Vit hildu endasamkomu fyri næmingunum á framhaldsskeiðinum í føroyskum sum fremmandamáli. Skráin var avmarkað, men pláss var fyri næmingunum, sum er umráðandi, tí at hetta er teirra dagur. Tónleikapartin í ár hevði Uni Debess.
Tíggju næmingar vóru til staðar, tvey vóru burturstødd.
F.v. Jógvan Sørin, skúlaleiðari, Heðin Mortensen, Michele (Brasilia), Winda (Filipsoyggjar), Hilda (Ghana), Toni (Ongland), Khirvie (Filipsoyggjar), Annette (USA), Jelena (Serbia), Betsy (Kenya), Gie (Filipsoyggjar), Natasha (Indonesia), Bergljót, Inger.
Uni Reinert Debess sang tríggjar sangir, og teir vóru veruliga valdir av einslistum og hóskaðu so stak væl til næmingarnar sum eru á einari mennandi lívsleið, har ið lívið fær litir, um tú vilt og dugir at seta litir á.
Næmingarnir høvdu fyrireikað talur, summar í felag og aðrar hvør sær, tað var rørandi og stuttligt at hoyra. Og so sungu tær so væl.
Og Jógvan Sørin handaði skeiðsváttanir og verfamiljur og makar klappaðu. Av sonnum ein lívsjáttandi løta á Kvøldskúlanum í Havn.
No comments:
Post a Comment