Var inni hjá eini gamlari konu í Havn í dag, hon fyllir 90 næstu ferð. Ørindini vóru at hyggja at eini mynd hjá Kristini í Geil. Myndin hevur sína søgu, hon er ikki ein málningur ordiliga. Hon varð málað til eina framsýniong av føroyskum lutum einaferð, sum eitt slag av kulissu. Maður mína vertskonu fann hana samanrullaða onkustaðni og fór til Harald Eirikstoft at fáa hann at ramma hana inn, og har hevur hon hingið síðani. Motivið er Toftavatn. Hugnaligt inni í einum gomlum heimi mitt í býnum í Havn, møblarnir, ljósastakarnir og myndirnar, og blíðskapurin ikki at gloyma. Vit minnast væl, tá ið prentsmiðja var í kjallaranum, vit plagdu at bidda strimlar har. Vit fingu heimabakaða marmorkaku aftur við kaffinum. Myndirnar eru tíverri ikki so góðar, ikki við blitsi og ei heldur við ongum blitsi. Og so gloymdi eg at sláa datomerkingina fyri.
No comments:
Post a Comment