Jun 30, 2013

Útoyggjastevna 2013

Vit fóru úr Havn kl. 10 og vóru á Kirkju kl. 12.30. Fult av fólki var á Kirkju, har var alt væl fyriskipað. Stevnan varð sett kl. 14, og so var ymiskt á skránni, íspegilin Bubu var har, og Herbert slapp at ríða, og tey bæði sluppu at fiska. Vit koma til Kirkju við Silja Star, ein skjótur túrur, tók bara 25 min.
008
Døgurðin kostaði bara 20 krónur, og tað var fínt at fáa at eta.
021
Sjáldsamt at hava orgul á vesinum, men tað er kanska hent viðhvørt. Eg las á FB, at orglið er upprunaliga keypt til Nólsoyar í 1880unum, tað kom til skúlan á Kirkju í 1920, tá ið nólsoyingar fingu nýtt orgul í kirkjuna.
036

 

Nógv fólk lurtaði eftir Jákupi á Fløtti, sum setti stevnuna.
044
Magna royndi at fáa sær ein lúr.
050
Togtoganin er altíð eitt hitt, hesa ferð vunnu hattarvíkungar steypið.
053
Magna sovnaði endiliga hjá ommu síni, endabresturin var at íspegilin Bubu kom ov nær.
066
Vit fóru til Hattarvíkar kl. hálvgun 6, Turið og børnini sluppu við bilinum hjá Birgiri (abbasoni Jóan Paula) og vit gingu, veðrið var fínt, so tað var deiligt, vit gingu niðan á Kross og so oman í Krók.
089094096
Tá ið vit komu til hús, vóru børnini longu farin í ánna.
104
Í Hattarvík føla vit okkum heima, vit gingu um bygdina í góðum veðri í gjárkvøldið, og eg og IR vitjaðu Sakaris í dag. Vit hittu eisini Leiv og uppistovumenninar. Kirkjugangur var kl. 14, so vit fingu akkurát farið í kirkju, áðrenn vit skuldu aftur yvir á Kirkju til Rituna, Leivur koyrdi okkum.
108

109
Hugnaligt inni hjá Annu Mariu og Jákupi
113

Inga Rósa saman við Sámal Jákupi (hjá Sakaris og Emmu)
118

Ingar Rósa og Hanus Súni)

121

125

Leivur í Suðurstovu og Símun (sonur Gullak) og Bergljót við steypinum.
129

Uttan fyri tarvafjósið.

134
Bergljót og Jóhanna
163

Jun 28, 2013

Seinasti skúladagur 2013

008021
Rektarin Mikkjal fer, Magni í Horni fer frá, Bergljót fer í farloyvi, Magnus fer í farloyvi, Malena stingur í sekkin. Altíð nógvar broytingar um summarið í Hoydølum, ein deilig grillveitsla.Herleif var grillkongur, hoppiborgin var upp á pláss. Hvørja ferð skúrur kom, runnu vit inn, og so tá ið sólin kom aftur varð farið út aftur. Fólk í góðum lag, hvat kann vera betri enn at vita sær eina langa summarferiu fyri stavn?
017028050052

Góði Mikkjal,
Vegna lærarahópin í Hoydølum fari eg at bera tær eina heilsan, nú ið tú hevur avgjørt at fara frá okkum.
Vit eru nøkur, sum hava upplivað nógvar rektarar á skúlanum. Ymsar rektaraprofilar (eg hyggi ofta at hasi seriuni við PROFILERS, teir gera profilar av brotsmonnum, ein hópdrápsmaður er ofta : mammudrongur, hevur undirlutakenslur, mist damuna osfr. Og vupti finna tey brotsmannin), ein rektaraprofilur er kanska eitt sindur tað øvugta av hasum, í hvussu er meiri fjølbroyttur.
Arnbjørn, Snorri, Jóannes, Mads, Mikkjal. Hvat er ein góður rektari??? Onkur var ongantíð á lærarastovuni, onkur var altíð á lærarastovuni, summir sótu leingi í rektarasætinum, summir ultrastutt. Hvat er ein góður rektari, hann ella hon má ikki lata maktina korrumpera, men skal hann ikki vilja hava makt? Duga at lurta og taka við hugskotum, men eisini at skera ígjøgnum og føra út í lívið. Skal vera hesin nuanseraði persónur, fittur men avgjørdur. (Ná kanska allir lærarar skula vera tað)
057
Ein 75 ára gamal stovnur sum FS hevur eina ávísa mentan, ein máta at vera saman, ein máta at arbeiða saman ella at ikki arbeiða saman, ein slík skúta er ikki so at venda í eini handavending. So eg hugsi tol er ivaleyst eisini ein stjóraeginleiki. Sjónleikaratalent ella innlit í drama er fínt at hava í skjáttuni, tá ið tú skalt leiða ein heilan flokk av lærarum, sum eru so ymisk í aldri, bakgrund og í aðrarmáta, vit sóu, at dramturgurin dugdi at nýta drama nú henda dagin, hann slepti eini bumbu.
Eitt tema er sum boygt í neon yvir tínum rektaraskeiði, tað er bíðistøðan, vit bíða eftir skúlanum í Marknagili, vit bíða eftir ábótum og broytingum. Men at bíða, at vænta og vóna ER ein lívstílur ella enntá ein lívstreyt hjá menniskjum. Hvat er lívið annað? Tá ið tú ert liðug at bíða, ert tú deyð. Men Mikkjal hevur brúkt bíðitíðina væl. Onki 6 ára skeið í skúlans søgu man hava sæð so nógvar broytingar og nýskipanir. Vit minnast tær samvirknu talvurnar og øll tey skeiðini, toymi og námsfrøðidagar osfr., sum tú og títt toymi og námsfr.nevndin hava staðið fyri. Og starvsfólkasamrøðurnar, sum tú fór undir fullur av eldhuga. Nú er hetta ein heilsan frá okkum øllum, men sjálvandi má hon standa fyri mína rokning, og eg skal beinanvegin viðganga, at eg ikki altíð havi verið líka forhippað uppá allar broytingar og nýskipanir, men tað er kanska bara natúrligt, at ikki allir aldurbólkar elska tað sama.
055
Tú hevur sum stjóri verið opin fyri hugskotum, havt eitt positivt sinni, sjálvt um álvarsemi mangan hevði hug at skugga fyri, tá ið fíggjarlógin skuldi fyri tingið. Tú hevur havt eyga fyri tí sosiala lívinum á skúlanum, verið við í rennidegi fyri lærarar, power yoga ,, við uppá útferðir, ball osfr, men onkuntið gloymdi tú at siga góðanmorgun og meiri enn einaferð gloymdi tú at siga góðandag. Men nú fyri einum hálvum ári síðani ella so, kom eitt permanent smíl á rektarans varrar, mundi tað vera tað, tey kalla permanent makeupp, hann kom a morgni stórsmílandi a lærarastovuna, skannaði rumið og smíltist um møguligt enn meir, ja tit hava gitt orsøkina...
Men nú er nóg mikið bíðað fyri fyrst. Tú hevur sera gott mót og áræði at fara at royna teg i DK. Tú helt eina pisurøðu í gjár um førningin, pisurnar hava við sær. Sama tala kundi verið hildin fyri tær í dag,, nú id tú skalt royna flogið. Eg las á heimasíðuni hjá VGT, at tú og Malena fara at búseta tykkum á bygd í DK, vit ynskja tykkum blíðan byr.
Nýggjar avbjóðingar er gott bæði hjá ungum og gomlum, og meiri pengar er eisini gott. Well pengar eru ikki alt, men 7-11 ella 17 milliónir er nokso fitt at gera gott við, brúka nú ikki alt til sangleikir. Vit vóna, at lærararnir á VGT fara at vera góð við teg og ikki alt ov strævin at fáast við.

Nú er summar í Føroyum

Fór við børnunum í ‘okkara’ útferðarplásss í Havn. Deiligt, líka til eg luktaði, at vit skuldu skunda okkum heim Smiley

014

021

024

027

029

031

 

Og í gjár vóru eg og IR á Cerello, hon hevur sleipað sum eitt ross í fleiri dagar, nú ið hon flytir. Hon bjóðaði ein deiligan búff.004035

Jun 26, 2013

Eina tonn verri

Í summum førum hugsi eg, at tannlæknakynstrið er ikki nógv broytt síðani miðøld, tú hevur eina tonn og eina tong, og so setir tú á. Takk og prís fyri doyving, sigi eg bara, men harra Jemini, tá ið doyvingin heldur uppat at virka. Men jú nakað er broytt, síðani tey fingu handilstenn í konfirmatiónsgávu.

002003

Men hon hevur tænt mær væl, tann silvurklædda, og tannlæknin dugdi sítt metier. Tað gingu ikki 24 tímar, so lá rokningin í postkassanum, effektivt.

039

Jun 25, 2013

Orhan Pamuk: Silent house

 

001

Bókin eitur Tavshedens hus á donskum, hvussu mundi hon itið á føroyskum? Tagnarinnar hús, Tigandi hús, Hús í tøgn, Tøgn í húsi.

Temu: Eitt høvuðstema er tøgnin, loyndarmálini, tabuøki. Eitt sera væl kent evni, eisini úr okkara lívi. Eitt annað tema er søga (n) og søguloysi, Selahattin skrivaði eina encylopedi alt sítt lív, kona hansara brendi hana, tá ið hann var deyður, abbasonurin Faruk situr á skjalasavni og leitar eftir søgum, so at hann kann skriva eina søgu. Hansara notubók verður tveitt í eina ruskspann. Nilgun lesur bøkur (Mark Twain) alla tíðina, og omman sjálv føldi sum barn, at Robinson Crusoe, saum hon hevði lænt og sat við í fanginum, var svarið til nógvan longsul, og so bar til at lesa umaftur eisini – ikki sum við livaðum lívi.

Sjónarhorn: kapitlini hava hvør sín søgusigara, sum er eg-frásøgufólk. Men sera nógv samrøða verður endurgivin, og vit fáa lut í nógvum tonkum eisini.

Kap. 1: Recep, 2: Omman Fatma, 3: Hasan, 4: Faruk, 5: Metin, 6: Recep, 7: Fatma, 8: Hasan, 9: Faruk, 10: Metin, 11: Fatma, 12: Hasan, 13: Recep, 14: Faruk, 15: Metin, 16: Fatma, 17: Hasan, 18: Faruk, 19: Recep, 20: Hasan, 21: Metin, 22: Hasdan, 23: Fatma, 24: Faruk, 25: Metin, 26: Hasan, 27: Recep, 28: Faruk (+Nilgun, 29: Fatma, 30: Recep (Nilgün doyr), 31: Hasan

Recep 6 kap., Fatma 6 kap., Hasan 8 kap., Faruk 6 kap., Metin 5 kap. (Nilgün 0 kap.) Tað er vert at bíta merki í, at Nilgun, sum er ung, vøkur og skilagóð - hon situr og lesur og hevur eina vón, sum hon roynir at greiða frá, hevur einki kapittul, tað er aldrin hon, sum sær hinar persónarnar, og hon doyr. Sum um at tann frægasta vónin, sum vit sóu, bleiv burtur.

Politikkur: Hasan er í hóslag við nationalistum sum hata kommunistar, men samstundis er hann forelskaður í Nilgün, sum hann plagdi at spæla við sum barn, tey hava sama abba, páparnir eru hálvbeiggjar, so tey eru hálv-systkinabørn, men tað hugsi eg, tey vita ikki. Nilgün er kommunistur, hon keypir eina kommunistiska avís hvønn morgun.

Metin er forelskaður í Ceylan, tey ballast og drekka og roykja seg skeiv, hon hevur ikki áhuga fyri honum. Tað politiska temað hevur sjálvsagt stættir sum eitt undirtema, fleiri ferðir verður Hasan spurdur, hvat hann vil her í grannalagnum, sum tey ríku búgva og svimja og taka sær av løttum, og um hann nú hevur forelskað seg í eini yvirstættargentu. Hann hoyrir heima millum tey fátæku saman við sínum krypilspápa. Dreingirnir Hasan og Metin eru umboð fyri tveir ymiskar sosialar bólkar, og teir eru báðir rættiliga hopleysir, lata seg leiða av bólkinum, lata seg tøla av gentuni, og tað fær ræðuligar fylgjur. Politikkur er, tá ið alt kemur til alt, uppfunnin og ávirkaður og førdur út í lívi av menniskjum, veikum menniskjum, forelskaðum dreingjum.

012

Í móti endanum av bókini lesur Hasan bløðini til at kanna, um hann er meldaður til løgregluna, tí í blaðnum stendur, hvør er deyður og løstaður av harðskapi, har fær lesarin at vita, at ófriður kostar hvønn dag lív og løstir. Einki stendur um Nilgün, tí hon hevur ikki meldað hann. Hví meldaði hon hann ikki?

Persónar: So við og við fáa vit familjuloyndarmálini at vita, tað tók eina hálva bók, áðrenn eg bleiv ordiliga fangað av søguni. Omman livir í tagnarinnar húsi, hon er 90 ár, liggur nógv í seingini og hevur Recep til tænara ella træl, hvørs loyndarmál vit hoyra , sum frá líður. Hennara lív hevur verið eitt lív í útlegd saman við einum maniskum drankara (Selahattin 1881-1942) og wannabe vísindamanni, sum leið av undirlutakenslum mótvegis vesturheiminum. Hann var komin til tað, at eingin Gud er til, og øll eystanfyri eisini kona hansara sjálvs eru heilavaskað, og  hann hevði eisini rættiliga serstaka áskoðan á kynslív og konufólk.  Omman sjálv er – hugsi eg – muslimur og kennir, at hon livdi í syndaveldi og gudloysi saman við Selahattin.

Tey høvdu ein son Dogan (1915- 1967), hann var giftur við Gül (1922-1964), og tey høvdu børnini Faruk, Metin og Nilgün.

Og Selahattin hevði tveir synir Recep og Ismail við eini kvinnu, sum hann installeraði í einum húsi í garðinum, men sum Fatma noyddi hann at vísa burtur. Ismail eigur Hasan.

Torført at siga, hvør er høvuðspersónur, omman er við alla tíðina til síðstu blaðsíðu – kanska hon ella er ættin sum ein felagspersónur.

Trý ættarlið, sum øll eru ávirkað av síni ætt og síni tíð, kanska vit eru nógv ófrælsari, enn vit ganga og halda. Kanska okkara umhvørvi, familja og okkara tíð forma okkum so nógv, at vit hava einki at siga sjálvi, vit spæla bara at vit taka avgerðir sjálvi…?

Kom aldrin ordiliga at kenna Faruk, hóast hann hevur ein stóran part av bókini, og nógvar detaljur og nógvir tankar eru um hansara áskoðan á søgu og tað at siga søguna hjá einum fólki ella eini tjóð, men tað er sum um putlispælið er ikki liðugt, tá ið bókin er liðug. Bókin er góð, rættiliga gátufør.

Ein Orhan er eisini haðani úr bygdini, sum skrivar skaldsøgur. Best at royna at lesa fleiri bøkur hjá Orhan Pamuk, so ein kann koma hesum samfelagnum  og fólkunum nærri.

Jun 24, 2013

Summartónar

Gott ókeypis upplivilsi. Ein tími við horntónleiki, herligt, eg bleiv ordiliga í góðum lag. Tey vóru 16 fólk, tvær kvinnur teirra millum og ein unglingi. Stuttligt at fleiri frumframførslur vóru á skránni, m.a. ein hjá Pálli Sólstein, sum sæst6 á myndini saman við orkesturleiðaranum Henrik Madsen.
020
Tey høvdu eisini trompetduo á skránni og kornettsolo. Tann ungi maðurin spældi slagverk, ma.a xylofon og skálatrummu.
Á skránni: Edvard Grieg, Andras S. Olsen, Gabriel Fauré, Eric Silfverberg, Carl Nielsen, Henrik Madsen, Páll Sólstein + tvey verk, sum ikki standa í skránni.
013018022

Jun 23, 2013

Familjuføðingardagur

019024031037040047

Hún á afmæli í dag!!059

Anna_Ancher_Pigen_i_koekkenet_1883-86

093

PICT0349PICT0348