Svikarin í Norðurlandahúsinum
Søgugongdin minnir um Skeyk eftir Gunnar Hoydal, men hjá Báru á Lakjuni er boðskapurin ein heilt annar og nógv meiri fundamentalistiskur ella fýrkantaður.
Tann óspilti Ádam býr á bygd, men vil burtur. Í býnum verður hann spiltur ja púra oyðilagdur av syndarum. Tíbetur er gentan Eva trúføst, fer í býin og fær hann heim aftur.
Syndafallið lýst sera grafiskt og lítið elegant, har er einki eftir til hyggjaran at finna útav. Eisini bíbilsøgan um burturvilsta sonin er í leikinum.
Persónar: Fanin sjálvur hevur høvuðsleiklutin, hann eitur Lu Cifer og hevur allar greiðir, bæði kvísl og helvitis logar. Sær til hjálpar hevur Lou 7 svartar dámur – tær 7 deyðsyndirnar, tær eita enntá eftir ódygdunum. Og Ádam og Eva búgva í eini bygd, har tey mjólka og sópa flórin og hoyggja osfr. Eitt sindur sum miðaldar kirkjuspøl. Og syndirnar vóru tær vanligu gomlu at roykja, drekka og horast, halló eru vit ikki komin longur, er tað ikki at skjóta spurvar við kanónum. Høvdu syndirnar verið at dálka jørðina, skapa hungursneyð í 3. heiminum ella vanvirða samkynd, so sást kanska ein framgongd frá miðøld.
Ein ræðusøga um lívið í býnum við eini idylliskari bygdarmynd sum bakgrund. Tann religiøsi boðskapurin er eisini eksplisittur eftirsum Lucifer sjálvur er við, tó eru ikki aðrir týðandi persónar úr bíbliuni við sum t.d. Jesus. Tað er kanska fyri ikki at vera ákærd fyri at vera boðandi ella missionerandi, men Lucifer ger jú somu nyttu.
Hevði hóskað í eini samkomu kanska, men í skúlahøpi er leikurin óhóskandi. Næmingar skula ikki spennast fyri handa vognin, hvørki sum leikarar ella áskoðarar.
Spælararnir gjørdu sær ómak, serliga Lucifer spældi væl. Tónleikurin var fínur.
Á Guð...no pun intended. Eg krimpi bibburnar, haha, men tú veit ikki hvussu glaður mín undirvísari verður, tá eg sleppi at fortelja honum, at tað faktist ER eitt stað eftir í verðini, ið framførir miðaldar kirkjuspøl. ;)
ReplyDelete