May 31, 2010

Buen Camino 20

NO DOLOR - NO GLORIA
eingin pína eingin sæla ella dýrd. Hetta ordafellið stendur á tetroyggjum, sum tey selja pílagrímum her, og so er ein mynd av plástradum fótum. Á enskum verdur ofta tikið til: "no pain - no gain" um t.d. íðking í fitnessdepli ella aðrari fysiskari venjing ella einum klænkikuri. Vit hava roynt at funnið onkra hóskandi føroyska týðing. Mín er : eingin bági, eingin náði. Og Turiðsa boð er: eingin kvöl - eingin himnadvöl. Men sum verðsligur lutheranari hugsi eg, hvat skal öll henda pínan til? Sjálvandi er tað partur av okkara mentan og etikki, at vit skula hava lön eftir, hvussu nógv vit sríða ella líða. Heilt frá barnsbeini læra vit börnini, at tey skula fyrst gera okkurt fyri at fáa okkurt. Viljormur Kornus fór í klostur at böta sína sál, skerseldurin bíðar okkum hinumegin, um vit ikki skikka okkum væl..

So nógvar ferðir: pílagrímsferð, Kanossagongd, Via Dolorosa, Krossferðir, herferðir, víkingaferðir.
Vit eru nú staddar í riddarakjarnulandi, riddararomantikkur blómar, flögg og borgir...alt eisini partur av okkara mentan í Föroyum.
Turið helt í dag, at Kirkjuböur átti at verið partur av öllum hesum setuppinum, vit hava Erlend bisp sum halgimenni og Sverra kong og allar kvæðahetjurnar...okkurt kundi vit funnið uppá afturat...og so verið partur av tí stóra pílagrímsfelagsskapinum...:):):)

May 30, 2010

Buen Camino 19




Í dag hava vit gingið ca. 22 km., vit eru nú staddar í Rabanal, sum liggur 1200 m. yvir havi, í morgin fara vit upp í 1500 m., har er hægsta punkt á allari leidini, jarnkrossurin, Í kvøld hava vit verið til vesper, gregoriansk messa, tveir prestar messaðu í felag, og har var roykilsi og alt. Full kirkja av pílagrímum, religiøsum og verðsligum. Tey vóru nokso international, tí liturgiin var ljósritað á ymsum málum, og lisið var upp á fleiri málum. Men nú er...........(hatta var í gjár, knappliga var evran uppi, tú fært 20 min. onkuntíð 30 min á interneti fyri 1 evru), Í dag er 31. mai og vit eru longu komnar upp á pláss í Acebo, vit hava gingið 18 km. Høvdu avgjørt at gista her, tí nú er alt ber undanbrekka, og tað er so strævid. Annars var dagurin í dag tann allarvakrasti á øllum túrinum, vit fóru upp í 14-1500 m. hædd og høvdu so fagurt útsýni allan dagin. Gøtan var góð eyrgøta randað við lyngi og blómum, fjøllini stóðu litrík allastaðni rundan um okkum. Eg seti onkrar myndir, sum tó ikki eru rættvís endurgeving av fagurleikanum.

May 29, 2010

Buen Camino 18


BRÚNAMOSTIR, GRÖNAMOSTIR OG LILLAMOSTIR.
Eina ferð var tað 3 systrar, sum altíð vóru saman. Öll fólk kallaðu tær mostir. So fóru tær at ferðast, og hvörja ferð tær komu til eitt herbergi, spurdi Brúnamostir, er nakar kökur? Og so spurdi Grönamostir er nakar garður? Og seinast spurdi Lillamostir er nakað internet. Tað var ikki altíð, at alt fanst á herberginum - so tær máttu viðhvört fara á restaurant, og onkuntíð máttu tær sita inni og heingja vát klæði á fótalagið á seingini, og tad hendi seg eisini, at tær máttu skriva í eina lummabók í staðin fyri á interneti....(leysliga eftir Elsu Beskow)
---------------------
Í kvöld eru vit í Astorga, hetta bleiv ein langur dagur (30 km). Tad var ikki, sum vit ætladu. Men tá íð vit komu til Santeban, har vit ætladu at gista, sögdu tveir ungir menn, sum vardadu av herberginum vid okkum, at her í bygdini fór at vera stórt ball í kvöld "grand fiesta", so tad fór ikki at vera fridur at sova, bad okkum heldur fara vídar. Tá ifd vit soleidis vóru riknar av bygdini , máttu vit ganga einar 10-12 km. longur enn vit atladu. So í dag var tad Mazarife-Astorga (30). Vit hava í kvöld verid í bispapalassinum, sum Gaudi hevur teknad, sera imponerandi, samstundis er húsi Camino museum, pílagrímar og halgimenni í rúgvuvís. Ovast var framsyning av modernadari list, tad var nastan tad mest interessanta.

May 28, 2010

Buen Camino 17






LEÓN
Í gjáramorgunin fóru vit vid bussi úr Puenta Villarente, badi tí at eg hevdi havt so ilt í knanum í fyrradagin,og tí at tad er dráp at ganga inn til ein stóran bý millum bilar í ídnadarökjum.
León (ljón) rekur sögu sína aftur til fyrstu öld eftir Krist. Tá hövdu rómverjar eina stód har. Sjeynda legión hjá rómverjum var byrjanin til býin. Seinni var hann hövudstadur í kongaríkinum León, sum var tad valdmiklasta ríkid á Iberisku hälvoynni. Í León skodadu vit Dómkirkjuna, eitt fantastiskt bygningsverk í gotiskum stíli. MUseum, sum hoyrir til basiliku San Isidors sóu vit og so eitt verk hjá Gaudi. Hann sat sjálvur uttanfyri og teksnadi.Fleiri stadni á okkara leid sóu vit, at summi dyrka León sum stat enn, León libre - León solo - stendur málad nógva stadni sum grafitti.
Sera hugnaligt har rundan um Mariukirkju og í pílagrímsgötuni. Gistu hjá benediktinarum, tey vóru so blíd og góvu morgunmat í morgun. Ókeypis,bert frívillig gáva. Vit vóru á kaffihúsi og restaurant. Deiligt at koma ómódar til ein bý

May 26, 2010

Buen Camino 16












HERBERGID
Eitt gott herbergi skal hava brúsur vid nóg mikid av heitum vatni, kök, gard vid kladnasnórum, vaskimaskinu og turkara, vask til at vaska kladi vid hond, internet, automatir vid kaffi, sötum osfr og sjávandi gódar sengur sum ikki standa ov trongt. Vit eru nú byrjadar okkara 4. viku á vegnum og hava sostatt roynt 21 herbergi.

Dos búlgaras



Dos jóvenes búlgaras trabajan en Sahagún

May 24, 2010

Buen Camino 15




Nú má eg blogga aftur í kvöld, tí eg lovadi einari hollendskari, at hon og hennara stóra vitan um skógvar og sokkar skula á netid í kvöld. Hon hevur gingid í sínum ledurskóm heilt úr Hollandi sídani fyrst í februar. Prátid kom í lag, tí at hon sat og smurdi sínar skógvar inn í ledurfeitt, og vit spurdu so um skógvarnar, teir eita Meindl shoes. Hon hevur tvar ferdir fingid nýggjan hal og einaferd nýggja tá, hon vil hgeldur taka tad roksid enn at fáa sar nýggjar, tí at hesir eru so gódir. Hon turkar teir innan um kvöldid , tí at sveittin krystalliserast, um hann bara turkast inní, og so verdur skógvurin beinanvegin ráur aftur. Og tit compeed elskarar! Hon brúkar ongantíd compleet, sum hon segdi. Annars dugir hon sera val enskt, um hon far eina blodru, so heldur hon hana reina og so einki meir, compeed heldur hana váta, og hon sleppur ikki at grödast. Og sokkarnar vaskar hon hvört kvöld, har ger tad sama seg galdandi vid sveitta. Konan eitur Gré ter Woord, ter Woord er eftirnavn. Og so tosadi Ramón, sum er úr Suduramerika eisini uppií, hann segdi eisini, at compeed er púra óbrúkiligt, hann brúkar bara pappír (!) vesipappír innanfyri sokkin, tad sýgur vatuna í seg. Og so segdi hann fleiri ferdir, at vit skuldu fáa okkum högguslokk í Santiago, ikki Bacalao, heldur frískt sjógati, t.d. jákupsskel.
Turid helt fyri at compeed er so dýrt, at tad er "either compeed or eat", mann kann ikki gera badi. Hvussu var og ikki, so hava vit allar tríggjar tikid öll plástur av í kvöld, so far mann at síggja, hvussu rádini duga! Myndirnar eru av Ramón, Gré og hennara skóm.

Buen Camino 14













JÁKUPSVEGURIN
El Camino de Santiago - Chemin de Saint-Jacques - Der Jakobsweg er leiðin til Santiago de Compostella. Hagar liggja mangar leiðir - ein gjögnum alt Portugal, ein framvið Biskaya víkini, og fleiri byrja í Frankaríki. Leiðin vit ganga verður kallað tann franska leiðin, hon byrjar í Saint Jean Pied de Port í Suðurfrankaríki (har koma fleri franskar saman). Úr St. J.P. de P. gongur leiðin niðan í Runsival, síðani suðuryvir og so í ein beinan vestan. Jákupsvegurin sjálvur er eitt magnað symbol, okkara lívsleið gjøgnum hita og kulda, upp um dalar og fjöll osfr., nakað sum sjóferð ella havsins leið í föroyskari traditión. Hövudssymbolið fyri vegin er jákupsskelin, allan vegin er vegurin merktur vid eini stiliseraðari jákupsskel, hon sær eisini út sum ein sól við níggju strálum ella ein hond við níggju fingrum. Tann mest vanliga leiðvísingin er blá jarnpláta vid gulari jákupsskel og píli. Men skelin er ymiskliga gjörd úr ymiskum tilfari í ymsum býum, bygdum og landspörtum. Í Carrión vóru stórar keramikkflísar festar á betongstabbar til at forða bilum inn á stíggin. Nógvir býir hava sett skelina í vegir ella gongubreytir til at vísa veg, sum sementrelieff, ella koparrelieff.
Vegurin er í Brierly (2009) máldur at vera 798 km. Vegurin er væl merktur, gulir pílar allan vegin, tó er tað ikki sum at ganga eftir hasum klistribandinum á Ríkissjúkrahúsinum, sum vísir veg til rönkuna. Eitt sindur meiri diskret á einum træ ella pela ella húsaveggi.
Vegurin sjálvur ella stíggjurin er sera ymiskligur. Norðanfyri í Navarra gekk götan gjögnum skóg, har vóru áir, hövdir og deld, sera hugnalig og fjölbroytt. Á háslættanum - MESETA - var væl traðkað eyrgöta og landslagið nakad sum í Föroyum, lyngvøkstur og gras og nakrar grótrúgvur. Nógvastaðni er götan asfalt, ella asfalt vid smásteinum í, tað er hart fyri knöini, tá royna vit at ganga á jaðaranum, har ein lítil strípa av grasi mold/sandi er. Summastaðni er götan deiliga mjúk leirgöta, men í regninum var tað ikki so stuttligt. Tvær ferðir á leiðini hava vit mött sjávbodnum, sum hjálpa pílagrímum, báðu ferð var tað líka vælkomið, eina ferð at fáa lívd fyri vindi og kaffi aftanfyri teirra kampara og einaferð at fáa skugga og kaffi beint eftir eina harða brekku í steikjandi sól. Vegurin er sera lítið kommersialiseraður. Einans gang hava vit sæð eitt sölustað beint á vegnum, also ikki í eini bygd. Annars er ikki ein pylsuvognur ikki ein ísbúð einki. Ei heldur eru beinkir settir upp til at hvíla sær beinini. Tað er nokk ikki loyvt at hava slíkt söluvirksemi, tað verður nokk roynt at hava pílagrímsleiðina eitt sindur sum í gomlum dögum, tað skal ikki vera alt ov lætt og komfortabult. Nógva staðni fram við vegnum eru heilsanir og tekin. Smá altar og listarverk úr greinum og blómum og gróti. Allarbest umtókta symbolið er krossurin, men eisini leiðvísandi pílurin verður nógv brúktur og stundum eru báðir kombineraðir. Einastaðni stendur ein gongustivli fullur av blómum til minnis um onkran. Turið hentaði eina bukett ein dagin og setti hana í ein grótvasa. Annars verður alt tilfar brúkt, greinar, gras, plastikkposar, enntá rossatöð, plástur, einastaðni sá tad út sum ein kappping hevði verið at gera tann mest originala krossin, har sóu vit ein kross úr plástri.

May 21, 2010

Buen Camino 13









BURGOS.
Vit svóvu tvar natur í Burgos, og nú eru vit í Castrojeriz, tvar dagsleidir frá Burgos. Einki internet var 'i gjár og í fyrradagin.
Vit vóru á listaframsýning vid temanum tarvafekting. Nógvar myndir í ymsum stíli og statuettir. Nógv av listaverkunum lögdu dent á samanrenningina millum mannin og tarvin. Sýningin var í Mariuboganum ein stórur flott prýddur múrbogi vid myndum av ymsum hetjum t.d. Karli 5. Og so vóru vit í dómkirkjuni á Burgos Mariukirkju, á tann dýrd og dett ríkidömi. Vit gingu leingi har inni og hugdu at sjálvari kirkjuni og eftir lutum á kirkjumuseum. Vit vóru eisini og hugdu í handlar, keyptu plástur (altíd), og so mitt í öllum sóu vit eina lýsing fyri föroyskan saltfisk, tvar so fittar damur vóru í handlinum, og har luktadi so frálíka vael av saltfiski.

,I gjár fóru vit nokso seint til gongu, sera hart er at ganga í sólini. Í dag fóru vit fyrr avstad, so vit fingu nakrar kilometrar, ádrenn sólin tók ordiliga yvirhond.
Myndin av Turid og IR í vegjadaranum er tikin í morgun, tá id vit fingu okkum morgunmat.

May 18, 2010

Buen Camino 12







Fólk. People. Leute.
Her á Jákupsvegun mötir tú nógvum ymiskum tjódum. Mest eru evropearar, men eisini koreanara og fólk úr Kanada.
Sera nógv er av týskttalandi, tey eru úr Týsklandi og Eysturríki, sum teir tríggir Heinz, Urs og Petur, sum ferdast saman Urs er eysturríkari. Vit hava gist vid teimum í fleiri bygdum, teir koma altíd tídliga til bygdar, so fáa teir bestu koyggjurnar og fáa fylt vaskimaskinuna, og so ganga teir og hugna sar og vaska sar, tad verdur ikki tikid so tungt, um menn og konur sova í sama sali, og eg veit í öllum förum, at onkur av teimum brúkar bikinitrussur undir búkinum.
So er tad Bergfrid úr Noreg, hon kennir Elsu Jacobsen trúbodara, hon letur heilsa henni.
Í gjárkvöldid tá id vit komu til Atapuerca, fingu vit at vita, at fyri 2 dögum sídani vóru 3 föroyskar gentur har, tad munnu vera tar tríggjar, sum vit sóu í Runsival.
Og so er tad rískonan og rísmadurin, tey eru úr Korea, hon kókar rís um kvöldid og hon kókar rís um morgunin.
Og Maria og Mattias úr Stuttgart, teimum dámar best at fara seint upp og taka tad róligt, men tey ganga nokk so skjótt, at teyu eru frammi ádrenn tey gomlu sum fara kl. 6 til gongu.
Og ikki at gloyma parid, sum vit ikki vita eru madur og kona ella fadir og dóttir. Tad talar fyri tí seinna, at hon skeldar hann og hevur at honum, men hjálpir honum alla tídina, og tad talar fyri tí fyrra, at tey ratta hondina og nert vid hvört annad tvörtur um koyggjuavstandin.
Myndatekstur: 1)Katedralurin í Burgos 2) .Ut at eta pílagrímsmenu í Burgos 3) Maria og Mattias 4) Bergljót og Petur 5) Inga Rósa, Petur, Heinz og Urs 6) Bergfrid og Turid og Inga Rósa.