Jun 30, 2012

Fløtufestivalur

Fløtan var kortini ikki pallur í dag, tá ið starvfólk í Hoydølum høvdu grillveitslu. Vit sótu innandura, og grillin stóð undir taki. Lív fekk gávur og rósandi orð, nú ið hon bæði kundi halda 25 ára starvsdag og seinasta arbeiðsdag. Børnini høvdu kátt sítt lív í fimleikarhøllini. Studentaskúlin er eitt gott arbeiðspláss, tí støðast starvsfólkið so væl. Elsa Maria helt, at pensjónsaldurin skal setast upp til eini 75, tí vit missa so nógvan vísdóm og royndir við teimum , sum gevast. Tað haldi eg kortini, tey ungu munnu vera ósamd um.
Fleiri av okkara lærarum hava beint nú tikið ástøðiligt námsfrøðiptógv, tillukku við tí !
Tríggir av okkara nýslignu superpedagogum.004
018
Salatbarrin var fjølbroytt og ríkiligt var til.021
Rektarin gav Lív gávu frá skúlanum
                        031
035
Lív segði nøkur væl vald orð.
040
Fríður handar Lív blómur frá lærararáðnum.044
047
058
Herbert og Jóhanna (hjá Paulu Gaard).068
Hatta serliga slagið av burgara havi eg ongantíð sæð áður – mariukeks, sjokoviðskeri og grillstoktir skúmfidusar.070

Eg fór heim, tá ið eg hevði etið, so eg fekk ikki sjósvimjing og annað við. Men tað frætti eg um seinni.
Nú fari eg at ferðast í morgin. Vónandi komi eg fram á onkra teldu við internetsambandi á Gotlandi. So hoyrast vit!

No comments:

Post a Comment