Dec 30, 2015

JÓLINI 2015

Vit plaga at halda jól saman øll annaðhvørt ella triðjahvørt ár. Í ár vóru vit øll í Danmark hjá Sólrun og Lars.
Mín jólatúrur vardi níggju dagar, so eg fekk stundir til annað enn at eta og drekka. Sum eg longu hava sagt í einum bloggi, vóru eg og Turið í Arken á framsýning, og eftir jól var eg á tí nýggja savninum fyri sjóvinnu í Helsingør. Tað er bygt undir jørð millum ta gomlu skipasmiðjuna og Kronborg. Flott staðseting. Savnið vísir skip og skipaferðslu ígjøgnum tíðirnar. Handil við Asia, sigling undir krígnum, skipbrot og annað. Men eg var ikki so øgiliga hugtikin. Hugsi, at eitt spildurnýtt savn skuldi verið meiri pedagogiskt, meiri spennandi - og har var ikki rættiliga nakað til børn, ja uttan í handlinum, har vóru ymisk leiku til sølu.
Nógv modellskip og nógvir málningar. Gamlir danskir filmar um sjómenn og gentu í hvørji havn. Á veg út á savnið sá eg Hans Paulasa skipasmiðjuarbeiðarar og ein fisk úr plastlutum.
 

 
Vit vóru eisini til sjónleik, Sólrun hevði útvegað atgongumerki til "Skærmydsler" eftir Gustav Wied í Fólkateatrinum. Flott gamalt sjónleikarhús, og sjónleikurin er gamal og gamalsligur, men kortini ein klassikari frá 1901. Tær spældu væl Malene Schwartz og Sonja Oppenhagen, men tað var nú fínt, at hann vardi bara ein tíma.
Tað vóru eisini stundir til ein TIVOLItúr, øll komu við uttan Símun og Hallur, sum tíverri var sjúkur. Børnini høvdu tað deiligt, sjálvt Kristina fór í eina karusell, og Louis var raskur at hava Magnu, sum er undir 120 cm. ,  hjá sær. So ein góðan bita í Veitini (Grøften). Kristina hevði gott  undirhald hjá Lars-abba, sum spældi krana við pasta og sukurmolum.
 
 
'
 

 
 
Jóladagarnir mega fáa ein blogg fyri seg sjálvar.

Dec 24, 2015

ARKEN



Tað er fyrstu ferð , eg havi verið á listasavnið tollaksmessudag. Vit báðar Turið fóru frá húsum í Jens Otto Kragsgade fyrrapartin í leigaðum bili. Ørkin liggur, sum ein strandað ørk, heilt niðri við sjógvin í Ishøj sunnan fyri Keypmannahavn.

Framsýningar vóru við verkum hjá Bjørn Wiinblad og Gerdu Wegener. Vit hildu tað var sera flott og áhugavert. Bjørn Wiinblad kenni eg frá plattum og plakatum, men Gerdu hava eg líkasum bara hoyrt nevnda. Sera áhugavert at síggja hennara verk. Hon livdi sítt listarlív í París í 20unum.
Bjørn Wiinblad hevur gjørt mynstur til so sera nógv ymiskt, líka frá búnum, postalíni og til plakatir og teppir. Sera spennandi.
Men nú eru jól, í dag eru handlar stongdir, tað er keypt, sum skal keypast. Børnini uppgearað. Sólrun fingið feriu (ikki fyrr enn í gjár). Seint í gjárkvøldið pyntaði Sólrun træið, tað var hugnaligt.

Gleði meg til í kvøld.

Dec 22, 2015

Nú ið stundar til jóla

Tað hevur verið nógv talað um, at børn hjá fráskildum foreldrum hava tað strævið á jólum, summi halda tvinni jól, og summi eru kedd tí at pápin ella mamman skula vera einsamøll  á jólum. Men hetta er eisini galdandi fyri abbar og ommur, tey eru kanska fráskild, einkjur ella einkjumenn - og eg spyrji bara, hvussu við eimum? Ná, summi fáa tvinni jól, og so heppin eru  eg og Magnus.

 Tann 18. desember vóru vit boðin til jólahald á Suðuroyavegnum, veitsludøgurða, creme brulé við mandlu í, sum Magna fekk, og ikki at forgloyma jólapakkar. Herligt at halda jól!
Og nú eru vit í Danmark hjá Sólrun.
Keypmannahavn er jólaskrýddur, fult av ferðafólki, sum vilja fanga norðurlendska andan á sínum myndatóli. Eg gekk ein jólaligan túr á strikinum.

Dec 17, 2015

SIGRI fyllir runt

Tað var jólahugni hjá Turið og Halli, vit hava ofta havt gløggløtu í atventini, men í gjár var tað tað serliga, at vit vildu heiðra Sigri. Hetta skuldi koma óvart á, so øll komu í góðari tíð, kakan var klár og pakkar á borðinum. So komu Sigri og Lív Rósa – tær vóru ovfarnar. Ein sera hugnalig løta saman við familjuni nú, áðrenn jólaferðing kemur í hæddina. Vit fara niður at halda jól, Turið S. fer til USA, Eva og Árni koma heim.






Stuttligt at síggja Viktor, sum er heima bara ein lítlan túr fyri jól.


Lag: Í bø eg gangi




Sigri Mitra – hin vitra 40 ár 
1.Tá lítla Sigri í heim varð borin Prinsessan komin øll vóru glað, Eitt undur hent har í Leivsa gøtu, Ein lítil proppur á abba knæ.
2. So nógvar royndir á baki hevur So ymsar skúlar og ymisk prógv, tey vísdómsorð hon á pappír festir Um lívsins meining hon hugsar nógv.
3. Hon gongur sjálvstøðug sínar leiðir Ei oyðir tímar á fjasibók Hon velur lívið í hesum heimi, Í tykisheimi ei festa rót.
4. Men orðaperlurnar elskar Sigri, Hon pussar væl, so tær lýsa gylt, So flúgva tær millum mannahjørtu, Um orð og andlit mítt sveima milt.
5. Ein langur túrur kann vera góður Til djúphugsan um at liva sæl, Buen camino mín góða genta! Á stjørnufløtu tær gangi væl!
6. Hon dugir væl síni børn uppala, Tey læra mangt um ta víðu verð, Hvønn fordóm jarða og vísa samhug, Slík uppaling góðan ávøkst ber.
7. Vit heilsa tær gávuríka kvinna, Og vóna lívið tær gongur við, At tú skalt eydnu og gleði hava Og altíð ganga við okkar´lið. Tójlgreb