Ein stuttlig dagfesting. Eg sat við telduna og rættaði enskar stílar hjá 3. s. Tey hava skrivað um trý av teimum mest kontroversiellu evnunum yvirhøvur. Abort, euthanasi og deyðarevsing. Tey duga so væl at skriva, sjálvandi eru hesi evni nógv umrødd á internetinum, so har fáa tey góða hjálp, mest sum ov. Ná, men øll hava tosað so nógv um at taka eina mynd í dag, eg hoyri, at á venjingarskúlanum fóru øll út, og tey blivu avmyndað úr einum krana ú erva. Eg tók eina mynd út ígjøgnum vindeyga á loftinum henda gráa novemberdag og ikki tann vegin, sum eg altíð taki, men eystureftir.
No comments:
Post a Comment