Apr 5, 2024

eg hvessi mær knívin



Ungu Føroyar høvdu eitt útgávutiltak í Sirkus í gjárkvøldið. Høvið var, at nýtt yrkingasavn er komið. Rithøvundurin er Nansý Sunadóttir. 

Turið Sigurðardóttir

Turið beyð fólki vælmonum vegna forlagið Ungu Føroyar hava ofta givið debutbøkur út, tað er gott hjá ungum høvundum at fáa eina roynda hjálpandi hond í tilgongdini.

Tað er hugnaligt í teimum skýmligu, sprøklutu hølunum niðri hjá Jóan Jakku, skógvahandlinum. Eg minnist, hvussu har sá út, har var so flott, fleiri hæddir av skóm, men ongar yrkingar og absalutt einki øl.

Fitt av fólki var komið at frætta um savnið  - eg hvessi mær knívin, eg komi heim.

Framløgan var skipað sum ein samrøða millum Sannu Dahl og Paulu Gaard og Nansý. 



Høvuðsmyndin, sum eisini er í heitinum, er knívurin, hin hvassi. Knívseggin, knívsoddurin. Áhugavert var at hoyra høvundin siga, at hon hevði roynt at lýsa hesa ræðandi, tabufongdu gerð , sum er sjálvskaði, og sum ikki er umrødd í føroyskum bókmentum higartil, vakurt. So løgið hugsaði eg, hvat er vakurt við at skera í seg sjálva, men er tað ikki júst listafólksins uppgáva at lýsa tað fjalda, tað ljóta, so at vit skilja tað? Skøvur eftir lærinum og skøvur á skøvninginum, og tað vakra er uppreisturin, tað vakra er, at orðini endiliga sleppa út, tey bróta sær veg, tað vakra er linnin. 

Aðrar myndir í savninum eru tað ljósareyða kamarið, gentukamarið, og Paula kom inn á líkskap við Marjun S. Kjelnæs, sum hevur skriva ein leik um gentukamarið. Múrurin, hvørs fyrsti steinur varð lagdur í ungdóminum, verður hægri og hægri, og tað krevur eitt ódnartak at lova ljósinum inn. Likamslutir, tann kropsliga avmarkingin . Bæði myndir, sum vit hava sæð fyrr og meira originalar myndir. 

Yrkingasavnið er eitt lágmælt mótmæli, lágmælt men treiskt. Hóast egið kennir seg brotið og uppetið og einsemi valdar, so er ein linni at fáa, ein vón.

So væl eydnað samkoma við dugnaligum ungum kvinnum.


1 comment:

  1. Tina K. Jakobsen05 April, 2024 21:36

    So spennandi yrkingasavn. Keypti tað í dag, og eg gleði meg at seta meg við tí.

    ReplyDelete