Dec 13, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 14

 

LOYSN 13: Stjørnueyga eftir Topelius

Nú visti Niko ikki , hvat hon skuldi gera við barnið. Tað var lítið og tað hugdi upp á Niko, eyguni glampaðu sum smáar stjørnur, men Niko visti væl, at sovorðin smá børn grótu ofta bæði eftir mati, og tí at tey vóru svong, og hon hevði onga suttufløsku hjá sær. Hon hugdi rundan um seg, kanska hon kundi lata góðum fólki barnið. Hon kundi kanska havt tað við sær til Havnar og latið tað inn á politistøðina saman við urinum, men áðrenn hon kom til Havnar mundi barnið verða bæði vátt og svangt. Hon tók reimina úr buksunum og bant barnið upp á bakið, so fór hon til gongu til næsta hús. Tað var eitt hvítt hús við nógvum jólaperum og øðrum pynti uttanfyri. Konan í húsinum var bæði blíð og týð, hon bjóðaði Niko bæði mat og song og alt. Og hon lovaði, at barnið skuldi onga neyð hava, hon skuldi nokk lata tað til foreldrini.

Niko var væl til passar, mett og væl sett, tá ið hon helt á Hórisgøtu í fagrasta veðri, tað var í lýsingini, men stjørnur vóru enn at síggja. Áðrenn hon var farin frá húsunum á Oyrareingjum hevði hon pussað urið so fast og skjótt, sum hon var ment, og knappliga slóknaðu tølini og tað brakaði í urinum, sum okkurt var rustað. Øll tølini vóru burtur eina góða løtu, Niko hopaði ikki, at hon hevði brotið urið, tí hon átti ikki urið. Nú meðan hon sat og hugdi at urinum, kom eitt tal til sjóndar, og tað var null. Null, hugsaði Niko, tað er ikki ein gong eitt tal, null er einki.

Tá ið Niko var komin niðaná, sá hon tvey fólk koma, ein mann og eina kvinnu, tey leiddust ella hann styðjaði hana. Tá ið tey komu nærri, hoyrdi Niko hvat tey prátaðu um. Hann segði – Jamen góða, har var einki pláss á hotell Føroyum, og tú vildi ikki inn á Natostøðina í Mjørkadali. – Nei, segði konan, har fari eg illanstíð, eg eri pasifistur. Nú sá Niko , at konan var so øgiliga tjúkk, og Niko visti væl, at tá ið konur høvdu so stóran búk, høvdu tær eitt barn í búkinum. –Jamen segði konan, -ætlar tú at eg skal eiga hetta barnið úti? Tí eg føli, at tað verður skjótt. -Vita um tú orkar at ganga yvir til handa garðin har yviri, eg haldi, at eg síggi eitt seyðaból ella eitt seyðahús har yviri, segði maðurin. Og tey fóru spakuliga yvir ímóti einum seyðahúsi sum stóð undir einum bakka.

No comments:

Post a Comment