Loysn til søgu 18 : ein søga um ommu Pippi, sumer ikki skrivað enn
Nú mátti Niko ikki gloyma at fara at heilsa ommuni frá gentuni á rossinum. Hon fór upp í gjøgnum tær longu trappurnar, og áðrenn hon visti av hevði hon gingið heilt upp á takið. Tað var stuttligt, tí av takinum sá hon heilt út á Nólsoyarfjørð og út til Nólsoyar. Á fjørðinum sá hon eitt stórt skip, og dekan og píka og fakasjey og hálvgum trettan!! Tað var eitt sjórænaraskip, tað sá hon á flagginum, bara teir ikki lupu á Havnina, tí Skansin í Havn hevði bara rustaðar kanónir, tað visti Niko.
Nú fór Niko inn í køkin til ommuna, tað var merkiligt, hon sá ikki ommuna, ikki ordiliga, hon sá bara føturnar og beinini á henni sum stungu upp í loft, stríputar sokkabuksir og morreyðar mjúkar skóleistar. –Halló, góðan dag! segði Niko við føturnar, og annar fóturin vinkaði eitt sindur. Og nú hoyrdi hon okkurt svara av gólvinum, og tá ið hon hugdi niður, sá hon høvdið á ommuni tætt við gólvið, tí at omman stóð á hondunum – og gekk á hondunum. Niko misti púra málið. –Góðan dag, segði omman, hvør ert tú góða? Niko visti ikki, um hon skuldi bukka seg niður, ella fara upp á hendurnar at standa ella hvat. Tíbetur tók omman beinini niður og vendi sær rættan veg. –Nei eg plagi viðhvørt at lata blóðið renna niður í høvdið úr beinunum, segði omman, tað er so gott fyri blóðtrýstið. Niko væntaði næstan at síggja blóð koma úr oyrunum á konuni, tí hon var tomatreyð um andlitið. –Eg skal heilsa frá ommudóttur tíni í Vestmanna, segði Niko, vit møttust á Kjalnesi, og fylgdust nakað á leið. O, takk, takk , takk segði omman, kom og fá tær eitt sindur at eta. Nú fóru tær báðar at fáa sær, meðan børn og apur lamiteraðu í garðinum. –Hví eru so nógvar apur her? Eigur tú nøkur ross? Eigur tú hasi børnini? Niko spurdi og spurdi. Omma rossagentuna átti ikki børnini, tað vóru grannabørn, sum komu inn at spæla við apurnar næstan hvønn dag. Men apurnar búðu her hjá henni, hon hevði einaferð sagt við Harra Nilsson, at hann mátti endiliga bjóða familjuni í Afrika ein túr til Føroyar, ja um hann hevði nøkur systkin ella systkinabørn. Og 14 dagar seinni komu 33 apukattar við Norrønu, tey fluttu øll inn til ommuna, og Harra Nilsson kom viðhvørt úr Vestmanna at vitja. Nei, omman átti eingi ross, rossahúsið var til rossið hjá ommudóttrini, men har vóru tríggir básar, so tað kundi hava onkran at vitja seg og hava pyjamasparty eisini. Niko spurdi eisini ommuna, um hon visti, hvat skip hatta var í fjørðinum. Nei, tað hevði hon ikki sæð.
No comments:
Post a Comment