Dec 12, 2014

Tá íð Niko fór til Havnar 13

 

LOYSN 11+12: Pippi Langsokkur (Astrid Lindgfren)

clip_image002

Nú noyddust Niko og tann fremmanda gentan at ríða allan vegin suður aftur. Men tað var hugnaligt hjá Niko at hava onkran at práta við, og tá i ð tær skiltust innast í Kollafirði, lovaðu tær at skriva saman á Myspace. Tá ið gentan var farin, mintist Niko til, at hon hevði gloymt at spyrja hana, hvussu hon æt. Men hon hevði fingið at vita, hvar omma hennara búði í Havn, og Niko hevði lovað gentuni at fara inn á gólvið at heilsa frá henni og ynskja ommuni gleðilig jól.

Niko stóð nú á Oyrareingjum, hon sá Kollafjørð toyggja seg so langt eygað rakk. Tað var nokso møtimikið at skula ganga Hórisgøtu, hon var bæði brøtt, og í dag var nokso fitt av kava. Sum hon stendur og hyggur upp í brekkuna, nú sær hon eina sletu koma við fúkandi ferð omaneftir. Hon sær tvey fólk á sletuni, tað fremra hevur eitt barn í kneppinum. Barnið er rættiliga lítið og væl pakkað inn í ein skinnposa og í ullintum vøttum. Niko hugsaði –Tey eru ikki í ordan at skreiða so skjótt við hasum barninum, tey kunna missa tað ella renna á ein stein. Men nú sá hon, hví tey høvdu so nógvan skund: í hølunum á teimum vóru tvey stór dýr í fullari ferð, tað sá út sum úlvar, men tað kundi tað so ikki vera, tí tað visti Niko, at úlvar eru ikki í Føroyum. Og nú meðan henda villa reið fer fram fyri eygunum á henni, hendir tað, sum ikki mátti henda: mamman missir barnið, ella kastaði hon tað? Knýtið við barninum kom singlandi gjøgnum luftina og endaði beint við føturnar á Niko. Dýrini bráðsteðgaðu, vendi við og ætlaðu sær eftir barninum, men tá var Niko so knøpp at taka barnið upp, so dýrini fóru so nakkalong sína leið. Sletan við teimum báðum fólkunum hvar inn íÍmóti Kollfjarðadali.

No comments:

Post a Comment