
at kavin má fara at hundanm til.
----
Miðlingagentan er løtt sum ein fjøður,
dugir at rokna og siga søgur,
í systkinaflokki hon mittast er,
í summarkjóla hon fittast er.
Trý eru eldri, trý eru yngri,
bert tvey eru lættari, fýra tyngri..

Sep 14, 2012

Anna Karenina

Vit troddu bókastevið norðuri á Oyri í kvøld. Sólrun bjóðaði indonesiska rækjusúpan.
Bókin er 800 síður, og vit hildu allar, at hon var áhugaverd, fleiri høvdu tó kett seg ein part av tíðini. Bókin var liðugt skrivað í 1877, so hon er rættiliga gomul, ein rættilig skaldsøga við nógvum persónum, fleiri familjum. Bara gott, at endiliga hava lisið henda klassikaran.
004
Anna er tann syrgiliga hetjan, onkur helt kortini, at bókin kundi gott itið okkurt annað, tí Anna doyr, áðrenn bókin er liðug, og fleiri onnur eru líka nógv á pallinum sum hon. Av áhugaverdum evnum kunna nevnast: kvinnukor, deyði, hjúnaband. Samfelagsviðurskifti í Russlandi fyri 150 árum síðani eru eisini lýst.
Umhvørvið í bókini er góðseigarastætt, tey eru rík hava tænarar og barnagentur, og bøndurnir arbeiða jørðina.
Anna verður forelskað, og  tað kolllveltir hennara lív, av tí at hon longu er gift, verður hon útstoytt úr samfelagnum, og hon missir sonin. Ein ótrúgv kona hevur eingi rættindi, hinar trúføstu hava heldur ikki rættindi, sum vit kalla rættindi.
Leo Tolstoy dugir sera væl at lýsa ta sálarkvøl, sum er bæði í Karenin og í Onnu, tó má eg viðganga, at hann fekk ikki mína sympati, tann træmaðurin.

Sep 13, 2012

Fyrispurningur frá lurtara–ÚF 10.09.12

næstu og nærmastu, kanska og møguliga tá og tá ið
nærmasti/-u næsti/-ar
Orð við sama uppruna er hjáorðið nær, fyrisetingarorðið nær og lýsingarorðið næstur.
Hjáorðið bendist í stigum: nær nærri næst
Og vit kunnu siga: “Hann stóð henni nær” ella “hann stóð henni næst.”
Sum lýsingarorð kenna vit tað t.d. úr orðatakinum: “Hvør er sær sjálvum næstur.”
Hjáorð er t.d. “Hann sigldi ov nær landi.”
Lítil ivi er um, at hetta er danskt árin á føroyskt. Á donskum sigur ein “nærmeste slægtning”/”nærmeste ven” ella “næreste ven”. Vanligt er eisini at leggja navnorðið burturúr og siga “de nærmeste”. Hetta er heilt vanligt á føroyskum eisini, t.d. “í fríkorterinum skulu tey stóru hugsa um tey smáu” – tað er óneyðugt at nevna “børn”, og hevur tað ivaleyst nakað við tað tætta sambandið, ið er millum navnorð og lýsingarorð, tí lýsingarorðið lagar seg til navnorðið í bending, tá ið tað snýr seg um fall og tal.
Lurtarin spyr um “næstu” fyri “nærmastu”, t.v.s. at vit brúka lýsingarorð uttan nakað navnorð, og vit brúka lýsingarorðið “næstur” í veikari bending – “næsti” í eintali og “næstu” í fleirtali. Eg haldi formin “næstu” vera betri føroyskt enn “nærmastu”, men nú havi eg bara tosað um fleirtal. Eintalsformurin “næsti” er eitt sindur øðrvísi. Danskt hevur eisini orðið “næste”, og verður tað bara brúkt í átrúnaðarligum høpi. Á føroyskum havi eg varhuga av, at tað sama ger seg galdandi, t.v.s. “næsti” hoyrir tí kristiliga til, men fleirtalsformurin “næstu” er meir hvønndagsligt.
Er ikki munur á at siga? “Míni næstu er tey úr Stórustovu.”
“Mín næsti er hann í Gomlustovu.”
Skalt tú brúka formin “næsti” í eintali, so slepst illa undan at hava navnorðið við, t.d. hóskar at siga “næsti maður forsetans er...”
012
Næstur/næsti: Hevur við skyldskap, ætt og familju at gera, og vit hava eisini orð sum “næstingar” og “næstrafólk”. Vinir og kenningar sleppa ikki reiðiliga upp í part, um vit skulu fylgja tí í Føroysk orðabók sigur, og man tað vera tí, at teir ikki vera roknaðir so nær sum beinleiðis skyldskapur ella blóðband.
kanska og møguliga:  Bæði orðini eru hjáorð. “Møguliga” er gjørt burturúr lýsingarorðinum “møguligur”.
“Møguliga” er ikki at finna sum leitorð í Føroysku orðabók (1998), men undir “kanska” stendur:
1) við størri og minni sannlíkindum  2) kann vera 3) kann henda 4) møguliga
v.ø.o. tey merkja tað sama og kunnu verða nýtt hvørt um annað. Tað kann væl vera, at “kanska” er skúgvað til viks, men so er bara hjá okkum málbrúkarum at víðka og variera orðanýtsluna.
Eg kann kanska líka siga eitt sindur um orðið “kanska”
Tað kemur frá tí danska “kan-ske” (minst til merkingina “kann henda”/”kann vera”), men danskt hevur eisini “måske”. Kanska “måske” er ráðandi í dagsins donskum, men bæði tvey (kanske og måske) hava tað í felag, at tey stava frá háttarsagnorðum, ávikavist “kunna” og “mega”. Eyðkenni við háttarsagnorðum er, at tey úttrykkja eina áheitan, eitt bann, fyrivarni, ein vilja, møguleika ella førleika, og “kanska” og “møguliga” boða frá onkrari óvissu.
“Kanska” er danskt árin á føroyskt við føroyskari ending –a fyri –e. Ljóðið –e er mitt í munninum og kann fara aftureftir til –a sum á føroyskum, men kann eisini fara frameftir til –i/ –u, og tað er tað á íslendskum. Har eitur tað “kannski”.
tá og tá ið
Tíðareykasetningar byrja við hesum “tá” ella “tá ið” ella “táið”, og teir finna vit við at spyrja “nær”.
Dømi: “Vit fara at keypa (nær?), tá ið tú hevur fingið frí.”
Hetta “ið” stendur so herðingarveikt, at tað lættliga dettur niðurmillum hjá summum, og setningar við “tá” einans verða eisini góðtiknir sambært mállæruni. Onkur hevur kanska fingið at vita: “Skriva so stutt sum gjørligt! Tað er snøggast.” Eg veit ikki, hvat eg skal siga um tað...
Niðurstøðan er altso: Tað er ein spurningur um at dáma “tá” ella “tá ið”. Bæði eru í lagi J
Tað kann vera eitt sindur snilt bara at skriva “tá”, tí so sleppur ein undan villuvandanum við “í”/”íð”, men tað flytur lítið her í verðini, altíð at skáka sær undan...
Vit skulu eisini vita, at summar tíðir er BARA rætt at siga “tá”. Snýr tað seg t.d. um okkurt, ið er hent, kunnu vit siga:
“Í 90-unum, tá kom kreppan, og í summum bygdum minkaði barnatalið øgiligt.”
og um okkurt, ið fer at henda:
“Fara landsins avgjøld upp, tá skalt tú síggja, at onkur gevur ilt av sær.”
Uppískoyti til fyrisetingarnar hjá Bergljót:
“Mamman hjá honum” og “hann breyt armin hjá sær” er ikki serliga gott mál. Í seinna førinum tykist tað, sum viðkomandi situr við arminum í fanginum og brýtur hann.
“góður til fótbólt” – føroyskt er sagnorðamál, og frægari er bara at siga “Hann dugir væl at spæla fótbólt”.

Sep 11, 2012

Orð um orð – ÚF 10.09.2012

FYRISETINGAR - EIN INNRÁS
Ein av málbroytingunum , sum vit síggja í dag er, at sagnorð sum fyrr sjálvi stýrdu sínum fallbenda ávirki, nú standa undan fyriseting + ávirki.Dømi: ‘nú geva vit orðið til Ólav/ur’ sum til fyri heilt stuttum altíð var: ‘ nú geva vit Ólavi/uri orðið’...t.e. fyrisetingin ‘til’ er komin inn, fallið er broytt frá hvmf. til hvnf.
IMG_1078[1]
Gamalt:
Í gomlum døgum vóru fleiri sagnorð enn í dag, sum tóku beinleiðis ávirki t.d. ríða hesti (á)/ ansa seyði (eftir)/ bíða mín (eftir mær) “situr í brekku Brúsajøkul og bíðar mín har”/ biðja fólk, biðja sær konu (um)...summar av hesum máliskum eru enn til, og í nógvum førum eru báðar konstruktiónirnar til: siga børnum søgu ella siga søgu fyri børnum; Í norrønum síggja vit nógv færri fyrisetingar enn í føroyskum. Sagnorðið stýrir sjálvt sínum ávirki – t.d. sum í hesum dømum úr
Snorra Eddu:
- Óx honum ásmegin -> vaks megin í/hjá honum
- Leita ráðs -> biðja um ráð
- Leita þeim náttstaðar -> leita eftir gisting
- Greip Mjollni þveim hondum -> við báðum/tveimum hondum
- Steig fram oðrum foeti -> á/við øðrum fóti
Summi orð fáa ymiskan týdning í hesum skifti:
t.d. heilsa henni – sum fyrr var at kyssa hana/biðja henni góðan dag, men sum nú merkir at bera henni heilsan frá einum øðrum persóni.
Heilsa upp á hana merkir í dag siga góðan dag.
012
Dagsins málnýtsla
Ein ovurnýtsla av fyrisetingum hómast eisini í okkara dagliga málbrúki, t.d. er nú vanligt at siga : greiða frá um eitt...hann greiddi frá um makrelfiskiskapin fyri teimum -> hann greiddi teimum frá makrelfiskiskapinum. Í grundini er hetta tvær máliskur, ein við frá og ein við um: greiða frá e-m; siga e-t um e-t;
Tað er sum um vit líta ikki sagnorðinum til at stýra navnorðinum, tað má hava eina fyrisetingarhøkju:
- Styrkja um demokratiið
- Hækka um blóðtrýstið (her er tað afturat at hækka er intransitivt)
- broyta upp á áskoðanina
- pynta upp á úrslitið
Sjálv haldi eg at tann styttri formurin er snøggari, færri orð og meiri fjølbroytt málbrúk enn allar fyrisetingarnar rað á rað (eisini skylt við navnorðasjúkuna, sum eisini má brúka fyriseting (stovnanin av kringvarpinum).
Onnur dømi:
Hann hevur brotið armin hjá sær – hann hevur brotið armin (um tað hendir seg at onkur brýtur armin á einum øðrum, so ber til at viðmerkja tað: hann hevur brotið armin á barninum.
Hetta er mamman hjá Vár/hjá mær – Hetta er mamma Vár/mín
Hon er omman hjá mær - Hon er omma mín
- er barnamál, og møguliga ein misskilt roynd at fáa samband við eitt barn?
Hann er góður til fótbólt – hann dugir væl at sparka/ spæla fótbólt.
- Týðing ella herming eftir fremmandum miðlum : good at, sum ivaleyst hevur millulmlent í DK á vegnum
“Tvinnar buksur til 700,-“ ella “lán til eina rentu upp á 4%” er heldur ikki serliga góður stílur. Lán fyri rentu man neyvan vera áhugavert hjá nøkrum peningastovni at fáast við.

Sep 10, 2012

MÁNAMORGUN – um yvirvekt

Skúlaárið 2000-2001 var eg í farloyvi úr skúlanum, og um heystið fór eg at ganga til matgerð í kvøldskúlanum. Lærari var Anne Grethe Harlou og disciplinin var heilsugóður matur við tí fyri eyga at lætna. Tá var eg blivin so tjúkk (105 kg.), at gerandisdagurin var strævin av øllum kilounum.

feitfeit2

Her eru tvær myndir av mær, sum er tiknar um tað mundið

Vit blivu vigað hvørja viku, og maturin var minus feitt, og nógv grønmeti var til hvørja máltíð. Anne Gretha er sera góður undirvísari, altíð við tí góða orðinum, eisini um vektin ikki vísti tað, sum hon skuldi. Tað vísti seg, at ein vetur munaði ikki, eg fór aftur, datt úti, byrjaði aftur osfr.  Eg lætnaði 35 kg til samans.

bkogir

 

Men men, hvussu leingi var Eva í Paradísi? Um várið í 2008 vigaði eg aftur umleið 90 kg. Henda myndin er tikin, tá ið Herbert var akkurát føddur.

6411_1171976812468_2670968_n

Tá tók lítla Turið sakina í sínar hendur og fór at gera mær ddv (de danske vægtvogtere) mat, hon var eitt skifti í Føroyum og legði mær lag á, men hevði siðani long distance stuðul , sendi uppskriftir, gjørdi vektkurvur, og eg veit ikki hvat. Og tavadenn, tá lætnaði eg aftur.

DDV rættir, morgunábit, morgunmatur og døgurði:

                                                                                                                                           2000.03.21 044

 

2000.03.21 037

 

2000.03.23 048

 

Nú skriva vit 2012, og enn eina ferð er vektin heilt av noksagt til! Eg vigi umleið 90 kg. Myndin niðanfyri er tikin í juli í ár. Ikki er tað pent!

Og nú skula aðrir bollar í súpanina, aftur hesa ferð er tað ddv prinsippið, sum skal gera tað! Og aftur hesa ferð er tað Turið, sum er móð av at hoyra um míni vánaligu knø, so hon er kokkur. Hon vigar og mátar og ger leskiligar døgurðarættir og dessertir. Seinasta fríggjakvøld var tað ein svisku-kaffi fromasja. Hygg!

004

Og sunnudagsdøgurðin í gjár var roast beef (170 gr.) , Waldorfsalat við ongum nøtum (300 gr.) og jarðberjakaka omaná. Við slíkum kokki er tað ein stuttleiki at vera upp á A.

001003

Og bloggurin skal hjálpa til, ætli mær hvønn mánadag at skriva, hvussu gongst. So rokni eg við, at tað verður eggjan hjá mær at vita, at fólk fylgir við. So verður størri ósigur, um alt miseydnast. Ella fyri at vera jalig: so verður tað so mikið stuttligari, tá ið eg kann seta eina ‘after’ mynd inn her – maybe tummy tuck and all! Eitt sindur av einum exhibitionisti er mann! Tað er eisini nútíðarrákið – út til almenningin við øllum! Smiley Sum í Fit sendingini hjá Elini í Stórustovu. Kanska onkur blogglesari kann fáa íblástur eisini ?

Men nú er MÁNAMORGUN og vektin vísir 88,5 (frá 89,1). Líður meðan skríður!