Vit fóru norð seinnapartin, hittu Asfinn á vegnum, hann var har við sínum myndatóli. Hanus Súni kom eisini í Hoygarðin , áðrenn kvøldsetan skuldi vera. Aftanáaftur fóru vit ein kvøldartúr niðan á GJógv og oman í fjøruna, veðrið var so gott og stjørnuklárur himmal. Morgunin eftir fingu vit okkum egg og bacon, og so fóru vit í kirkjugarðin at leggja blómur á ommu og abbasa grøv. Turið hevði morgunfrúur norð við. Tá ið vit komu suður, fóru vit í Norðurlandahúsið at lurta eftir Bergi, sum talaði um Viderø. Tað var væl sagt, tók bert 15 minuttir, men kortini ein lítl smakkiroynd av tí, hann fer at arbeiða við til sína phd. ritgerð.
No comments:
Post a Comment