Nógv fólk var komið saman í Vágsbotni. Veðrið var gott, turt og stilt. Ein perlurøð av góðum talum. Fyrst var Sigri Gaini, hon sló fast, at samgongan svíkir síni lyfti og allir flokkarnir har hava selt síni grundleggjandi virði fyri eitt pláss í landsstýrinum. Hon nevndi sestakliga, at tað man vera eindømi í dagsins Evropa, at eitt stýri skipar fyri at skerja talu og framløgufrælsi, hon sipar her til, at MIðflokkurin hevur fingið teir at “parkera” etisk mál. Sigri var greið í síni talu og stríðshugað.
Í millum talurnar las Laura Joensen yrkingar, Laura er altíð góð! Hon las Jóannes Patursson og Trónd Olsen, báðar yrkingarnar vóru frá tjóðsparrørslunnar gulløld. Og hennara stálmál, hóskaði væl til tær stálsettu reglur. Eitt poeng var, at føroyingar eru ótrúliga raskir, tá ið ræður um at klintra upp á toppin, sveiggja í berginum og verja seg í ódn, og takla brim og mótgang. MEN í logn og á sløttum eru vit so nógv ov lin og líkasæl. Tað er kanska hetta syndromið, sum nú svíður. Eyðun úr Frændum sang, og hann hevði valt teir mest kendu og mest elskaðu sangirnar. “Kaga upp í himmalin” var jú eina tíð okkara óalmenni tjósangur.
Mín favorittur millum røðararnar má vera Høgni Mohr! Hann talaði frá hjartanum um slíkt, sum hann hevur upplivað í sínum langa lívi. Um fólkaflokkin, sum er so nógv broyttur, um Torstein Petersen, sum stóð stinnur á sinni. Og hann fekk lógvabrestir fyri síni orð um, at høvdu tað verið 7 kvinnur, sum sótu í sjónvarpsstovuni kvøldið eftir valið og høvdu sagt nei at bræða blokkin, so høvdu tær nokk hildið sítt lyfti. Kvinnurnar vóru vanar at klára seg og síni, hann hugsaðu um tær mongu fyrr, sum sótu einkjur ella vóru ommur at faðirleysum børnum.
Sum russinan í endanum kom Føroya ‘besta skald’, Jóanes Nielsen. Bersøgin sum altíð. Hannn tosaði um kapitalismuna og koloniveldi, sum altíð arbeiðir fyri seg sjálvt. Jóanes nevndi eisini Klaksvikar útróðrarmannafelag, sum í sjeytiárunum var eitt radikalt felag , men sum nú er ein deild av fólkaflokkinum. Hann tók eisini Miðflokkin ígjøgnum: flokkurin hevur sum so einki tilverugrundarlag, uttan eitt: teir hava sum politikk “at verja reyvaringin á tí føroyska manninum”. Ja hatta er eitt sitat, tí slíkt hevði eg ikki torað at sagt! Men Jóanes torir, hatta er upp á ein máta hansara metier. Hann var virkuliga fínur. Góður fundur, stemningurin í topp!
Hatta innkoyring forboðin skeltið kann óivað nýtast í eini tulking av myndini. Higar og ikki logur, ella sum Høgni segði, hann hopaði , at danir fóru at siga , nei nei, nú er nóg mikið við tykkum!
No comments:
Post a Comment