Til rætta viðkomandi.
Hvat skal til fyri at tit gera gonguteigar, er tað mongdin av ferðslu, talið av fólki til gongu ella hvat?
Mín fyrispurningur er um krossin Grønlandsvegur Jákup Nolsøesgøta uttan fyri tann gula handilin. Har er nógv ferðsla, har búgva nógv fólk, eisini børn. Vegirnir eru breiðir, si tað tekur eina løtu at koma yvirum, serliga hjá smáum beinum og giktarunnum. Tann guli handilin lýsir lokkandi á horninum, vit fara okkara leygardagstúr at keypa ís, og vegurin er sum eitt hav at krússa hjá Magnu og Herbert. Tíbetur vóru ikki nógvir bilar í morgun. Her mangla gonguteigar!!!!
Havið hugsa tað sama! Vit búgva Á J.Nolsøesgøta, og her er eitt kaos av bilum ið parkera beint á horninum framman fyri Inn, bilar, ið tí máa koyra yvir á mótsattu síðu, mitt í krossinum, o.s.fr.
ReplyDelete