Apr 29, 2011

Barrabas

Bókastev hevur lisið bókina Barrabas hjá Pãr Lagerkvist. Allar hildu hon var góð, fleiri hildu hon var fantastisk. Hon var so rørandi og innilig. Talaði beint til hjartað. Ikki missionerandi, meiri heimspekilig.

Myndatólið er brotnað, so nú eru ongar nýggjar myndir at seta á bloggin.

Apr 27, 2011

Jarðarferðardagur og 100 ára dagur

Í dag hava vit fylgt Hans Jákupi til gravar. Tað er bara so syrgiligt, at eg eigi ikki orð. Full kirkja. Heim til Aleksandru aftaná. Gott  at síggja nógv ung, børn og barnabørn hjá Hans Jákupi og Wenche. Myndin er tikin í september 2009, tá ið Sanna fylti 60.

Pápi hevði verið 100 í dag. Turið hevur lagt ein krans á grøvina hjá mammu og honum til at halda dagin.

IMG_7220

pápi

Apr 26, 2011

F#&%()&% for#¤%!!!!§§§½1>>§%&(()=?%#

Tá ið eg kom út til bilin í dag uppi í skúlanum, hevði onkur skrætt speglið, so tað hekk og lavdi og festið var eisini skeiklað. Eg bleiv so dansiterandi frat- etandi §”#%&()/)/(%¤#”§§§. Myndin er tikin í Eiriksgøtu.

IMG_5976

Apr 24, 2011

páskaferia 10–tann stóri ferðadagurin

Fyrrapartin fóru eg og Herbert út at vita, um nøkur smálomb vóru at síggja. Vit fóru fyrst yvir á Dlavegin, men tey lombini vóru inni, haldi eg. So fóru vit niðan á trøðna hjá Mads, og har vóru fleiri smálomb.

Í dag fóru tey avstað aftur. Sólrun og Símun og  Turið og Hallur og børnini. Eg koyrdi tey vestur, og suður aftur við var Inga Rósa sum er komin úr Íslandi.

IMG_5944IMG_5945IMG_5948IMG_5953IMG_5954IMG_5965IMG_5967IMG_5968IMG_5971IMG_5974

páskaferia 9–meiri kakur

Í dag hava vit aftur verið í føðingardag, hetta er bara hvønn dag! Í dag var tað Rói hjá Annu Mariu og Jákupi. Seinnapartin vóru eg og Sólrun til konsert hjá kamarkórinum í Vesturkirkjuni, tað var ein deilig løta. Ummæli av konsertini er á listablogginum hjá Kinnu og Inger.

IMG_5921IMG_5926IMG_5928IMG_5934IMG_5938

Á myndunum síggjast Símun og Herbert spæla í hylinum, og aftaná fingu teir hvør sína rabarbu.

Apr 22, 2011

páskaferia 8 - Magna

Um tú vart spurd, hvat tú heldur vildi fingið eina milliard ella verið í eini stórari vanlukku og smuldrað teg sundur, so hevði ikki verið torført at valt. Men um vit so kannaðu 20 ár seinni, hvør av hesumbáðum var luykkuligari, hevði meiri innihaldi í sínum lívi ella fleiri vinir, so er ikki vist ,at svarið var so einfalt. Í dag var tann stóri dagurin. Enn einaferð fekk Mammon toyggið, tað var Heri prestur. Hann tosaði eisini um, hvussu stórur munur er á langafríggjadegi í dag, og tá ið hann var barn í Svínoy. Alt var strangliga bannað uttan at anda. Mær dámdi væl prædikuna.

Diddan eitur nú Magna, Magnus var heilt errin og rørdur. Vit hava havt ein deiliga dag, døgurða við familju, oog súpan og kakur við familju og vinum. Alt gekk fyri seg í Hornahúsunum. Magna var so still og rólig, Herbert svav, meðan vit ótu døgurða og spældi saman við øðrum seinnapartin.

IMG_5835IMG_5836IMG_5841IMG_5851IMG_5852IMG_5866IMG_5867IMG_5872IMG_5899IMG_5901IMG_5905IMG_5906

Apr 21, 2011

páskaferia 7 .- dópsaftan

Nú verður spennandi í morgin. Í dag hevur Turið bakað og gjørt mat til dópsveitsluna í morgin. Fyrrapartin vóru vit ein túr í plantasjuni og heim aftur gjøgnum býin.  Seinnapartin vóru vit í føðingardegi hjá Bjørt, hon er nú eitt ár og dugir at ganga. Har var nógv fólk, m.a. hittu vit Hossein, sum er komin ein túr til Føroya. Tað er so deiligt at hava fólk í húsinum. Í kvøld hava tey spælt Lad millionerne rulle, eitt spæl, har tann vinnur, sum fyrst hevur brúkt allar sínar pengar.

páskir, barnadópur 110páskir, barnadópur 111páskir, barnadópur 114páskir, barnadópur 123páskir, barnadópur 125páskir, barnadópur 131páskir, barnadópur 133

Apr 20, 2011

páskaferia 6

Í dag keyptu vit fish and chips, og eg og Símun vóru túr, vit høvdu didduna við. Herbert var í hylinum og spældi. Hallur hevur endurskapað telduna, og Sólrun er farin at rudda myndamappur í telduni.  Av ovastalofti havi eg tikið nakrar bøkur hjá Sólrun, sum vísa hvussu pápi hennara í síni reyðu periodu í 70unum royndi at læra hana nøkur virði. Tað er synd at siga, at tann politiski boðskapurin fangaði.

IMG_5747IMG_5749IMG_5750IMG_5756IMG_5779IMG_5780IMG_5785IMG_5792IMG_5793

Apr 19, 2011

páskaferia 5 - bamsuball

Í dag fóru Herbert og Símun at baka eina bamsukaku, tí nógvar smáar bamsur skuldu koma at vitja. Tað var stuttligt at síggja tey smáu, og Símun trenaði gubbarolluna í kvøld. Men allarfyrst fingu vit okkum morgunmat  saman við elektronikki, ein telda pr. kuvert.

páskir11 048 páskir11 002 páskir11 003 páskir11 006 páskir11 007 páskir11 017 páskir11 020 páskir11 021 páskir11 024 páskir11 025 páskir11 026 páskir11 030 páskir11 031 páskir11 035 páskir11 037 páskir11 038 páskir11 042 páskir11 044 páskir11 045