Sep 3, 2011

At fáa upp í lag……

imagesCA565H71

Stuttlig máliska, er ikki tað sama sum at tíma ella hava stundir ella orka, at ikki fáa upp í lag er meiri , at tú vilt fegin gera eitt, men tað er so tungt at byrja, tað er okkurt, sum kanska kann bíða, men sum tú verður sera glað at hava gjørt aftaná. Orðabókin sigur fáa seg til at gera ella spenna seg út til at gera. Spenna seg út ljóðar meiri sum tað er eitt sera orkukrevjandi arbeiði, tú skal undir. Eg havi sæð máliskuna skrivaða “fáa belag”, tað var onkur næmingur, gav onga meining í mínum oyrum.

Ná, tað var ikki tað eg ætlaði at skriva. Í gjár fekk eg ikki upp í lag at fara út. Sat inni og sumpaði allan dagin. Hugsaði, at tá ið middagur er, tá fert tú ein túr. Tú kanst fara ein súkklutúr, ja ella ein túr til gongu, stuttan ella langan. Tá ið klokkan bleiv tólv, hugsaði eg, tú kanst fara út í skýmingini, tá er so hugnaligt, og tískil bleiv kl. 23, og eg fór í song. Men í dag fekk eg upp í lag at fara út. Fyrst fór eg til gongu niðan í Hoydalar, sá systursonin á vegnum við barnavogni. Gekk gjøgnum plantasjuna, har var ein abbi og ein abbasonur og góvu dunnunum  Í Gundadali var fult av børnum og foreldrum á plenuni. Fór eftir gøtuni fram við Hoydalsá og sá lyngin, sum stendur í fagrasta blóma.  Í Hoydølum vóru næmingar, sum vaskaðu bilar innan og uttan fyri 150 kr. , og eg hitti nakrar lærarar eisini. Síðani fór eg til gongu fram við Strond aftur í býin. Eitt grovt æl kom á meg, men tað vardi ikki so grúiliga leingi. Næsta stopp var Kaffihúsið, ein deiligan brunch. Hitti har eina skyldkonu, sum gav mær dagføring um øll á hennara grein av familjuni, deiligt at frætta tíðindi. Nú gekk eg niðan til Konradsbrekku og hugdi inn í Smiðjuna, og hvønn skuldi eg síggja har uttan tvær av mínum vinkonum. Fylgdist so við aðrari teirra til hús og fekk dagføring um okkara felagskenningar.

Tað var gott at eg fekk upp í lag....

220px-Calluna_vulgaris_007

No comments:

Post a Comment