Bert til persónbilar í kirkjuørdindum stendur á skeltinum. Og sera nógvir bilar høvdu leitað sær í kirkju, prestur var hin svarti fýrahjólstrekti av Argjun, hann brummaði so hugfarsliga sínar bønir, og deknurin hin meiri fínliga hvíta Toyotina við automatiskum gearum, hon floytaði amen so hátíðarliga. Sálmasongur var so fagur, at tað ganga søgur frá. Bert onkur einstakur ljóðpottur var farin, so at tað haltaði eitt sindur á aftasta beinki.
Tá ið systrarnar ordiliga pynta seg fara tær í tær sokallaðu tapetblusurnar, ikki tað at tær ganga í eitt við tapetið beinleiðis, men tað høvdu tær gjørt, um tær livdu í USA fyri gott hundrað árum síðani, tá ið hetta tapetið var móti. Mangt finna tey uppá í The Metropolitan.
Og so hava vit verið við Gjógv og sýnað summarhúsini, tað gongur við tí rúkandi ferð.
No comments:
Post a Comment