Jun 7, 2012

Kundarøkt og smábarnamentan

Bassi fyllir, hvussu nógv,  spurdi Herbert. Tað áni eg ikki. Herbert hevur fingið eitt nýtt prátitricks, tað er “hjá ??” Tað hevur avloyst tað endaleysa “haa”?? og tað líka endaleysa “hví??” Hann kann spyrja 5 ferðir “hjá?”.  So tá ið eg tosaði um Bassa, segði hann bara “hjá??”, Ja, hjá sparikassanum, hvørjum spælikassa, spurdi Herbert, og hví leggja pengarnar í ein spælikassa? (It is complicated, sigi eg bara). Kom nú fara vit oman á Vaglið, “hjá?”…Ein klónur verður har, “hjá?”. Herligt at trena mál, glosur , bendingar, intonatión, syntax alt skal trenast.

038

Men tað var stuttligt at síggja øll børnini, og tøkk fái Sparikassin, at tey hava undirhald til smábørn, her sum smábarnamentanin er so forsømd, og hetta gekk fyri seg á einum P-plássi, tey plássini liggja jú allarbest fyri. At tað er kundarøkt, reklama og kundaveiða, tað taka vit so við. Herbert ræddist Bassa eitt sindur, akkurát sum jólamannin, ein reyður og ein bláur Bassi, eita báðir Bassi?

 

039

 

034

046

041

No comments:

Post a Comment