May 26, 2018

Framhaldsskeiðið vár 2018 av







nýbyrjað
Tað hevur verið ein stuttleiki at havt føroyskt við hesum 14 damunum, eg meini tað. Tær hava lært so nógv. Allar royna at tosa føroyskt, fleiri tosa næstan flótandi. Tær royna enntá at skriva føroyskt. Skeiðið var hesa ferð 10 vikur ella umleið 200 tímar.
Vit hava lisið Páll fanga hjá Oddvør. Spennandi at presentera sagnir og søgu fyri teimum. Vit tosaðu um pátrúgv, hvussu er við pátrúgv heima hjá teimum?
Næmingarnir vóru úr 5 heimspørtum, tað er also úr øllum heiminum uttan Arktis.
Vit lyfta í felag


Skeiðið var 10 vikur, frá 5. mars til 25. mai 2018 t.e. umleið 200 tímar.
Næmingarnir vóru 14 í tali, bara konufólk, og tær vóru úr fimm heimspørtum, Asia (5), Evropa (4), Afrika (2), Suðuramerika (1), Norðuramerika (2). Hóast hetta var framhaldsskeið, var stundum neyðugt at brúka enskt sum hjálparmál, men allar royna seg nú á føroyskum, og summar skriva eisini rættiliga væl føroyskt.
Tilfar: Grundbók var VITI eftir Bergljót av Skarði, og tá ið hon var so gott sum lisin, fóru vit at lesa Páll fanga hjá Oddvør Johansen, næmingarnir fingu glosur at styðja seg til. Páll fangi er ein Gráur krabbi. Vit lósu eisini søgnina og bóru báðar tekstirnar saman. Til mállærupartin brúktu vit Mállæruna hjá Árna Dahl og Paulivari Andreasen. Vit brúktu eisini tilfar hjá KVF og faldarar frá stovnum.
Munnligt: Vit vandu úttalu við upplestri og vit vandu talað mál við samrøðu um tekstir. Næmingarnir høvdu eisini munnligar framløgur um givið evni. Vit sungu sangir, og tær løgdu eisini ein sang fram úr sínum egna landi og greiddu frá.
Skrivligt: Tær lótu skrivligt avrik inn hvørja viku, og tað kundi vera fyrisøgn, stílur ella stutt avrik um eina mynd ella annað givið evni.
Mentan, vit vóru nakrar útferðir:
Fornminnissavnið, eitt gott stað at tosa um Páll fanga (1600 talið)
Skansin
Tinganes
Norðurlandahúsið
Landssjúkrahúsið – at síggja og kanna myndina í forhøllini hjá Edw. Fuglø



May 22, 2018

Jojo Moyes

Nú havi eg lisið tríggjar bøkur hjá henni: Eina "Night Music" um eina konu, sum er fráskild við tveimum børnum. Hon eigur einki og má royna at klára dagin og vegin. Hon er tónleikari, men síðani maðurin doyði, hevur hon ikki spælt. So vísir tað seg, tá ið maðurin er deyður, at hann var ótrúgvur og hevði logið um sína ogn og brúkt allar pengarnar, so at hon og børnini eru á reyvini. Bókin er so um hennara stríð, nakrar intrigur við grannar, nakað av ótrúskapi, men høvuðspersónurin er góð, sum dagurin er langur og fær løn at enda. Og alt endar í lukku og gamni. Eg má siga sum mín bókavinkona Bergljót M, at tað var eitt sindur vikublaðskent.

Tann næsta bókin, "Me Before You" er um eina gentu, sum einki eigur, sum arbeiðir sum tann einasta í síni familju. Hon arbeiðir sum hjálpari hjá einum fjølbrekaðum manni. Hann hevur verið í eini skívanlukku, og er totalt lamdur. Tey gerast vinfólk, og hon er vist forelskað í honum, men hvat? Hann ætlar at taka lívið av sær, hann fer til Sveis at fremja sjálvsdráp. Tey eru heilt úr hvør sínum samfelagsstætti, hann hevur pengar, flott hús og alla hjálp, sum hann kann ynskja sær, men vil ikki liva. Bókin endar sostatt við hesum lívsenda, men áðrenn tað, hevur høvuðspersónurin lært at virðismeta lívið, at hon má fara at læra seg okkurt og at ynskja sær eitt mentað lív. Hesa dámdi mær best av teimum trimum.

Tann triðja bókin "the one plus one" er um eina konu við tveimum børnum, sum einki eigur, men vil gera alt fyri síni børn, t.d. stjala ella læna pengar. Dóttirin er eitt matematikkflogvit, og meginparturin av bókini er um, tá ið tey koyra til Skotlands til eina matematikkkapping, sum skal fáa hana ókeypis í skúla og stórt sæð bjarga allari familjuni. Hon hittir mann, sum er heilt úr aðrari stætt, ein ríkan partabrævamann og ja tey eru sera ólík og hava sínar ósemjur, men sjálvandi koma tey saman í endanum. Ja, nú sæst vikublaðsmynstrið týðiliga.

May 2, 2018

Cardiff (5)

Anna skipaði fyri túrinum, hon bílegði útferðir, keypti bilettir og fekk pengarnar inn. Vit búðu á Future Inns í Hemingwaygøtu, stutt frá vágsøkinum. Hotellið var frálíkt, gott kamar, morgunmatur, barr osfr. Tað er ikki so pent uttan, men deiliga komfortabult.
Vit spákaðu oman til vágsøkið, har vóru  matstovur og pubbar. Millenium húsið og Miðstøðin tann reyði drekin.

 Hesi bæði taka sær av løttum saman við hundinum niðri við havnina. Hundur er sera nógv avmyndaður í býarmyndini. Turið helt, at útgrevstrar um túsund ár fara at sanna, at hundur var høvuðsgudur í okkara tíð.
 Fish'n chips í Eli Jenkins, og morlaðar grønar ertrar. Leskiligt.

Drekin er høvuðssúmbolið, hann sært tú allastaðni, á bommum, kortum, flaggi, rokningum ....