Nú er drotning Dagmar farin upp á gólv í himmiríki saman við Kartna.
Væl og virðingafult fylgd út á gravarbakka og løgd í nývígda mold. Jarðarferðin var so fín, fylgdi øllum traditiónum, men hevði so kortini eitt lítið eyka pift, eina eyka heilsan til ta 102 ára gomlu. Preludium í kirkjuni var Bøhmerlandsdronningen, so sjáldsamt og so væl hóskandi. Lítla Dagmar spældi so væl í kirkjuni, og øll børnini lótu langommuni eina blómuheilsan á kistulokið. Prestur var eisini í sama duri, tað var hugnaligt at hoyra um lívið hjá Dagmar og Kartna. Mads og Árni og synir og dótturmaður vóru allir í føroyskum vesti, so hátíðarligt, ein seinasta heilsan til hennara, sum hevur broderað.
Ervið var á Hafnia, altíð gott við einum snapsi niður á hjartað, áðrenn tú fert til borðs, tað fingu vit eisini, tá ið Kartni varð borin út, tað hevði hann sjálvur bestemmað
Góði Mads og Anne Lise og Árni og Sigga, tað var deiligt at síggja tykkara børn og barnabørn í kirkjuni í dag, so pen og evnagóð øll.
No comments:
Post a Comment