Sep 29, 2011

Annar skeiðsdagur

Í dag vóru halgikvæði á skránni. Hugsa um Katrina í Torkils døtrum, hvussu hon er lýst? Hon tímir ikki upp og í kirkju, hon svarar pápa sínum illa aftur, hon ornar rossið sjálv úti í rossahúsinum, og hon er ein frálík reiðkona.  ALt eginleikar, sum vit í 2011 halda vera púra vanligir hjá einari óstýriligari ungari gentu, hon er bara sjálvstøðug og vil hava sín rætt. Um nú kvæði er 800 ár? Hvat mundu tey hildið um eina slíka gentu? Ja, hon fekk eina ringa lagnu, hon bleiv dripin, kanska tað er revsingin fyri at vera so framlig og frí. Hon kundi sitið heima hjá pápa sínum, til onkur kom at biðja um hana. Men vísan letur hana fáa uppreisn, ella fyrigeving við undurverkunum. Men also, hvat skal hon hava fyrigeving fyri? At hon varð neyðtikin kanska, ella at hon noktaði at lata seg neyðtaka? Nei, líka mikið, men í søguni “Ein gomul søga” hjá Jóhonna M. S. Hansen er maðurin, sum er prestur, í øllum føri verri enn hin grábeinti sjálvur, so harðligur og óndur hann er við hana. Og hví: tí hon skal hava verið í hóslag við hin  ónda, sum hevur hjálpt henni at sleppa undan at eiga børn, í dag rópa vit tað fyribyrging…..ja tann svarta miðøld…men hvussu við okkara upplýstu tíð ? Hvussu er í Írlandi?  Hvussu við ungum gentum, sum mega rýma undir jørð, tí at tær eru ikki “reinar” og sostatt kunna drepast av beiggjum, pápum og øðrum monnum…nei tann svarta miðøld er ikki so langt burturi. Vit bóru tekstirnar saman við myndir hjá eitt nú Beintu av Reyni og Øssuri Johannesen og Sigrun Gunnarsdóttir, t.d. hesa sum eitur “Komið til mín”, í mínari verð eitt løgið heiti, tí at hesin persónurin ella figururin er als ikki álitisvekjandi við lykli um hálsin og bláum klovnaskóm. Meiri speisk…hugsi eg

sg3

Sep 28, 2011

Okkara dýrgripir

Ja, nú ljóðar yvirskriftin ordiliga romantisk, men tað er nú einaferð so, at vit eiga so flott og fín kvæði, sum fá onnur í heiminum, og tað eru okkara dýrgripir.  Rasmus segði leygarkvøldið í sjónleikarhúsinum, at tað var merkiligt at hugsa um, at bara nøkur fá fólk í allari verðini duga at skipa Brynhildartátt, og tey eru øll føroyingar. Havi verið á skeiði í dag – um kvæði í undirvísing. Listafólk hava altíð brúkt skaldskap av mannamunni til at gera burturúr, so hesir dýrgripir eru ikki til at leggja í eina boks til at goyma, men til at brúka, lesa og kvøða og dansa. 800 ára gamlir tekstir hava prógvað sítt virði, tulkast av nýggjum, aftur og aftur í málningi, sangi og tónleiki og søgu. Evnini, persónarnir …sálarfrøðin, vandamálini, konstellatiónirnar … gera kvæðini til modernaðan skaldskapur. Á skeiðinum sóu vit filmin hjá Andriasi Høgenni “Imens bladene falder”. Ein sera sterkur stuttfilmur um menning, mammurollu og ivaleyst okkurt annað. Sera áhugaverdur dagur á MMR í dag. Og BTW, sum bloggan Turið plagar at siga, Kirsten Brix er lærari á skeiðinum.

imagesCANFB73W

 

images

Sep 27, 2011

Grøn orka

Hvat grønt er í at taka allar áirnar, har sum áirnar hava verið verður ikki grønt. Svørt sár í náttúruni, og grasið verður ikki grønari av,untitled at vatnið verður burturveitt.. Eg b…i uppá, at um SEV so tekur allar áir og løkir og hvørja tjørn í Føroyum, so verður tað sum ein dropi í havinum. Varandi oka, kalla tey tað eisini, ja vatnið kemur av himni, eg veit, men áirnar vóru varandi virði, tær vara ikki á henda hátt. Langtíðarárin, 50 ella 100 ár fram í tíðina, hvussu við tí?  Løtuvinningur er at taka eina og eina á og so fáa nakrar 100 kw tímar ella mwt , ella hvussu tað eitur. Tað gera tey púra beint á Selatrað og í Sjóvar kommunu, at tey siga kortanei. Streymnýtslan veksur so skjótt, at áirnar eru bara viðfáningur kortini, eitt prestiguprojekt hjá SEV. Hvussu við alduorkuni, hvar er hon? Ikki ein fingur lyfta teir at kanna tað slagið av orku. Onkur hevur verið í Bretlandi og hugt at einum verki…men einki hoyrist um slíkt.  Myndin er av Blásenda á Selatrað og tikin av heimasíðuni hjá Dimmu.

Sep 25, 2011

Tríggir mánaðir til jóla

jólatræVar boðin til náta, ja tað var nú súpan, náta og rísalamang (v/mandlugávu). Hvussu originalt er tað? 25 september, taka jólini upp á forskot, jólahald uttan stress, ja ongar gávur, nemliga! Jólahald við minimalum jólapynti, bara vertskonan hevði eitt jólatræ í oyranum…flott! Ein so hugnalig løta hjá míni originalu vinkonu. Hon hevur sjálv verið eftir náta. Hon elskar at spæla klovn, hon dugir so sera væl at gera mat og at pynta bæði borð og annað. Hon er listarlig..ja tú gitti rætt. HON er tað.

Solli sep 11 001

Solli2 sep 11 021

Solli sep 11 005

Sjálvt súpanarliturin hóskar til dúkin, vín afturvið, flutes og epli úr Havardali. Hvat kann mann ynskja sær meir.

Gjáartúrurin 24. sept 2011

Vit fóru norð seinnapartin, hittu Asfinn á vegnum, hann var har við sínum myndatóli. Hanus Súni kom eisini í Hoygarðin , áðrenn kvøldsetan skuldi vera.  Aftanáaftur fóru vit ein kvøldartúr niðan á GJógv og oman í fjøruna, veðrið var so gott og stjørnuklárur himmal. Morgunin eftir fingu vit okkum egg og bacon, og so fóru vit í kirkjugarðin at leggja blómur á ommu og abbasa grøv. Turið hevði morgunfrúur norð við. Tá ið vit komu suður, fóru vit í Norðurlandahúsið at lurta eftir Bergi, sum talaði um Viderø. Tað var væl sagt, tók bert 15 minuttir, men kortini ein lítl smakkiroynd av tí, hann fer at arbeiða við til sína phd. ritgerð.

Gjógv sep. 11 002

Gjógv sep. 11 004

Gjógv sep. 11 006

Gjógv sep. 11 008

Gjógv sep. 11 010

Gjógv sep. 11 028

Gjógv sep. 11 033

Gjógv sep. 11 046

Gjógv sep. 11 047

Gjógv sep. 11 049

Sep 23, 2011

SIGURÐ JOENSEN 100 ÁR

Í Sunda kommunu hava tey mentanardagar á hvørjum ári, tær ellivu bygdirnar í kommununi spenna seg út at hava mentanarlig tiltøk í eina viku. Tiltakið við Gjógv var kvøldseta til minnis um gjáarmannin, skaldið, sakføraran og merkismannin Sigurð Joensen – ja pápa. Soleiðis skrivaði Ásdís á ta stóru kakuna, sum hon hevði evnað til til haldið. Tey vóru so væl Ásdís og pápi, mamma hennara Marianna og pápi vóru systkinabørn og vóru altíð so góð við hvørt annað.

Bygdarhúsið var fullsett kl. 7, tá ið kvøldseta skuldi vera. Turið hevði fyrst ein fyrilestur um Sigurð, hansara lív og størv og nakað um hansara skaldskap. Áhugavert var at hoyra, hvørjar lærugreinir vóru á tímatalvuni, tá ið hann var á háskúlanum í 1932, tað vóru ikki lættisoppar, sum har vóru serveraðir fyri næmingunum. Spennandi at hoyra, hvussu bøkurnar um lítla Sjúrð vísa, at bøkurnar venda sær til lesaran, barnið, við undirhaldi og lærdómi. Sjónarhornið er soleiðis háttað, at lesarin fær greitt svar upp á mangt, sum lítli Sjúrður við hava svar uppá. Sera rørandi var at hoyra Turið lesa upp yrkingina “Ad matrem”, sum Sigurð yrkti til mammu sína, ein sera kensluborin og kærleiksfull heilsan til hennara, sum gav honum lív og uppvøkstur. Turið las eisini “Norðhavið”, og hon gjørdi tað væl.

Tað næsta á skránni var, at eg las “Tjúgundi maður umborð” – tað er ein nøtrisøga, onkur segði aftaná, at henni dámdi ikki so væl spøkilsissøgur. Einaferð havi eg roynt at lært meg hana uttanat. Eg segði hana einaferð við ongari bók á Café Chill í Kollafirði, har var eitt frásøgukvøld, og eg royndi meg eisini við henni í Lejre í Danmark í summar á eini frásøgustevnu, men tá bullaði eg danskt.  Søgan er rættiliga bókmentalig, og við øllum sínum skipsorðum og sluppmáliskum er hon ikki løtt at læra uttanat, so tað bleiv til upplestur við Gjógv, eg visti eisini, at áhoyrararnir har kendu til søguna og málið og ivaleyst vildu hava “ta ektaðu varuna”. Men tað gekk bara væl, hugsi eg.

Vit høvdu eina myndarøð við, sum var á stórskíggja, myndir av Sigurð og Sigrið og onkrar gamlar myndir frá Gjógv, og bøkurnar hjá Sigurði lógu frammi.

Hugaligt at fólkið við Gjógv minnist pápa og vil heiðra hann.Gjógv sep. 11 012

A4

A2

fastir 80

sigurd_sigri%C3%B0

SJ 001

við eini bók

Sep 21, 2011

Bókastev

Í kvøld vóru vit hjá Gunnvør. Har var alt gott at fáa, og bókin var Túsund bjartar sólir eftir Khaled Hosseini. Onkur okkara las hana fyri aðru ferð. Semja var um, at tað er ein fantastisk bók.  Ógvuslig og syndarlig í støðum, men endar kortini við vón. Ofta fellur prátið á aðrar bøkur og filmar, sum vit hava lisið.  Marjun lesur eina nú hjá Herbjørg Wassmo, sum eitur “Kann eg fáa eitt glas av mjólk”, og hon er so syndarlig og full av ræðuleika, at hon orkar ikki at lesa hana lidna. Svenski filmurin í Klipp-felagnum í síðstu viku var eisini fullur av harðskapi og ræðuleika. Bókin hjá Hosseini sigur frá Afghanistan frá uml. 1960 og inn í hesa øldina. Konufólk eru høvuðspersónar og landið.  Tær verða illa viðfarnar og eyðmýktar av Rasheed og av teimum lógum , sum verða settar í gildi. Landið verður eisni illa viðfarið og neyðtikið av ymsum, russar eru har sum hersetingarvald og taleban tekur síðani valdið. Men endin á bókini er vóngóður, trø og urtir vaksa aftur í Kabul, fólk eru farin at byggja hús og mála hús. Laila er við barn, og Tariq hevur fingið samband við Zalmai. Vit prátaðu um mentanina, sum sigur, at kvinnur skula vera í burka, ikki kunna fara út einsamallar, ikki ganga í skúla os.fr., og hetta er so stutt síðani, at tað er næstan nú. 005

008

013Hvussu man vera at búgva í Kabul nú. Man tað vera betri enn tá Mariam og Laila búðu har saman við húsbøðlinum Rasheed. Í gjár bleiv ein av friðarsamráðarunum, Rabbani, dripin av eini bumbu. Bumban var krógvað í eini turban. Rabbani var forseti til talebannar tóku valdið í Afghanistan.

Sep 20, 2011

Metaforjagstran

Havi sitið og leitað á netinum eftir greinum um metaforur. Serstakliga um ferð, at koyra ella koyrivegin og serstakliga vestureftir. “Going west” , Westward Ho! Fann nógv um koyring sum metaforu, m.a. eina heila ritgerð um bókina “The Road” hjá Cormac, dystopi um ein pápa og ein son, sum ganga og ganga og ganga. Trongt er portrið og smalur er vegurin, men vítt er portrið og breiður er vegurin.. eg hugsi vegur man vera ein tann elsta metaforan yvirhøvur.

í Dali 100

Minnir meg um eina søgu jká Jens Paula Heinesen um smádreingirnar, sum fara út um hagaportrið. Har er alt so fremmant, og teir síggj stór spor eftir kleyvunum á tarvinum. Portrið er verjan ímóti tí villa og ónda.leygardagsútferð 028

Fiskakassarnir eru kanska ikki so vakrir, men teir gera nokk sína nyttu.portur 006

Teir hálshvítu standa vakt um gamla kirkjugarð, har valdar friður mitt í ferðslurokinum í Havn.portur 009

portur 012

portur 013

Sep 19, 2011

Odd one out!

Í skúlanum hjá okkum hava vit eina kantinu, har ber til at keypa døgurða, sodavatn, salat, tvíflísar og bollar av ymsum slag og rátt grønmeti, sum hetta á myndini. Uppgávan hjá tær lesari er at finna tann lutin tað grøna metið, sum ikki hoyrir til, sum heldur ikki er grønt, men svart. Tað krevur nógv-øgiliga nógv at ganga framvið kassanum og ikki taka eisini hatta svarta grønmetið. Hin myndin er brún – øgiliga brún, ein oyggj og nakrar smærri oyggjar vestanfyri og so meginlandið.  Myndin er av einum tanga við Áir, sera flottir litir. Seti hana eisini á forsíðuna.

003

leygardagsútferð 064

Sep 18, 2011

Hvalastøðin við Áir

Stuttligt at hava eina so stóra verkætlan í gerð. Tey hava longu gjørt nógv. Andrass Mortensen segði, at síðani 1983 hevur hann havt umsjón har norðuri og fingið lutir til høldar. Húsini eru merkt, og okkurt er smíðað, soleiðis at fólk sleppur framat at hyggja. Men tú skalt ikki vera serfrøðingur til at síggja, at har er nógv eftir at gera.

leygardagsútferð 047

 

Heilt unikt verður savnið, løgnar maskinur og ketlar og tangar, her niðanfyri er ein sentrifuga.

 

 

 

leygardagsútferð 053

Alv skúlin við Áir er eisni partur av hvalastøðini, hann bleiv bygdur í 1949. Teir høvdu fingið at vita, at um teir kláraðu at taka 200 hval upp eitt ár, so skuldu teir fáa eini nýggj hús til arbeiðsmenninar. Nógvir eldri menn vóruóg hugdu leygardagin, fleiri høvdu sjálvir arbeitt her ella í Lopra. Myndin er av einum, sum hevur arbeitt í Lopra á hvalastøðini har. Hann vísir ein flensara.

leygardagsútferð 066

Skyldkonan Meduna fer at vera við í arbeiðinum, hon skal máta upp og tekna húsini. Her síggjast hon og drongur hennara taka myndir.

leygardagsútferð 061

Nógv fólk var og hugdi, og øll vóru líka hugað og fegin.

 

leygardagsútferð 062

 

leygardagsútferð 050

leygardagsútferð 056

leygardagsútferð 057

 

leygardagsútferð 064

leygardagsútferð 067

Leygardagsútferð

Vit fóru úr Havn klokkan 9.30. Fyrsta stopp var í Orkis, blómuhandilin í Runavík – ella er hann á Glyvrum? Vistu tit, at har er caramel kaffi og Irish cream kaffi at fáa. So gekk leiðin á Toftavatn, har gingu vit so – eftir gøtuni, sum er løgd har og har sum eingin gøta er ígjøgnum lyng og mýru. Har er óalmindiliga vakurt. Ikki nógvur fuglur hesa ársins tíð, men svanir og dunnur á vatninum. Tað er eitt gott hugskot at gera plássið til tjóðargarð.

leygardagsútferð 003

leygardagsútferð 010

leygardagsútferð 013

leygardagsútferð 030

leygardagsútferð 042