Nov 8, 2009

Eysturoyar dansifelag 40 ár



Løgdu til brots við bussi úr Havn kl. 17.30. Vit vóru við Stígum fast. Leikum fagurt var eisini við í ferðini.Og Dansifelagið í Havn var eisini gestur. Veitslan var í Leirvík, frálíkt borðhald, passaliga langt, ikki ov drúgt. . Og so gekk dansurin, tað var stuttligt. Boaratátturin m.a. Kl. 03.30 fóru vit avstað aftur. Sangurin ljómaði í bussinum allan vegin suður. Takk fái eysturoyingar fyri blíðskapin. Battaríð í myndatólinum varð uppi, so eg fekk bara tvær myndir, tað var kanska líka gott, henda fotograferingin órógvar so illa.

No comments:

Post a Comment