Jan 30, 2017

Latið hagagrót og malargrót hava frið!

Sverri Patursson gjørdi í síni tíð rakstrarrópið “latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið!” kent um landið alt. Og tað virkaði, børn vórðu lærd, at lata fuglarnar fáa frið, at fuglarnir hava sítt heim í haganum, og teirra reiður, egg og ungar skula hava frið. Vit minnast eisini sangin “Hann rann sær kátur”, sum er um tað sama.
Men nú er tími komin til at evna til eitt nýtt rakstrarróp, nevniliga latið hagagrót og malargrót hava frið. Vit eru 50.000 fólk í Føroyum, og um hvørt fólk tekur ein ella tveir steinar, so verður tað nógv grót. Nú tá ið vit ikki hava brúk fyri gróti til at byggja hús og rættir og garðar, eiga vit at virða grótið og lata tað hava frið. Tað hoyrir til í nattúruni, tað býr har. Steinarnir veita smákyktum og gróðri lívd, og steinarnir halda upp á moldina.
DSC06880
DSC06882
Tá ið vit taka grót í haganum, kemur eitt sár, vatn sleppur framat og ger skaða. Tað er arrogansa og frekleiki at bara taka og draga grót til hús, tí at tað er so pent. Víst er tað pent, men tað býr í nattúruni. Og nú skula vit royna at fáa 100.000 ferðafólk? Gerið fyrst gøtur til teirra at ganga á í haganum, hagin verður kleyraður upp, serstakliga, um tað er vátt. Bæði ross og fólkk eiga at halda seg á gøtuni.
DSC06888
Kommunur áttu at gjørt gøtur til at ganga túr eftir í haganum, so skuldi tað verið bannað at gingið aðrarstaðni enn á gøtunum. Tað hevði verið hóskandi arbeiði til “ung í artbeiði”. Sama hvussu langt tú fert frá húsum, sært tú farvegin av ósketni menniskjans, fløska og fløskubrot í urðini.
DSC06885
Eg las eina grein um, hvussu menniskju síggja trø. Vit halda , at trø skula bara plantast og fellast, tá ið vit finna tað fyri gott. Men trø eru sosialar verur, tey hjálpa hvørjum øðrum. Við øllum okkara klókskapi og lærdómi eru vit komin rættiliga stutt, tá ið umræður at liva saman við og í náttúruni.

No comments:

Post a Comment