Nov 13, 2009

samvirknar talvur

Nú skal skúlin hava samvirknar talvur, tað er ein talva, sum er ein telduskíggi. Tú kanst skriva á hann við tusj ella við fingrinum. Tú kanst hava tínar notur við heimanífrá og varpa tær á skíggjan. Tú kanst fara á internetið eftir teksti og myndum, og tú kanst rætta/skriva á tað, sum er á skíggjanum. Aja aja, fínt skal tað vera, um næmingarnir fara at læra meir ella skjótari ella betur-ja tað er ein annar spurningur, sum skal ikki takast upp her :)

No comments:

Post a Comment