Sep 9, 2011

Jubiii. Jubiii. Jubileum!

Í Hoydølum er gott at vera, tað er grundin til, at vit fáast ikki burtur aftur. Onkur sigur, hví skiftir  tú ikki jobb, hevur tú einki drive ella áræði, siga tey, sum skifta djobb fimta hvørt ár. Nei, eg trívist her, og okkurt er, sum eitur trúfesti og støðufesti.  Ja, ja gott við tær, gamla mín, gaaamaldags. Anyway, vit heiðraðu tey, sum hava 25, 30 og 35 ára starvsdag í Hoydølum…og tað var huuugnaligt. Kinna sang sum tann lágmælti eingil hon er, Hanna helt talu og Berljót rappaði við ongum tónleiki. Kann mann rappa við ongum tónleiki? Ja, tað er ein nýggj sjangra, tað eitur rapp við ongum tónleiki (sí niðanfyri). Also Mikkjal helt talu, Hanna helt talu og vit ótu og drukku, og fólk ynsktu mær tillukku, og vit fingu blómur og gávukort, hvar kann mann meiri ynskja sær…uttan kanska ein I-pod . Og tavadenn, tá ið eg kom heim, lá ein heilsan frá Heiðveig við tillukku við 30 ára srarvsdegnum…fólk eru bara for fitt……… Og beint nú í skrivandi stund, komu blómur frá Vitusi og Turið…takk fái tey.

 

Jubileum 035Jubileum 042Jubileum 054Jubileum 055

Hetta er ikki so galið

Eg havi skrivað eina talu

Ella eitt rapp við orðaspæli

Og teimum rímum sum eru í vali

At takka øllum í hesum sali

Sum heiðra okkum við rundum tali

30 ár eru liðin síðan Arnbjørn sæli

Mær beyð at arbeiða í hesum dali

Við stjórum mongum, ein langur hali

Seinast Mikkjali, tí megna kali,

Køvdu vit so mangt eitt æli.

Gávi enn sum áður spírar næli,

Um fólkið skiftir, skúlin tó framali

Ungt fólk at liva í lukku og sælu.

Í Marknagili verður nakað kvalið

Tá gangi eg ikki longur her og mali

Men búgvi kanska í Dali?

1 comment:

  1. Hahahah, hatta var eitt skeg rapp við ongum tónleiki! Til lukku við 30 ára starvsdegnum. Stuttligt at lesa og síggja myndir. Og hatta sum tú sigur um at vera 30 ár sama stað... Lærarinnan hjá mær plagar at siga: Hvis tú ikki ert undir útvikling, so ert tú undir avvikling.. Men also, mann behøvist væl ikki at skifta arb.pláss fyri at vera undir útvikling ha? Úvikling, kemur tað ikki innanífrá?:op Ná, men anyways, til lukku!

    ReplyDelete