Jul 31, 2013

Hevur tú lisið nakra góða uppskrift nýliga?

The New Yorker hevur ofta stuttligar bloggar, hesin um matuppskriftir er sera viðkomandi, eg lesi ofta uppskriftir, hóast eg sera sjáldan geri mat (tað sama er nokk galdandi fyri bindiuppskriftir.)

Tey, sum lesa uppskriftir, siga altíð, at kókibøkur og bakibøkur eru sum skaldsøgur, og tað sigur eitt sindur um, hvussu vit í grundini lesa tær. Eins og ein góð søga fær ein góð uppskrift flutt okkum í lukkuland. Oxford English Dictionary lýsir skaldskap sum bókmentir sum “hava sum uppgávu at siga frá íspunnum hendingum.” Tað er tað, sum uppskriftir eru: søgur um ‘spælimáltíðir’. Lat teg ikki lumpa av, at boðsháttur verður nýttur (reinsa basilikum bløðini, flys leykin). Ja, tú fert kanska at gera tað í morgin, men beint nú gert tú okkurt annað. Sum tú liggur og lesur, lin við høvur á kodda, har er eingin leykur, men tú sært teg sjálva við hugans eyga flysa leykin, tú togar í tey pappírstunnu bløðini og gleðist um at síggja, at tú hevur als ikki skøvað løgini innanundir.untitle1duntitled

 

 

 

 

 

Recipes have a story arc. You need to get through the tricky early prepping stages via the complications of heat and measuring before you arrive at the point of happy closure where the dish goes in the oven or is sliced or served. When a recipe has many ingredients and stages and finicky instructions, it can be hard to concentrate, like reading a Victorian novel with so many characters that you need a dramatis personae to keep things straight.

001

Best at finna sær eina rabarbuuppskrift, og so endar tað við rabarbu crumble kortini…

Jul 29, 2013

Ólavsøkuaftan 2013

Fyrst bindur hon tað:

ólavsøkuaftan 13 001

So fer hon í tað:

ólavsøkuaftan 13 079

Vit hini vóru meiri traditionelt ílatin:

ólavsøkuaftan 13 011ólavsøkuaftan 13 016ólavsøkuaftan 13 029ólavsøkuaftan 13 059ólavsøkuaftan 13 060ólavsøkuaftan 13 061ólavsøkuaftan 13 065

Jul 27, 2013

Summargestir 5

Nú er talið fult, Michel er komin, og børnini eru glað at hava fingið babba, nú er franskt á skránni eftir eina heila viku á føroysktskeiði.

010

Annars er fjølment í Eiriksgøtu í kvøld.

005

007

009

Jul 26, 2013

Summarskúlin fríggjadag

Nú er summarskúlin liðugur fyri í ár! Vit, sum skipaðu fyri, halda, at tað gekst væl! Og foreldrini lótu væl at, tá ið vit hittust til ein drekkamunn eftir skúlatíð í dag. Vit ætla avgjørt at royna aftur næsta ár, men fylgið við á FB síðuni, so síggja tit, nær vit taka tilmeldingar.
Sólskin var í dag, so bæði fríkorter og døgurðatími vórðu notin uttandura og yngriflokkur hevði eisini tíma úti, og Grækaris Grashøvd bleiv eisini gjørdur har.
fríggjadagur 042fríggjadagur 051fríggjadagur 054fríggjadagur 056fríggjadagur 060
Seinnapartin fóru øll at svimja, og at enda fingu foreldrini drekkamunn og børnini prógv.
endi 13 001endi 13 003endi 13 006endi 13 010endi 13 014
fríggjadagur 069
Ein listaframsýning av tekningum hjá eldraflokki var í fimleikarhøllini.

Jul 25, 2013

Summarskúlin hósdag

Nú er vikan næstan liðug. Í dag var uppgávan hjá teimum eldru at hava eitt langt orð við í skúla, sum t. d. íslandsrossakappríðingarvøllur ella tunnilsætlanarnevndarformansfrágreiðing.
Seinnapartin byrjaðu tey eldru við at hava samrøðuvenjing, tey fingu hvør sín partnara at spyrja, og so var munnlig framløga aftaná. Tey vóru sera røsk, og øll gjørdu sítt besta.
P1000428P1000429P1000430P1000432P1000433
Seinnapartin fór yngriflokkur á sjósavnið og síðani oman í Sandagerð, og tey eldru fóru til dukkusjónleikin veiða vind.
P1000437P1000440P1000442P1000446 Tá ið vit komu heim, var framløgan, og so fóru børnini í fimleikarhøllina.
P1000450P1000451P1000452P1000456

Jul 24, 2013

Summarskúlin mikudag

mikudag 005
Á Háskúlanum er so hugnaligt umhvørvi, friðarligt og grønt og kortini í býnum. VIt hava fríkorter við frukt og saft og rørslu hvønn fyrrapart, í dag var tað súrepli, melón og banan.
mikudag 003
mikudag 002
Eldriflokkur skuldi fara at svimja, men har høvdu vit okkara fyrsta stóra kiks! Svimjihylurin var stongdur! Tað var spell, men vit hava so umskipað tímatalvuna, so at tey fara at svimja fríggjadagin.
Í dag vóru tey yngru til sjónleikin Veiða vind eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk. Hann verður vístur í tí gamla náttúrugripasavninum á Debessartrøð.
2klipt07 00724.07 009
Í dag fingu børnini steinarnar heim við, tit síggja grótframsýningina her:
24.07 01124.07 013

Jul 23, 2013

Summarskúlin týsdag

summarsk. týsdag 009
Í dag var útferðardagur. Vit møttust á Gomlu rætt og fóru so við Teistanum  til Skopunar og síðani við bussi til Dals. Tá ið vit høvdu etið matpakka í Eiriksgarði, fóru vit út at spæla, og summi fóru oman í mølina at finna ein góðan stein at mála. Hvør málaði sín stein.
summarsk. týsdag 004summarsk. týsdag 005summarsk. týsdag 007summarsk. týsdag 011summarsk. týsdag 015summarsk. týsdag 016
Børnini hoppaðu trampolin og sparkaðu, og so fingu tey pannukakur. Meðan vit bíðaðu eftur bussinum, spældu vit “banka kjøt”.