Jun 27, 2016

Evropisk mentanarsøga

Tolkien, Christian Matras, Olivia Levison, Sarah Dunant og George Orwell – hvat hava tey í felag?
Øll vóru við sum próvtøkuevni í evropiskari mentanar søgu á læraraskúlanum fyri lítlari viku síðani. Sum vanligt tveir sera áhugaverdir dagar. Tey hava skrivað eina stóra uppgávu, sum tey skula dýpa og breiðka í eini mu nligari framløgu. Við í próvtøkuni er eisini ein undirvísingargongd til 10. flokk, bæði eitt næmingahefti og eitt lærarahefti. Við í læraraheftinum eru ástøðiligir spurningar og undirvísingarfrymlar.

Stuttligt at síggja,  hvussu væl tey duga at arbeiða. Fantasy er enn á breddanum, bæði Game of Thrones og Hobbin og Skammaradóttirin. Men tvær uppgávur vóru eisini feministiskar og viðgjørdu kvennbókmentir, og tað er gott, vit munna ikki vera komnar so langt, sum vit ofta halda á javnstøðuleið: Sarah Dunant: Venus´ fødsel og Olivia Levison: Indespærret. Tí hvat er “indespærret” , er tað ein sinnisstøða, er tað pengatrot, eru rimarnar veruliga har, ella billa vit okkum tað inn. Sera góð framløga hjá Ninni Hansen.
DSC03156 Framløgan hjá Christu Reynheim um listaverkið The Birth of Venus hjá Botticelli var framúr góð. Har var hvør staklutur viðgjørdur og settur inn í eina tulkingarheild.
DSC03127
Christa legði fram við eldhuga og er sera vitandi.
Hanne Jacobsen hevur undirvíst í hesi lærugrein nú í nøkur ár, og hon verður aftur í eldinum um eitt ár. Hon er ein kapasitet. Miðøld, endurburðarskeið, modernisma you name it, hon jonglerar við øllum og veit alt, ella dugir hon at sláa tað upp – og ikki bara á google. Tvørfaklig tilogongd í einum grundleggjandi evni um Evropa, nú ið vit síggja rembingar, sum skula broyta heimspartin hjá okkum eina ferð enn. Muna tey fara at hava nakra lærugrein, sum líkist hesari á Glasi? Vóni og vóni.

Jun 19, 2016

YRKINGAR

Eg lesi ikki ofta yrkingar longur, fyrr plagdi eg at fylgja betur við, hvat kom út. Men nú fekk eg tvey yrkingasøvn í føðingardaggávu, eitt frá Turið systur og eitt fá vinkonuni Gudlaug, bæði eru nýggj og bæði eru eftir konufólk.

DSC03126

Turið gav mær Blátt  blóð eftir Oddný Eir Ævarsdóttur í týðing eftir Carl J Jensen, og Gudlaug gav mær Hemmelig men aldri som en tyv eftir Ingrid Nielsen (f.1968). Og nú havi eg lisið yrkingar fleiri kvøld. Deiliga avmarkað avbjóðing. Also skjótt at lesa, men tess longur at fáa at sodna.

DSC03125

Tann íslendska bókin hevur eitt tema, sum rennur gjøgnum allar tekstirnar, undirheitið á savninum er leitandi eftir kátum sáði, og tað er tað, høvuðspersónurin tað lýriska egið ger, hon leitar eftir sáð, tí at hon ynskir sær so brennandi eitt barn. Hon og hann royna í felag, men tað er hon, sum hugsar um tað altíð, hon sleppur ikki frá hesum longsli, tað er sum ein tvangstanki hjá henni. Hon vil royna alt. Tekstirnir eru ikki traditionellar yrkingar, men stuttar prosayrkingar, ella sum tað stendur á permuni Eitt esseyga. Tey bæði gera eisini annað, tey ferðast og tey hava ein hund. Stílurin er skemtiligur í støðum, men í mínum huga var hetta ein rættiliga syrgilig bók. Og temað er sera relevant ella aktuelt, tí dálking, sáðbankar og sáðgóðska eru altíð á breddanum. Tilveruliga talað er einki løgið í, at vit ynskja okkum avkom, tað er jú meiningin við lívinum, hinvegin hví skal mann ella serliga kvinna oyðileggja sær lív og heilsu fyri at fáa eitt barn, er ikki annað spennandi at gera og uppliva? Eitt svar í bókini er, at kapitalisman hevur brúk fyri hesum familjuforminum fyri at kunna kúga betur.

DSC03124

Tað norska savnið hevur yrkingar um árstíðir, ársins veitsludagar og ársins ringrás. Men eisini hesar yrkingar eru løddar við eini komandi broyting ella einum komandi vanda. Ein yrking minnir eitt sindur um hina sáðleitandi konuna. Tað er yrkingin Morfin. Haukeland 2010. Høvuðspersónurin er sjúk, á sjúkrahúsi, hann er hjá henni, hann hjálpir henni, men hann røkkur ikki allan vegin. Eisini í hesum føri er tað um eitt barn , sum koma skal. So nógv líðing….men hetta barnið haldi eg kemur til verðina.

Du vil ikke skrive dette diktet,

men du vet det er på tide:

Solen står på sit høyeste.

Du vet  at døden er af jern

og liten. Ingen

høy sol der, bare

liten liten boks.

           Ingrid  Nielsen (2016)

Jun 15, 2016

Vikuskifti í Reykjavík 10-13 juni 2016

Reykjavík juni 16 010Reykjavík juni 16 020

r úr Føroyum fríggjadag, hetta var eitt sindur serligt, tí at Inga Rósa visti ikki av. Skuldi koma óvart á hana, hevði kortini sagt Guðny  frá. Guðny og Kári komu á flogvøllin eftir mær, og eg fór heim til teirra. So skuldi Inga Rósa koma til døgurða seinni. Kári var spentur at vita , um omman fór at vera kløkk. Tá ið hon var innkomin segði hann, kom inn í stovuna, og hon hugsaði , tað var sjáldsamt, at hann var so ivrigur. Men tað var stuttligt at síggja, hvussu bilsin hon bleiv, stóð púra still og gapaði. Eg fekk høvi at heilsa upp á gamlar kunningar eisini.

Reykjavík juni 16 050Reykjavík juni 16 039

Reykjavík juni 16 036Reykjavík juni 16 030

Reykjavík juni 16 052

Leygarmorgun góvu vit okkum góðar stundir at fáa okkum morgunmat, so hugnaligt at sita og práta. So út at vála, veðrið var sera gott. Reykjavík var akkurát henda leygardag karmur um litrenning. Ein slík rúgva av fólki runnu til at stuðla brekaðum landsmonnum. Bæði børn og vaksin, og ta stuttliga var, at ta ið tey komu til ávís støð, var litpatruljan klár at sproya lit á tey, ljósareytt, grønt ella blátt.

Reykjavík juni 16 033

Vit fóru inn onkustaðni, keyptu fisk og breyð. Um kvøldið fóru vit út at eta indiskt, sera vælsmakkandi.

Reykjavík juni 16 054

Sunnudagin var aftur gott veður, og vit fóru í Volcano House, eitt turistastað, sum vísir film um eldgos, sera áhugavert, deiliga lítið savn.

Reykjavík juni 16 069

Reykjavík juni 16 067Reykjavík juni 16 066

Reykjavík juni 16 063

Aftaná gingu vit túr niðri í havnini, har egningarskúrarnir eru blivnir hipp við sniðgevum og ískioskum. Um kvøldið var tað fiskur og epli og sjónvarp.

Reykjavík juni 16 073

Tá ið mánamorgun kom, skuldi IR til arbeiðis, eg gekk mær oman í býin, ætlaði mær inn át heilsa upp á sendistovufólkið, men har var eingin elevator, og eg hevði ferðagóðsið við mær, so.. men sendistovan er ní á Hallveigarstøðum, tætt við hjá IR..

Reykjavík juni 16 076

So tók eg ein taksa út á vøllin. Henda myndin av Hljómskólagarðinum er tikin úr taksabilinum. Kaffistovan á flogvøllinum er lítil og einføld, men enn minni og einfaldari er rúmið, har tú bíðar eftir at sleppa umborð. har eru bara stólar til 1/4 av ferðafólkunum, um flúgvarin er fullur, men tað er hann so sjáldan á hesi leiðini.

Reykjavík juni 16 079

Reykjavík juni 16 081

Jun 1, 2016

Fimleikur fyri tey eldru

Eri farin at ganga til fimleik í badmintonhøllini. Tað er tvær ferðir um vikuna um morgunin. Tað er ein deiligur máti at byrja dagin. Tær ungu, sum hava hetta duga so væl og eru so fryntligar. Allir vøddar verða tiknir ígjøgnum. Tað tekur 5 korter hvørja ferð, og so fáa vit kaffi og frukt aftaná. Í dag var ein serligur dagur, onkur annar skuldi brúka badmintonhøllina, so vit fóru niðan á rossagøtuna og gingu ein langan túr. Kanska í so langt fyri mín smakk, eg eri so óvon nú, men ein herligur túrur.

021

018

Hjørdis Verlandsdóttir tók eina mynd við mær uppiá.

13313514_10153401782970876_1612062285_o