Sum lærari ert tú saman við teimum ungu hvønn dag, tó ‘saman’ er so nógv sagt. Eftir 30 ár sum lærari ert tú nokso nógv eldri enn næmingarnir, tolið er kanska heldur ikki tað sama sum onkuntíð. Men onkuntíð fært tú eina góða, serstaka uppliving. Sum í dag. Vit hava lisið “Barabbas” eftir Pãr Lagerkvist, og flokkurin hevur gjørt sítt vanliga bólkaarbeiði. Tey skuldu lata inn eitt skrivligt avrik pluss gera eina kreativa framløgu. Og eg legði dent á, at tey skuldu royna at vera kreativ. Nú, summar framløgur vóru ‘vanlig’ power point, men ein, nei tvær framløgur vóru øðrvísi enn hinar 5. Ein útvarpssamrøða var við Barabbas. Útvarpskonan spurdi hann um hansara viðurskifti við Jesus og við Sahak og annað. Tað var sera væl funnið uppá og hevði nógvar møguleikar í sær – eisini slíkar, sum ikki vórðu nýttir.
Hin var ein dansur sum svar upp á uppgávuna um sálarlív Barabbasar. Ein koreografisk útsøgn gjørd til framløgu í føroyskum, tað er nú nokso stuttligt og sera originalt og kreativt. Barabbas er í svørtum, og hinar eru tey kristnu. Dansurin var ein partur av framløgu, sum eisini hevði vanliga PP framløgu pluss eina blýantstekning av Barabbasi – við arrinum og teimum djúptliggjandi eygunum. Jú tað er stuttligt at vera lærari.
Nýtt er í Hoydølum, at pyntað er í gongini, har er træ og ljós, hugnaligt at koma í skúla í myrkri og stormi.
Ikki nýtt er í Hoydølum, at 3. s og 2. HF hátíðarhalda, at nú er skúlin skjótt av.
No comments:
Post a Comment