Jul 30, 2014

Mín ólavsøkudagur 2014

Mítt fyrsta punkt var døgurði fyri familjuna klokkan eitt. Tað gekk fínt, og tað var serligt, at Bergur kom eisini, hann er sum skótaleiðari. Tíverri er Madeleine ikki á myndini, og diddan var á sjúkrahúsinum enn. Annars var tað bara Símun, sum ikki var í Føroyum á ólavsøku.

 P1030096

Eli Sigurð og Turið komu út ein túr seinnapartin , og kl. 19 fáoru vit á fund á Doktaragrund, tað var so sera hugfangandi, røður, sangur og skjaldur.

 P1030100P1030109P1030111

P1030103

Um kvøldið var nátturði á Suð.vegi, og so var tað midnáttarsangurin Smile Lisa segði, at tað var so langt síðani, hon hevði verið á Vaglinum á ólavsøku.

P1030112P1030113

Jul 29, 2014

Annfinnur nýggjur stjóri …….mín ólavsøkuaftan 2014

1973609_10152361756402487_5272228346314951943_o

Síggi ikki hesi stórtíðindi á Portalinum, so eg eri fegin um at kunna presentera nýggja háskúlastjóran, Annfinn Heinesen, sum tit síggja her saman við pápa sínum. Smile

….

Í ár vildi eg vera í góðari tíð til setanina, so tá ið Madeleine spurdi beinanveg hon var uppi, um tað var nú, hon skuldi í føroysk klæði, segði eg ja fínt og læt hana í. So kom Magna og læt seg í, og klokkan var ikki meiri enn 11. Herbert segði bara nei, hatta tímdi hann ikki.

P1030066

Men tað skuldi vísa seg at geva álvarsligan baksláttur, tí klokkan 12 vildi Magna úr aftur klæðunum, og so vildi Madeleine eisini úr aftur. Men tá ið vit fóru í býin, sóu vit soleiðis út, og vit vóru í góðari tíð. Á vegnum fóru vit í Leivsgøtu eftir Turið og Eli Sigurð.

P1030073P1030074P1030075P1030076

Vit sóu skrúðgonguna, hoyrdu Ólav Hátún, og so fóru FS og Lisa og Eli S. til kappróður, vit gomlu fóru í listaskálan. Fín framsýning í ár.

P1030080P1030083

Eftir listaskálan fóru vit á háskúlan á fólkafund, har ið Tóra Petersen helt eina fína røðu um fjølbroyttan samleika.

P1030091

P1030088

Síðani vóru stórtíðindi at frætta. Bjørgfinnur kunngjørdi, at nýggi stjórin á Føroya fólkaháskúla eitur Annfinnur Heinesen. Sera spennandi val, ein fjølbroyttur, kreativur, lívligur ungur maður við góðari kjølfestu í føroyskari mentan uttan at vera heimføðisligur. Óført. Aftaná fóru vit upp á gólv, og Óli á Geilini skipaði Leivs kvæði.

Nú fóru vit heim í Leivsgøtu og fingu deiligan nátturða frá Turið systur.

Jul 27, 2014

Gera tún í Havn

Fólkini í einum húsum í Havn ringdu til ein mann at fáa hann at slætta og hækka túnið um húsini. Hann segði ja. So gekk long tíð, so ringdu tey aftur til hansara, og hann segði ja, eg komi nú, so kom ein bilur og dumpaði tvey less av skervi frammanfyri húsini og carportrið.

P1020994

So gingu nógvir dagar, so ringdu tey aftur, hann segði, eg komi, og so kom ein lítil gravimaskina at standa í innkoyringini.

P1020996P1020997

Og so einki meir. Tað eru nú fleiri vikur síðani, at túnið bleiv okkuperað soleiðis. Tað er sera ringt at ganga, serliga hjá smáum og illa gongdum gomlum (kanska hann er tryggjaður, um nú onkur brýtur seg sundur?), bilarnir standa úti á vegnum, og ruskmenninir sleppa ikki til ruskspannirnar. Hvussu nógvar vikur ella mánaðir ætlar hann at lata hetta liggja?

Eg sigi bara VÁNALIGT!

Jul 26, 2014

Donna Tartt: Steglitsan

Bókin eitur á upprunamálinum The Goldfinch, eg havi lisið hana á svenskum, tí at eg var stødd í Svøríki, tá ið eg keypti hna. Tilelvingin var eitt ummæli í einum svenskum blað, sum eg sá á hotellinum í Malmø, har eg og Frida Sofía vóru staddar á veg í føðingardag hjá Lars.

untitled

Bókin hevur nógvar listarligar og bókmentaligar tilsipingar. Miðstillað er Faguríðgan (The Goldfinch), tann lítli fuglurin, sum situr leinkjaður á málninginum eftir Fabritius frá 1654.

untitled

Høvuðspersónur er Theo. Hann missir mammu sína í eini spreinging á einum listasavni, mamman doyr, men Theo yvirlivir. Har í spreingingini í listasavninum framman fyri Faguríðguni eftir Fabritius hittir Theo tann doyggjandi Welty, sum gevur honum ein ring og biður hann taka Faguríðguna við sær. Hesin málningur fylgir so dreinginum gjøgnum allan hansara uppvøkstur, hann krógvar hann undir seingini í einum koddavári. Málningurin er hansara troyst, hansara trygging, hansara band til mammuna, sum livir sítt stilla lív í hansara huga.

Min. MIn. Rãdsla, avgudadyrkan, hamstring. Fetischdyrkarens skrãck och førtjusning. Fullt medveten om min galenskap hade jag laddat ner bilder av tavlan i min dator och min telefon, så att jag kunne betrakta bilden privat, penseldrag som återgavs digitalt, en strimma solljus från sekstonhundratalet komprimerat i prickar och bildpunkter, men ju renare nyanser, ju rikare kãnsla av tjock pålagd fãrg, desto mer hungrade jag efter sjãlva føremålet, den oersãtliga, strålande, ljusskimrande tavlan. (s.528)

Fleiri málningar blivu burtur í spreingingini, og løgreglan leitar eftir teimum, tí má Theo krógva málningin so væl og liva í støðugum ótta.

Vit fylgja neyðars Theo, pápin er drankari og hevur ongan áhuga fyri barninum, hann býr hjá góðum fólki, fær vinir, missir vinir. Ein vinur verður honum hollur , tað er Boris. Men Boris er rúsevnisnýtari og rúsevnisseljari, og teir báðir klára seg við smábrotsverkum og drekka alkohol og taka rúsevni fyri at yvirliva, og bæði vit og Theo verða skelkað, tá ið Boris fortelur, at hann longu hevur stolið málningin og lagt okkurt annað inn í pakkan. Seinni fær hesin stolni ella bjargaði málningurin teir inn í størri og álvarsamari brotsmannaumhvørvi.

Besti parturin í bókini er lýsingarnar av antikvitetshandlinum, sum Theo endar í, hann bæði býr hjá og arbeiðir fyri Hobie, sum var partnari hjá Welty, sum Theo hitti í spreingingini. Hobie er ein herligur fýrur. Hann arbeiðir allan dagin á sínum verkstað við at gera møblar í stand, onkuntíð hevur hann bara eitt ella tvey bein av einari flottari sofu, so ger hann sofuna, so hon sær út sum ein millión, eitt rættiligt tíðartypiskt listaverk. Men Hobie er ikki brotsmaður ella falsknari og heldur ikki sølumaður, hann elskar sítt handverk, og lesarin fær at síggja, at list er ikki bara originalar fyri milliónir:

Det spelar ingen roll hur ofta du fångar linjen eller hur många mãnniskor gjort det føre dig. Det ãr samma linje. Fallen från ett høgre liv. Den bãr fortfarande med sig lite av samma chockverkan.” (s.765)

Bókin er 782 síður, og rætt skal vera rætt, tá ið ímóti endanum av bókini Theo og Boris, vála skítskeivir og skítfullir í Amsterdam, har teir skula royna at finna málningin., tá gjørdist eg nokso ótolin, og tá ið Theo lá eina heila viku í einum hotell rúmi og tókti synd í sær sjálvum, við ongum passi og skuldarkenslum, tí at hann hevur skotið ein brotsmann í sjálvverju….tá var eg nokso ótolin.

Bókin er serstøk, tí hon er um list og uppfatan av list.

Jul 25, 2014

SUMMARSKÚLIN 2014

Hondina á hjartað: keða børn seg ikki ofta í summarferiuni? Skúlavinir sandrast í allar ættir, tú skalt kanska heilt til Føroyar at vitja ommu og abba og ommusystrar og nøkur systkinabørn, ella trímenningar, sum tú valla kennir. Og hvussu feitt er tað at ganga til seinnapartskaffikaffi og vaflur?  Og foreldrini, sum als ikki eru von við at hava børnini allan dagin, vita ofta ikki, hvat tey skula finna uppá í fleiri vikur.
032
Tað er 5. ferð vit hava summarskúla. Skeið í føroyskum fyri føroysk børn, sum búgva uttanlands. Eins og allar hinar ferðirnar er skúlin á Føroya fólkaháskúla vikuna fyri ólavsøku.
Fleiri børn koma ár  undan ári, og ofta hava eldri systkin gingu á skúlanum áður. Í ár eru børnini úr India, Belgia, Noreg og Danmark og Sveis. Nógv av børnunum skilja tað mesta av føroyskum, men summi skilja næstan einki. Vit hava roynt at laga undirvísingina, so at øll skula fáa okkurt burturúr. So er spurningurin, um tey læra nakað. fimm dagar er ikki nógv, men eg haldi, at mann lærir nakað, bæði í tímunum, orð og setningar og í spælinum. Vónandi er so summarskúlin eisini ein inspiratión til at halda fram við arbeiðinum.
Í ár hava vit havt hetta virksemi seinnapartar: svimjing, ríðing, skuggasjónleik og útferð til Hvítanesar.
Men eisini undirvísingin fyrrapartar hevur verið sera livandi og virkin. Tey yngru hava verið í Sandagerði og túr á Tinganesi, og so hava tey spælt blunda og krógva við walkie-talkie, tað havi eg ongantíð sæð fyrr. Tey eldru hava havt bólkaarbeiði og postarenning. Og so hava tey hoyrt søguna um Páll fanga sum framhaldssøgu og verið túr í gomlu Havnini í fótasporum Páls.
Hvønn morgun hava vit sungið morgunsang, og tey hava lært seg fyrsta ørindi av tjóðsanginum.
Summarskúlin hevur eina FB síðu.

Jul 21, 2014

I was so much older then…. sprell í kosmos

Kári segði, at tað vóru júst 30 ár síðani, hann spældi fyrstu ferð í NLH. Sangirnir hjá kára p., bæði hansara egnu og teir týddu, eru klassikarar.

P1020843

Lógvabrestirnir boðaðu frá, at Kári hevur enn ein fagnandi áhoyraraskara. Havi ofta brúk pláturnar hjá Kára í undirvísingini, plagdi at reypa av, at eg hevði gingið í sama flokki sum skaldið. Anyways, tað var deiligt at hoyra kára p. aftur eina ferð.

P1020848

Jul 17, 2014

Syndafallið -

Atgongumerkið var bílagt fyri langari tíð síðani, vildi gjarna síggja leikin á Sandi, har er so hugnaligt á Listasavninum.

Søgan hjá Willami Heinesen verður søgd við humor og varma. Frásøgufólkið í Williamsa tekstum er sum oftast ein gamal maður. men frásøgurøddin í leikinum er hesar tríggjar kvinnurnar. Tað var pussigt at hoyra tað heldur manschauvinistisku røddina í teirra feminina munni, ein dynamiskur samanstoytur. Sum tær eymka sterka Johan og Fingal, skilja tær heitu Fanny óluksáliga væl við sínum kroppi, klæðum og útstráling.

041

Tað er nakað serligt við einum slíkum salongstykki. Áskoðarin er so avdúkandi nær spælaranum. Vit sóu, hvussu andlitið á Maritu broyttist tess meiri karaffilin tømdist, og vit sóu súreplabitarnar á andlitinum á Gunnvá.

036

Fruktmetaforikkurin er eitt stílbragd, sum tær sjálvar hava sett í leikin, og hann fungeraði perfekt. Tann óstýriligi hungurin og tráanin eftir nøktan komu týðiliga til sjóndar, tá ið Gunnvá fekk sær fyrst súrepli og síðani appilsin. Og skommin aftaná – óbetaliligt andlitsbrá á Gunnvá, tá ið hon hyggur, um nakar sá.

044

Tónleikurin og bandupptøkur skaptu huglag á pallinum t.d. tað bankandi og steðgandi hjartað í sterka Johan, sum “kom så ulykkeligt af dage”. Tær tosaðu williamskt, og eg hugsi tað er ein fyrimunur, at hava lisið William og kenna hansara stundum gamalsliga og eykasetningsfongda mál.

046

Tvær av teimum heilt stóru.

BRAVO!

Jul 13, 2014

Eg sá tað á facebook…stopp.

Ivaleyst setir facebook ofta gongd á prát, sum t.d. sást tú á FB, oys nei, eru tit vinir, hvat skrivaði hon, vís mær….men eg hugsi, at tað eisini kann virka øvugt, sum ein samrøðustoppari: hava tit hoyrt at ….ja, sá tað á facebook..stopp. Ella enntá soleiðis, at eg hugsi, hatta tími eg ikki at nevna ella fortelja ella práta um, tí tey hava ivaleyst sæð tað á FB og vita tað sama ella meiri um tað enn eg, og forrestin hava tey sikkurt vitað tað í longri tíð enn eg, tí tey hava nokk fleiri vinir enn eg.

DK jan 14 219

Facebook er ein kappingarneyti á mangan hátt. Kapping um tíð um vinir, um tíðindi um slatur um gølur.

Eg sakni bloggin hjá Kinnu og Inger, Føli meg slepta upp á fjall, eingi ráð um, hvat eg skal síggja ella hoyra á ólavsøku. Tað er ikki tað sama at reika á netinum nú, og bloggurin hjá Jógvan Zachariassen á forsíðuni á Portalinum hevur líkasum eitt heilt annað tema, enn eg leiti eftir.

 

 

 

Jul 6, 2014

Biskops-Arnø 5

10527840_10152116739320957_4322169430268094319_n

Fínt skeið á Biskops-Arnø, nógv gávurík fólk. Vit vóru biðin um at hava 3 karakterir ella figurar við okkum, eg hevði eina veru, sum líkist akkurát einum steini, og makkarin hevði eina smágentu við rísnum hári og eitt pinkubarn. So fingu vit ein tekst í part hjá Italo Calvino (Invisible Cities). Uppgávan var so at gera søgu(r), sum ganga fyri seg í umhvørvinum hjá Calvino við karakterunum, sum vit høvdu heimanífrá.

P1020685

Saman við Katrinu Clante.

1. Vit prátaðu eitt sindur um figurarnar, sum vit høvdu við.

2. Fóru hvør sær, eg skrivaði eina søgu, um rulkin Runiets, sum fór at leita eftir einum skatti. Katrina teknaði eina søgu um eina smágentu, sum finnur ein stein á sandinum (myndir av tí søguni eru á seinasta bloggi).

3. Vit skiftu um, eg setti talubløðrur á Katrinusa søgu, og Katrina teknaði eina teknirøð við talibløðrum, til mína søgu. Hjálparin er tað ljósreyða snarljósið í flúgvaradrakt við vøttum. og alt endar væl, og umhvørvið er úr Italo Calvino.

P1020673

Bjargaður í síðstu løtu.

P1020674

 

P1020677

Funnið skattin!

P1020680

Katrinusa mynd av Calvino býnum, sum er bygdur á eini heingibrúgv yvir um eina gjógv.

Jul 3, 2014

Biskops-Arnø 4

Sera spennandi og fangandi hetta við sambandi millum tekst og mynd. Myndin leggur afturat tekstinum ella myndin sigur sína egnu søgu, teksturin leggur afturat myndini, og sigur sína egnu søgu. Nógv av hesum fólkunum gera jú bæði mynd og tekst, tað er kanska mest vanligt, tá ið talan er um teknirøðir.

Í morgun blivu vit aftur parað til at skapa tekst/mynd, mín makkari var Katrina Clante úr DK. Uppgávan var at gera eina søgu við myndum, og treytir vóru, at hon var sett í eitt umhvørvi, sum var í einum teksti, sum tú fekst har, og at figurarnir vóru so teir, tú hevði við heimanífrá.

Mín figurur er ein vera, sum líkist akkurát einum steini, (hann er fyrrverandi Sinkadusur) men eitur nú NETS, og figururin hjá Katrinu, sum eg brúkti, var eitt lítið barn í flúgvaradrakt við vøttum í bandi – tað sá út sum barnið fleyg. Eg gjørdi so eina søgu og læt Katrinu, og Katrina gjørdi tekningar og læt mær. So setti eg nakrar talubløðrur á, men sum tit síggja, so er søgan søgd púrasta við tekningum.

P1020656P1020662P1020666P1020669

 Aftur ein stuttligur dagur.

Biskops-Arnø 3

 

P1020621

Var ein túr her rundanum, m.a. sá eg bispaeikina, sum er umleið 600 ár. mýggjabitar spiltu mær túrin, teir fara inn gjøgnum blusu, sokkar alt. Eg noydddist at verja meg við Helly Hansen jakkanum, men at ganga í regnjakka í hesum góða veðrinum var nokso ókul.

P1020649

Slíkt gamalt, grovæðrað træ líkist akkurát gróti, føldi meg heilt heima.

 P1020651P1020652

Vit eru 22 fólk á skeiðinum, harav 6 menn. Vit tosa bara skandinaviskt, onkur er, sum líka gjarna hevði viljað tosað enskt.

Ein heilt nýggj verð hetta við teknirøðum, ikki visti eg, at tað var sovorðin gróður á tí økinum í Skandinavia. Í gjár hoyrdu vit eina, sum eitur Joanna Hellgren. Hon segði frá sínum arbeiði, hevur búð og arbeitt í Frankaríki og givið út har.

P1020624

Rakel lesur søgu upp, sum hon hevur skrivað til tekningar hjá Katrine Clante og søgu, sum hon hevur skrivað, og sum K.C hevur myndprýtt aftaná.

P1020606P1020616P1020618

Einaferð gav Gud eini klókari konu ein ryggsekk og legði henni eina við, at hon mátti ikki hyggja í hann. Men tað var so nógvur gangur í posanum, at hon fekk ongantíð frið, so hon fór at lúra í hann, og út komu orðini, og tey breiddu seg út og spjaddust runt. (úr lærubók í sámiskum við tekningum hjá Madeleine).