Nov 30, 2009

Inga Rósa farin til Íslands









Turið beyð okkum ein farvældrekkamunn nú ið IR fer til Íslands. Beint nú er hon í Vágum og innkekking byrjar.
Seinnapartin í dag var sjónvarpið her í Eiriksgøtu, TVstar siga summi, linsulús siga onnur...aja

Nov 27, 2009

Sanna rundað Kappan.







Sanna helt systkinabarnaføðingardag á Dalavegnum í kvøld, hugnaligt at síggja fólk eina ferð aftur. Deiligt at tað er ikki bara til jarðarferðir. Aleksandra hevði boðað manskórinum, tað var ein deilig og rørandi gáva hjá Sannu at fáa.

Nov 19, 2009

Bókastev hjá Sólrun


Lítli hjá Bergljót helt vist, at hetta var eitt sera svøvnligt kvøld.

Nov 14, 2009

Spennandi bók


Jóhannes á Toft hevur talentir eg ikki visti um. Í Sosialinum í avdúka tey, athann hevur skrivað bók um Dal og Dímun.

Anna V. Ellingsgaard - anna@sosialurin.fo
Bygdasøga
Søgur úr Dali og Dímun fáa nýtt lív

Gomlu Dalbingarnir livdu og fortaldu ikki til fánýtis. Nú fáa mongu søgurnar um fólk, slekt og tilburðir í Dali og Dímun nýtt lív í sera undirhaldandi bókini hjá Johannes Johannesen á Toft, sum sigur søgurnar, ofta júst sum tey gomlu søgdu tær



- Pápi visti, at skjótt fór ongin at vita nakað um hetta, sigur Johannes Johannesen á Toft, sum tí fór undir at skriva bókina »Hús og húski í Dali - ættarbond og brot úr Dímunarsøgu«, sum kemur út í dag
Foto: Jens K. Vang

Umlættingarheimið 25 ár



Vit vóru inn á gólvið og fingu drekka og lagkaku. Nógvar av teimum , sum arbeiða har, hava verið har næstan øll árini. Á aðrari myndini eru brillurnar hjá HM vátar av regni, vit vóru akkurát komin inn.

Nov 13, 2009

samvirknar talvur

Nú skal skúlin hava samvirknar talvur, tað er ein talva, sum er ein telduskíggi. Tú kanst skriva á hann við tusj ella við fingrinum. Tú kanst hava tínar notur við heimanífrá og varpa tær á skíggjan. Tú kanst fara á internetið eftir teksti og myndum, og tú kanst rætta/skriva á tað, sum er á skíggjanum. Aja aja, fínt skal tað vera, um næmingarnir fara at læra meir ella skjótari ella betur-ja tað er ein annar spurningur, sum skal ikki takast upp her :)

Nov 8, 2009

Eysturoyar dansifelag 40 ár



Løgdu til brots við bussi úr Havn kl. 17.30. Vit vóru við Stígum fast. Leikum fagurt var eisini við í ferðini.Og Dansifelagið í Havn var eisini gestur. Veitslan var í Leirvík, frálíkt borðhald, passaliga langt, ikki ov drúgt. . Og so gekk dansurin, tað var stuttligt. Boaratátturin m.a. Kl. 03.30 fóru vit avstað aftur. Sangurin ljómaði í bussinum allan vegin suður. Takk fái eysturoyingar fyri blíðskapin. Battaríð í myndatólinum varð uppi, so eg fekk bara tvær myndir, tað var kanska líka gott, henda fotograferingin órógvar so illa.

Nov 7, 2009

Flóttafólkahjálpin í DK


Í morgin er tað, at tey fara at samla inn til Dansk flygtningehjælp

Nov 6, 2009

uppi hjá Duritu í gjárkvøldið


Durita bjóðaði fiskasúpan og heimabakaðar bollar te og rullukaku - ja ja uden mad og drikke...