Dec 20, 2014

Tá ið NIko fór til Havnar 21

 

Loysn 20 og 21 koma í morgin…

..sjórænaraskiparin hevur sagt, at hann skal tveita hann í havið fyri krokodillurnar. –Á dú, á dú segði Niko, vit mugu bjarga honum, men hon hugsaði, at krokodillur mundu ikki vera nógvar í Nólsoyarfirði. –Ja, segði hetta lítla, men eg havi onga klokku! –Onga klokku? Spurdi Niko, hvussu tá? –Jú sært tú, hevði eg havt eina klokku, so kundi eg brúkt hana ímóti sjórænaraskiparanum, tí hann ræðist klokkur, tað er tað einasta, sum hann ræðist. –So vart tú heppin, segði Niko, eg havi netupp eina klokku her, og hon tók urið upp úr lummanum og gav flogkyktinum. –Oys takk! Eg hopi, eg orki at bera hana. Urið var nokso tungt hjá tí lítla lýsandi flogkyktinum, og tað fleyg rættiliga lágt yvir aftur ímóti sjórænaraskipinum. Nú sá Niko ikki so væl, hvat hendi, tí at Ritan var komin næstan til Nólsoyar. Men flogkyktið fleyg yvir til sín vin, fangan, og gav honum urið. Hann fekk ikki tikið tað, men hon legði tað í hondina á honum, sum var bundin aftan fyri mastrina. Og nú segði hann við skiparan, at vissi hann ikki slapp leysur, so skuldi hann seta vekjaran i klokkuni at ringja, og so fór skipið at fara í luftina. Skiparin var ikki so klókur, so hann trúði honum og læt seg hótta til at sleppa honum leysum. Men hann koyrdi hann av skipinum beinanvegin við urinum, hann fekk bara ein lítlan bát og tvær árar. Og tá ið Ritan kom aftur úr Nólsoy, sóu teir umborð, at ein maður var í havsneyð í einum róðrarbáti, so teir fingu hann umborð á Rituna, og tann lýsandi flúgvandi veran kom eisini við. Hon segði dronginum, at tað var Niko, sum hevði bjargað honum, tí at hon hevði lænt teimum urið. Niko spurdi , um tey kundu fara á løgreglustøðina við urinum, tí hon hevði funnið tað, og nú hevði hon ikki stundir at fara við tí.

Tá ið Ritan legði at á Busatanga, fór Niko heim til ommu sína. Hon gekk eftir áarvegnum

No comments:

Post a Comment