Dec 15, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 16

LOYSN 15: Smørbukk (ævintýr)

080

Endiliga, endiliga sá Niko húsini í Havn. Hon stóð á Húsareyni og skoðaði landsins høvuðstað, og hesaferð mundi tað vera rætt: ræðuliga nógv hús og ljós og ein ovurstór kei. Nú skuldi hon bara fyrst fara til ommu hasa gentuna við heilsanini, og so heim til sína egnu ommu.

Har var skurslut at ganga, nógv grót og lítið av grasi. Hon spældi sær við at spæla “jørðin er eitrað”, tað bar væl til, tí har var so stutt ímillum steinarnar, at hon fekk væl hoppað stein av steini. Summir steinar vóru óslættir og aðrir vóru rundir og slættir, summir vóru bara gráir, aðrir vóru mosavaksnir – hvítir og grønir. Í lummanum lá urið, men Niko helt ikki urið var so spennandi, tí hon visti ikki, hvat mann skuldi brúka tað til. Men meðan hon hoppaði, hevði hon hondina í lummanum og pussaði bara spakuliga, tá ið hon hugdi at urinum einaferð, stóð urið á 2008. Tætt við vóru stórir klettar við gloprum og holum inn ímillum. Knappliga sá hon tveir steinar við einum blóðreyðum bletti á, hon stúrsaði við, var hatta blóð, var kanska onkur dripin her? So kundi hon kanska hjálpa løgregluni at loysa morðgátuna. Hon fór nærri, men nú sá hon, at hon hevði sæð yvir seg, har var einki reytt og einki blóð, bara tveir steinar, sum lógu har beint við inngongdina til eina holu millum tveir klettar, holan sá spennandi út, og Niko kreyp á øllum fýra inn ímillum klettarnar. Har var skýmligt inni, men tað var merkiligt, nú sá hon aftur steinar við einum reyðum bletti, teir lógu í runding, og mitt í rundingum var ein eitt sindur størri steinur eisini við einum reyðum – á nú sá hon, eini reyðari tungu! Á píkafaka hatta vóru dýr! tey vóru livandi! Niko skuldi venda sær og skunda sær út aftur, men hvat galt? Teir báðir steinarnir, sum høvdu ligið uttanfyri í áðni, vóru nú á veg inn, og Niko slapp ikki út aftur, tí inngongdin var ræðuliga trong. Niko visti ikki síni livandi ráð, kanska vóru dýrini vandamikil? Niko royndi at gera seg so lítla sum møguligt og kroysti seg upp ímóti vegginum. Teir báðir, sum komu inn, fóru upp í rundingin til hinar. Og hevði Niko skilt teirra mál, so hevði hon hoyrt eina søgu um, hvussu vandamikið tað er at fara út millum menniskju. Niko bakkaði á øllum fýra útaftur.

No comments:

Post a Comment