Var boðin til náta, ja tað var nú súpan, náta og rísalamang (v/mandlugávu). Hvussu originalt er tað? 25 september, taka jólini upp á forskot, jólahald uttan stress, ja ongar gávur, nemliga! Jólahald við minimalum jólapynti, bara vertskonan hevði eitt jólatræ í oyranum…flott! Ein so hugnalig løta hjá míni originalu vinkonu. Hon hevur sjálv verið eftir náta. Hon elskar at spæla klovn, hon dugir so sera væl at gera mat og at pynta bæði borð og annað. Hon er listarlig..ja tú gitti rætt. HON er tað.
Sjálvt súpanarliturin hóskar til dúkin, vín afturvið, flutes og epli úr Havardali. Hvat kann mann ynskja sær meir.
No comments:
Post a Comment