Jun 29, 2011

Farvæl so leingi, góða feriu!

Ein hugnalig, láturmild løta saman við starvsfeløgum. Tær eru so fittar  hesar ungu lærarindurnar og so dugnaligar. Onkur hevði hug at práta um, hvat hesin ella hasin flokkurin skuldi gera komandi ár, men nú fer hvør í sitt heraðshorn, onkur til Turkíið onkur til Danmarkar. Eg síggi út, sum eg eri á veg til Norðpólin, vónandi fari eg ikki at fáa brúk fyri turriklæðnum í Champagne.

004

005

Gjáarvegur 7

Guðny, dóttir Ingu Rósu, er listafólk, hon hevur júst tikið prógv frá listaskúla í Reykjavík, og komandi ár fer hon at taka tann pedagogiska partin. Hon hevur lati Hoygarðinum eitt, faktiskt tvey húsanummur.  Mær dámar betur tað grøna, sjálvt um bæði eru pen.002

 

003

Jun 28, 2011

Nýggjar bøkur frá Ungu Føroyum

Forlagið Ungu Føroyar v/ Turið Sigurðarsóttur hevur givið út tvær bøkur við yrkingum. Tað eru gávubøkur, vakurt prent og perma, lítið brot – lætt at senda í einum brævbjálva. Onnur bókin er kærleiksyrkingar, hin er føroyskar yrkingar í 200 ár. Tað stuttliga við hesi seinnu bókini er, at hvør høvundur hevur bara fingið eina yrking við. Eitt torført, sera avbjóðandi val.

 

Á heimasíðuni hjá Ungu Føroyum kanst tú lesa Turiðsa tíðindaskriv, www.unguforoyar.com

Jun 26, 2011

Fólkafundur í Skúgvi

Havi altíð skrivað Skúvoy, men eg veit ikki, tey siga øll Skúgvi og skriva tað. Skúgvi er kortini fuglurin skúgvur í hvørjumfalli…eg helt eisini tað var lítið vakurt at síggja Noreg skrivað Norra, men nú havi eg vant meg við tað. Minnist , at Helena og Hanus Samuelsen góvu út bók “Ferðaminni úr Norra”, eg mundi dottið uppeftir. Ná, skúvoyingar hava stovnað fornminnafelag, og tey skipaðu fyri fólkafundi í gjár, evnið var sjálvsagt teirra fremsta fornminni Sigmundur Brestisson. Gott var veðrið, so vit báðar Turið løgdu avstað í Caddy – við matpakka og kaffi í taskuni og eykatroyggju og turriklæði. Sildberin er ein góður bátur, men hann ER lítil og havið er stórt. Minti meg á ferðir í lítlabáti millum Rituna og land úti í Fugloy fyri fimmti árum síðani. Bygdin tók ímóti í sól og flaggskrýdd, vit fóru at ganga um bygdina, settu okkum í lívd at fáa okkum ein bita. Hugdu at tí elskuliga smádreinginum, sum spælir við ein bát. Standmyndin hjá Hans Paula stendur beint við kirkjuna, hon er ein av trimum, sum hoyra saman og ivaleyst tann besta, hinar standa í Sandvík, hagar Sigmundur kemur svimjandi og í Havn, har hann stendur sum ein krossur uttan fyri vesturkirkjuna.

Skúvoy 018

Skúvoy 026

Fólkafundurin var úti við Ólansgarð, kirkjugarðin í Skúgvi. Tríggjar vóru røðurnar, sangir vóru inn ímillum. Hanus Kamban tosaði um Sigmund í søguni, hannflættaði nakað av barnaminnum inn í sína talu. Jónleif Johannesen talaði um Sigmund í kvæðum, siteraði úr ymsum kvæðum og greiddi frá, hvussu hetjan Sigmundur verður lýstur. Jákup Reinert Hansen talaði um Sigmund í kristnini. Sangirnir vóru so sera væl valdir til høvið og til talurnar, m.a. sungu vit tað nýggjasta sigmundskvæðið, tað hjá Jónleifi. Fyrireikararnir eiga rós uppiborið fyri ein fjølbroyttan og upplýsandi fund.

 

Skúvoy 028

Skúvoy 040

 

Skúvoy 046

 

Eftir fundin fóru vit inn á gólvið hjá Hanusi og Kirstin, síðani fóru vit í skúlan, har tey seldu breyð og vaflur. Seinni var dansur. Um níggjutíðina fóru vit úr aftur Skúgvi. Túrurin inn aftur var ikki minni buldrutur, vit vóru á dekkinum og máttu halda fast fyri ikki at verða slongdar higar og hagar.

Skúvoy 033

Skúvoy 034

Skúvoy 067

Jun 24, 2011

kvartett

Fyrst ein túr í gosbað, síðani eta á Etika og at enda kaffi heima hjá Jórunn. Eitt deiligt kvøld.034

035

037

040

Jun 23, 2011

Skúlin er liðugur fyri í ár

Í morgun bjóðaði skúlin morgunmat, so var fundur, og seinnapartin var grillveitsla á fløtuni. Nógv fólk , gott veður. onkur var sum segði takk fyri seg eftir væl útint starv í Hoydølum. Har varð grilla til ta stóru gullmedaljuna, búffar, pylsur og makrelur, onkur grillaði bananir við flusinum. Summi skonktu og Sámal Ravnsfjall sang.

003

012

014

015

016

017018

021

032

033

Jun 22, 2011

Gaudeamus igitur..

002

003004Herligt at síggja nýklaktar studentar. Var uppi og gratuleraði guðsonin Jógvan, sum hann var penur og fínur í føroyskum klæðum. OG so fóru eg og Lìv niðan til Kristinbjørg at gratulera Jóhonnu, eisini hon tók ímóti í føroyskum klæðum og hvítari húgvu. Eg ynski teimum blíðan byr. At enda fóru vit at ynskja Ingu Rósu góða nátt.

IMG_7054[1]

Jun 21, 2011

Próvdómari í Suðuroy

Fór úr Havn sunnukvøld, so at eg skuldi vera klár at byrja mánamorgun. Gisti í Øravík, tí tað er nærri skúlanum enn hotell Tvøroyri. Súkklaði/ gekk til Hovs og aftur til Øravíkar. Nógv gongd, tí har eru langar brekkur, tað tók nokso langa tíð. Fyrra morgunin var eg akkurát til tíðina, seinna morgunin fór eg fyrr frá húsum, so eg var í góðari tíð. Deiligur súkklutúrur, tað hevði verið stuttligt at farið suður og súkklað til Sumbiar eisini. Sjálvandi tók eg myndir av stabbagrótinum á Hovsegg ella har tætt við Hovsegg. Annars haldi eg ikki, at har er so øgiligt, eg veit væl, at tað er summar nú, men eg trúgvi aldrin hasin vegurin er øgiligari enn dalsvegurin.

Suðuroy 001

Suðuroy 004

Her man onkur búgva, hugsi eg.

Suðuroy 013 - Kopi

Suðuroy 017 - KopiSuðuroy 017Suðuroy 018 - Kopi

Jun 17, 2011

Enskt á miðnámsskúla

Enskt er eftir føroyskt tann størsta lærugreinin í miðnámsskúlanum. Øll eru samd um, at enskt er týdningarmikið. Í ár fekk A støðið hesar tekstir at skriva um: 1. Eina grein um tónleik á netinum, hvussu hann verður kopieraður, og hvussu nógv tey sum “eiga” tónleikin missa. 2. Eina grein um at amerikanarar gera einki við máta. Alt er so ovurstórt og ovurfeitt. 3. Eina søgu hjá Ernest Hemingway, sum eitur Soldier’s Home.

Summi duga væl, málbera seg rætt og fjølbroytt, gera egnar orðingar við flótandi setningsbygnað og stórum orðatilfari, samstundis sum tey hava eina meining um tekstin, vísa til tekstin og gera viðmerkingar við egnum orðum. Mállæran er í ordan.  Onnur duga nokso væl, tey halda seg til tekstin, orðingar og setningar verða tiknir beinleiðis úr tekstinum og brúkt í stílinum. Tey endurgeva innihaldið í tekstinum og fara ikki afturum tekstin, gera ikki nógvar persónligar viðmerkingar ella hugleiðingar. Málsliga sæst týðiligur munur á, um tey skriva sjálvi, gloyma kanska at vit seta ikki fyriseting undan at-setningi ei heldur navnhátti, ella tey endurgeva tekstin.  Mállæran hevur hol, har klípi vanta. Onnur duga sera lítið. Tey misskilja ofta tekstin, ella gloyma tey heilt at brúka tekstin. Mállæran er als ikki í lagi. Stavivillur, sum ikki bara lýta tekstin, men eisini ørkymla lesaran, tí at meiningin verður burtur: wary og very eru t.d. heilt hvør sítt. Hesi seinastu hava stór hol í síni mállæruvitan, kanska klettar og ikki klípi vanta.

B støðið fekk í ár hesar tekstir at velja í : 1. Eina grein um vápnamentan í USA. Um tað skal vera loyvt at bera vápn, tá ið tú fert í skúla, ella tá ið tú fert til arbeiðis í einum barnagarði, so tú fært vart teg, um ein hópdrápsmaður kemur. 2. Eina søgu, sum eitur Amazing Grace.

Eg nýti høvi at reklamera fyri “Klípinum”, sí mynd.