Jun 30, 2012

Fløtufestivalur

Fløtan var kortini ikki pallur í dag, tá ið starvfólk í Hoydølum høvdu grillveitslu. Vit sótu innandura, og grillin stóð undir taki. Lív fekk gávur og rósandi orð, nú ið hon bæði kundi halda 25 ára starvsdag og seinasta arbeiðsdag. Børnini høvdu kátt sítt lív í fimleikarhøllini. Studentaskúlin er eitt gott arbeiðspláss, tí støðast starvsfólkið so væl. Elsa Maria helt, at pensjónsaldurin skal setast upp til eini 75, tí vit missa so nógvan vísdóm og royndir við teimum , sum gevast. Tað haldi eg kortini, tey ungu munnu vera ósamd um.
Fleiri av okkara lærarum hava beint nú tikið ástøðiligt námsfrøðiptógv, tillukku við tí !
Tríggir av okkara nýslignu superpedagogum.004
018
Salatbarrin var fjølbroytt og ríkiligt var til.021
Rektarin gav Lív gávu frá skúlanum
                        031
035
Lív segði nøkur væl vald orð.
040
Fríður handar Lív blómur frá lærararáðnum.044
047
058
Herbert og Jóhanna (hjá Paulu Gaard).068
Hatta serliga slagið av burgara havi eg ongantíð sæð áður – mariukeks, sjokoviðskeri og grillstoktir skúmfidusar.070

Eg fór heim, tá ið eg hevði etið, so eg fekk ikki sjósvimjing og annað við. Men tað frætti eg um seinni.
Nú fari eg at ferðast í morgin. Vónandi komi eg fram á onkra teldu við internetsambandi á Gotlandi. So hoyrast vit!

Jun 28, 2012

SEVEN

015
Nei, ikki tær sjey deyðsyndirnar, men WOK matstovan úti við Strond.  Eg fór at fáa mær kinesiska buffet ímillum 13 og 14 í dag. Maturin var traditionellur, kinesiskur, karrysós við russinum; várrullur; svínakjøt í súrsøtari sós; ymsir grønmetisrættir; og rís sjálvandi,  alt stóð á hitaplátum. Hølið er innrættað, so tað hevur kinesiskan dám. Daman, sum hevur matstovuna, tosar enskt, hon segði mær, at hon hevur ikki altíð tað sama á buffetini. Maturin smakkaði væl, kostaði 95 kr. Einasta atfinning er, at eg helt, at maturin var ikki nóg heitur.009
010
011
012
013
014

Jun 27, 2012

Silja er ein stjørna

Vit vóru til nátturða hjá Aldu og Paula í gjár, og har var stórur blíðskapur og Silja er so vøkur og klók.
022

Jun 26, 2012

sólarsálarsæla

Nú eru næstan allar pisurnar floygdar, í ovurmorgin er pisufundurin. Og sólskinið hesar dagarnar lokkar okkum út. Vit grillaðu í gjárakvøldið á okkara lítlu grill. Tórhild var og vitjaði Herbert, og Magna fekk sær bað á pallinum, og jarðber vóru omaná.

IMG_5206

Kristianna greiddi so væl frá ‘The Kiterunner’, og fekk karakter hareftir.IMG_5211

IMG_5212

Maiskolbur, høsnarunga, pommes frites og búff. Og ikki at gloyma ketsjupp og remouláta.IMG_5213

IMG_5215

Jun 24, 2012

Mótvindur stinkar!

Fóru vit so vóngóðar við súkklunum í bilinum, ætlanin var at súkkla norðureftir. Vit settu bilin við Sjógv í Kollafirði og løgdu til brots, so skjótt sum vit komu á landsvegin fingu vit vindin beint í síggjandi eygað! So vit útsettu Saksunartúrin Smiley Fóru í staðin ein súkklutúr til Signabøar, har hava vit heldur ikki verið nakrantíð, so tað var spennandi. Nú er so spurningurin, hvussu tað sær út á Gotlandi, um tað er nógvur vindur also mótvindur á Gotlandi, tí undanvindi hava vit ‘sum so’ einki ímóti Smiley. Um dagsleiðirnar eru sum Saksunartúrar, so…..hatta fáa vit bara at síggja! No worries!

001

007

009

011

013

Jun 23, 2012

Ófarin koltursferð

Tað var ‘opin oyggj’ í Koltri. Jú, vit løgdu avstað, men sóu á Gomlurætt, at tað fór at taka 4-5 tímar, áðrenn vit sluppu. So vit fóru biltúr, fyrst til Syðradals og síðani í Fossdal. Í Syðradali fingu vit drekkamunn, og børnini fingu breyð og livurpostei. So fóru summi heim at sova, og vit fóru í Fossdal at vassa og spæla. Herbert og omma høvdu krokodillur í eini girðing, men tær sluppu út og bitu ommu í tærnar, ‘verri skil’ sigur Herbert. Í fossdali var so nógv órudd, aliringar ella partar av aliringum, sekkir við tøðum, sum lógu skræddir har. Men tjøldrini lótu, og vit sóu ein tjaldursunga.019

Kl. 10.50 í morgun.020

024

042

058

076

078086

Kl. 15.00

089

079

Jun 22, 2012

Sólrun í Havn ein seinnapart.

Aftur ein góður dagur í gjár. Sólrun hevði tíð at koma við okkum á kaffihúsið, meðan næmingar hennara sparkaðu úti á Frælsinum.
Hesa myndina hevur Herbert tikið av mær og Sólrin.
hesa havi eg tikið, men sandur var á linsuni :(
Síðani fóru vit at spæla í sandkassanum í Eiriksgøtu og blása sápubløðrur og Sólrun mostir bygdi eitt sandslott :)
Og Stóra Turið og Sólveig hugdu inn á gólvið.

Jun 20, 2012

Longsti dagur 2012

Henda langa dag hevur nógv stuttligt verið. Herbert hevur verið útferð við barnagarðinum, tey vóru í Havnardali, og hann fekk 3 karmar, gott at hava nógv skiftiklæði við.

015

003

007

009

 

Eg var við Gjógv og gjørdi pannukakur til skúlaflokkin hjá Sólrun, sum er námsferð í Føroyum, tey vóru í ánni og sigldu og skuldu so fara á Slættaratind. Deiligt at síggja Sólrun, hon líkist sær sjálvari – bara penari fyri hvørt ár! Á tann dagur at fara á fjøllini! Hevði viljað verið á Slættaratindi í kvøld kl. 12. Í dag fekk Silja húgvuna á høvdið, hon hevur verið ein supernæmingur. Hjartaliga tillukku!

 250702_4018765623502_22688542_n

 

Og Bergur hevur fingið 12 í samfelagsfaki.

372220_1022732972_2078285887_n

 

Í kvøld hava vit etið sushi, og diddan át salat, sum tit síggja á myndini.

So bygdu vit hús við einum laki, og tað var húsið hjá tí grísinum, sum bygdi av gróti, so har var lítið hjá úlvinum at gera.

017

026

029

031

034

037

038