Apr 18, 2019

Jórunn 70

Mín kæra vinkona Jórunn. Avmyndað í sjeytiárunum, tá ið vit búðu í somu uppgongd á Sólbakkanum. Jórunn er tann, sum oftast minnir okkum á, hvussu gott vit høvdu tað, og hvussu sermerkt tað er, at vit enn eru bestu vinir øll. Men nú er tað Jórunn vit heiðra, og nú er tað mín túrur at vera nostalgisk. Á fyrstu myndini situr Jórunn og ger skúlating, hon skrivar enskt. 



Í bindiklubbanum Gantesu eru vit 8 konur, sum hava hildið saman síðani sjeytiárini. Vit eru eisini saman í einum bowlinghøpi eina ferð um árið. Altíð festligt har sum Jórunn sleppur framat. Og nú er tað eplafestivalur á Sandi, sum eisini savnar okkum. 

Jórunn er listakvinna og saman við Jóan Paula hevur hon skapað eitt heim merkt av list og anda. Tey hava havt framsýningar, og tað síðsta nýggja er, at Jórunn er við á várframsýningini í ár.

Men tað er eingin sak at gera penar húgvur, tá ið tú hevur so fínar modellir.


 Ein av Jórunnsa mongu vinkonum er listarkvinnan Astrid Andreasen, og vit eru mong, sum fegnast um, at Jórunn og Jóan Pauli bóru so í bandi, at øll sluppu at síggj hennara verk á framsýning. Niðanfyri sæst ein gomul mynd av hjartavinkonunum, hon er tikin í húsunum á trøðni hjá Kartna Winther.






Hattadamur í baðikarinum hjá Sólveig í Stoffalág


Av og á hittast vit á Skálafjørðinum hjá Sonju, hon búði eisini á Sólbakkanum tann tíð tað var.




Í Eiriksgøtu eina fastalavint.

Vit hava sæst til rundar føðingardagar og aðrar merkisdagar øll árini, nógvar minniligar veitslur. Nú hava veitslurnar lyndi til at byrja fyrr á degi, vara stutt og enda tíðliga. Men tað er enn fjálgur hugni at koma saman. Seinast vit sóust var á Landavegnum, har Mads og Anne Lise rundaðu eitt krapt horn.
Og nú er so 70ára rundan.


Jórunn og Marita
Marita bleiv búgvandi í Danmark, har Tove eisini býr. Men vit hava hana ofta i huga, síggja hana onkuntíð, ikki ofta. Vit sótu mangan væl hjá Maritu.


Vit ganga túr á Tinganesi, eg havi eitt blómutyssi. Tær góvu mær døgurða og blómur á føðingardegnum í 2010.
Bólinur

Á eplafestivali, Laura sæst fremst vinstrumegin, tíverri er hon blivin burtur á bólinumyndini. Men Laura er grundarlagið undir vællevnaðinum í slíkum samkomum.



Marita er eisini blivin 70, hon beyð okkum í Skeiva pakkhús.

Góða besta Jórunn, vinkona og sálarhirði. Mann kundi sagt so nógv afturat, eingin mynd av Barcelonatúrinum ella øllum listaverkunum hjá tær, men bloggar hava sínar avmarking. Eg ynski tær hjartaliga tillukku og blíðan byr. Samstundis ynski eg Esther Mariu tillukku og tykkum øllum alt gott framyvir. KLEMM

Apr 16, 2019

Gamlir pílagrímar - kirkjur og list.

Turið, Bergljót og Inga Rósa í høvuðsjarnbreytarstøðini í Antwerpen 8.apríl 2019

Nello og Patrasche (Batist Vermeulen), drongurin og hundurin liggja og sova undir steinsetingini framman fyri dómkirkjuni í Antwerpen.

Vit keyptu ferðaseðlarnar í august, so vit hava havt góða tíð at gleða okkum at vitja Fridu Sofíu og familjuna. Vit høvdu vónað, at várið fór at vera komið í Champagne, men har var ísakalt. Men hiti var innanveggja og manna millum. Frida S. var guide og bilstjóri, og Michel kyndi í peisini um kvøldið.
Fyrsta stopp var í Antwerpen í íbúð á Turnhoutsebaan í Borgerhout. Sera áhugavert - ein býarpartur við fult av marokkanarum.

Ein serhandil við knøppum í milliónatali, broderíum, tógvi og nógvum øðrum, sær gamaldagsur út.
Vit tóku sporvogn inni í býnum. Sum gamlir pílagrímar høvdu vit fragd av at vitja Jákupskirkjuna, har er forrestin Rubens grivin. Vit fingu eitt sindur av tí gamla adrenalininum, tá ið vit sóu jákupsskel og tilsiping til Jákupsvegin.

Kanska í so langt at ganga hjá hálvgomlum konum


Sjálvandi vóru vit í dómkirkjuni í Antwerpen eisini, har var júst nú ein stór listaframsýning, m.a. við Rubens málningum. Men tað sum hugtók okkum mest var listarverkið DIASPORALIA , ein listarlig áminning um dagsins flóttar og tilflytarar. Nógvar madrassur við lutum á , ein lega fryst í tíð, eingi fólk, men lutirnir tey áttu - ein taska, ein vasi ein bamsa, ein telefon osfr. sera hugvekjandi

Koen Theys Diasporalia 2018, málað bronsa.







Alma Mater hjá FS, universitetið í Antwerpen.

Vit nutu góðan blíðskap í Reet í Antwerpen, áðrenn vit fóru til Oyes í Champagne. Frida S. vísti okkum dómkirkjuna í Reims á vegnum.

Gotiski katedralurin í Reims

bodnar til døgurða í Reet, Emil vísir blíðskap

Nú vóru vit komnar til Oyes í Champagne, til paradísið hjá FS og familjuni. Sólin skein, men tað var ísandi kalt. Tey hava altíð okkurt at gera í tí stóra garðinum.Vit vóru í Oyes í 4 dagar.
Tvær ferðir fóru vit sjálvar útferð. Vit koyrdu til Sezanne til handils, og vit fóru til Villeverde, Epernay og Montmort Lucy. Allastaðni eru smáar bygdir, og ofta ein kirkja. Landið er slætt, lágt heyggjalendi við vínøkrum allastaðni.
 Kirkjan í Villeverde er meiri eyðmjúk og fátækslig enn katedralarnir. Men hon hevur kálkmálningar, so hon er kanska avgomul.

Vertsparið. Farvæl og takk fyri blíðskapin og væl tilrættislagdan túr.




Apr 1, 2019

Sjónleikaraskeið jan-mars 2019



Kvøldskúlin og Sjónleikarfelagið í Havn hava á fyrsta sinni boðið sjónleikaraskeið út til tey eldru, tey vaksnu ella tey gomlu, hvat ein nú vil kalla okkum. Vit vóru 9 fólk í mínum bólki, í leikinum vóru eisini fólk úr +45 bólkinum og nøkur børn.

Sóleyð Danielsen var lærari og leikstjóri. Og hon dugir alt, hon hevur eitt so fínt eyga fyri logistikki, casting og sjálvandi øllum tí sjónleikarliga, hugsi mær, at hon hevur havt ikki so lítið heimaarbeiði hesa tíðina! Hon ornaði rekvisittir og ljóðfílar og hevði í øllum, hon gjørdi, fakligan førleika og ungdómsligan myndugleika. Takk Sóleyð.


Skeiðið vardi 12 vikur, frá januar til mars 2019. Fyrstu fundirnir vóru í Sjónleikarhúsinum, og síðani vandu vit á Sanatorium í Hoydølum. Vit vandu tveir seinnapartar um vikuna og ímóti endanum vandu vit um kvøldið.
Bygningurin, størsta hús úr viði í Føroyum, spældi høvuðsleiklutin. Fólk, sum komu at hyggja, vóru nú á Sanatorium, (onkur áskoðari føldi seg, sum var hann á kostfeildini), trappurnar eru tær somu, rúmini eru tey somu, høgt til loftið og sera ljóst inni.
frá vinstru aftast: 1. Karsten Olsen, Mikkjal á Ryggi, mammudrongurin Jákup, Jørgen Frantz Jacobsen,
2.Anna Olsen kona Karsten. Birita. Marita, gentan hjá Jákupi. 3. Bedda, vaskikona. Mamma Jákup, í hatti. Fina frúa Ann Charlotte. Pirkan.4. Klemman. Per, sonur Karsten og Annu. Rasmus, sjúklingur. Marjun, dóttir Biritu. Lea, sjúklingur. Dr. Magnussen

Tann fyrsta sýningin var serstøk, tí at so mong av áskoðarunum høvdu tilknýti til húsið ella tíðina. Tað var sera gott at hoyra, at tey høvdu fingið nógv burturúr. Onkur segði, at eg líktist akkurát Klemmuni (sum var sjúkrasystir á Sanatorium), nógv søgdu, at Hilmar líktist akkurát dr. Magnussen.

So nógvar lagnur blivu avgjørdar har í Hoydølum. Vit hava lisið um tað hjá Karsten Hoydal, SVF hevur gjørst dokumentarsending um tað, og nú er ein leikur eisini spældur um tuberklatíðina. Heil hús doyðu av tuberklum, foreldur doyðu frá smáum børnum. Menn sluppu ikki til skips og mistu sína inntøku. Og í øllum hesum var eisini ein mótstøðurørsla, sum nørdist av eini vanlukku í Týsklandi, har fólk doyðu. Týðiligur paralellur til anti-vaccinatións tosið í dag viðvíkjandi MFR koppseting.

Sjónleikur er eitt ítriv, sum øll kunna vera við í, tað er ein edil list, sum gevur møguleika at granska menniskju og hendingar innanífrá. Sera spennandi skeið og lívsjáttandi 12 vikur. Tá ið sýningarnar vóru av sunnudagin, vóru øll við til at rudda, og Sanatoriið sá betur úr, nú ið vit fóru, enn tá ið vit komu, fóru vit oman í Sjónleikarhúsið at eta døgurða. Ein hugnalig stund við góðum fólki.