Jan 29, 2011

Eitt brúsandi, spruttandi avrik

Nú eru Rakul og Johan gift. Tey fara at búgva  í Fámará. Brúdleypið var eitt undirhaldsshow, sum ikki man hava sín líka her á landi! Líka frá tí skemtiliga borðstjóranum Kára á Rógvu, sum er systkinabarn brúðgómsins og til gospelsang, talur og filmar á stórskíggja. Og góður matur og eitt kakuborð….ja, eg eigi ikki orð. Kári dugdi væl at stýra millum avhaldsfólk og tey, sum vilja hava ein lítlan og skemtið hjá honum var spískt á eini klænari striku millum grovt og fínt. Anna Maria Olsen skaraði framúr við sínum sangi. Á løriftinum sóu vit húsini í Fámará, har tey hava sett í stand og málað. Brúðurin strálaði í sínum fína kjóla, og hárið var sett upp sum hjá eini prinsessu. Brúðgómurin var sjálvur ein høvuðsundirhaldari bæði við skemti og sangi. Myndirnar eru ikki klárar, tað er sín søk at hava sítt egna myndatól við í brúdleyp. Tey høvdu bæði fotograf og filmmann til arbeiðis alla tíðina. Eg sat saman við Rakulsa gamla flokki í Hoydølum  og vit vóru 3 gamlir lærarar. Smáar skeljar prýddu navnakortið, so ein gamal pílagrímur føldi seg heima.

IMG_4340 IMG_4341 IMG_4343 IMG_4345 IMG_4349 IMG_4351 IMG_4352

Jan 28, 2011

Misheiti – ikki pátrúgv.


Í bókini LES Ástøði eftir Kirsten Brix og Lydiu Didriksen eri eg komin til skaldskap av mannamunni: Nú flokka tær kvæði, allir teir vanligu bólkarnir eru har, og so er ein, sum eitur kvæði um pátrúgv. Ein slík desavouering av øllum bólkinum. Í fyrsta lagi er orðið pátrúgv  niðrandi, sbr. “tú ert full av pátrúgv!”. Orðið fólkatrúgv ella bara trúgv hevur verið brúkt um hetta slag av trúgv tey seinnu árini. Í øðrum lagi er hetta at skjóta púra við síðuna av, tá ið mann hugsar um ta sálarfrøðiligu tulkingina, sum er vanlig, og sum bókin eisini leggur upp til. Sálarfrøðin er væl ikki pátrúgv ella girndirnar, sum yvirnáttúrligar verur eru mynd av. Næsta kapittul er um ævintýr, har eita tilsvarandi ævintýr gandaævintýr, eitt fínt heiti, sum eisini hevur verið brúkt um kvæði, í donskum í hvussu er. Vanliga heitið hjá okkum hevur verið náttúrukvæði, kanska eftir orðinum naturmytiska visor, sum stendur í Kulturhistorisk leksikon for nordisk middelalder. Annars vil eg siga, at LES er eitt flott bókarvek, hetta er tað fyrsta, sum eg eri komin fram á , sum hevur ørkymlað meg.

Jan 26, 2011

Neyðars Tórunn

Vit í Bókastevi eru nú lidnar við trilogi’ina hjá Annu B. Ragde um Tórunn og hini á Neshovi. Ein syrgiligur endi. Hví í verðini fann hon uppá at fara aftur til Christer? Og hví kundi hon ikki forelska seg í Kaj Roger? Nei, hon valdi hann, sum hon ikki hevði nakrar kenslur fyri. Kanska revsaði hon seg sjálva, tí at hon kendi seg seka í faðirsins deyða. Hon var djúpt tunglynt, og føldi tunga skuld og ábyrgd. Tá ið abbin var farin á ellisheim, hvarv hon bara burtur úr verðini, burtur frá teimum, sum væntaðu so nógv av henni. Ótrúligar bøkur, skrivaðar við útpenslaðum staklutum, t.d. framsýningarvindeyguni hjá Erlendi, ein metafora, sum røkkur langt inn í frásøgnina um tey á Neshovi ella mammu Tórunn og allar fasadur og lygnir og huldar  syndir og girndir. Ella grísastallurin, grísamamman og gríslingarnir, ljósareyðir og fittir, men teir mega ikki sleppa út, tí so fara teir kanska at siga øllum hinum grísunum, at frælsi, bláur himmal og gras er uttanfyri. Grísarnir, sum eru so fittir og heitir at balla seg hjá, men eru ránsdjór innast inni – akkurát sum menniskju. Kanska. ´

Vit vóru í Hvalvík hjá Marjuni í kvøld, næstu ferð verður tað Sofi Oksanen, also hon fer ikki at bjóða drekka - Sofi, men hevur skrivað bókina.

71 gramm av tógvi – mín fyrsta hespa

Hespa – eitt gott orð, hespa, hesputræ. Vespa, lespa, kespa,tespa. Havi framleitt 71 gramm av sera ójøvnum, ósløttum tógvi síðani á jólum, og tá var ullin tøk frammanundan. Tað er tankavekjandi at hugsa um ullararbeiði fyrr, hvussu nógvar tímar máttu tey ikki brúka við rokkin, vevin ella við stokkum; øll máttu arbeiða fyri at fáa troyggjur, kot, buksur, undirklæði---alt alt gjørdu tey sjálvi. Mín virðing veksur, meðan eg siti og totist við ullina, alla tíðina slitnar, tráðurin er so ójavnur, at tað er onki skil á, brúkast kanska til seyðbond.

traditional peak 002

Jan 25, 2011

Old Shell og Traditional Peak

traditional peak

Siti og bindi, mynstrið er hetlendskt, vakurt, sær út sum tað er hekklað. Og so lurti eg eftir Pál Weihe og hansara kostpráti. Eg haldi, at tað gongur sera seint at flyta vanar okkara í hesum. Eta nógv mini fisk enn fyri 30 árum síðani, ja men vit keyptu heldur ikki flak og ræstan fisk fyri núverandi prís fyri 30 árum síðani.

Jan 23, 2011

Tungulíðfjall í vindi.

Kl. 20 minuttir í 10 fór eg frá húsum, við tveimum støvum, tíbetur var ein gongumaður so fittur at taka meg upp í bilin niðri á Landavegnum, so eg bleiv koyrd heim á Vaglið. Kl. 10  fóru vit við bussi niðan á oyggj. Og við Lambafelli fóru vit til gongu, milt sagt frískligt, summastaðni var undirlendi sera bleytt, so tú sakst niður. Rímiligt er tað gjøgnumbloytt nú ið frostið hevur slept takinum djúpt niðri í jørðini. Frálíkt útsýni í flottum ljósi. Norðadalur og Syðradalur hvør síni megin. Kl. 13 vóru vit aftur á Oyggjarvegnum.. Og knæið? Ja, undanbrekkan var nokso ring.

Tungulíðfjall Tungulíðfjall 001 Tungulíðfjall 010 Tungulíðfjall 016 Tungulíðfjall 017 Tungulíðfjall 018 Tungulíðfjall 020 Tungulíðfjall 027 Tungulíðfjall 030

Jan 22, 2011

80 ár – og tey strála kapp.

So stuttligt at síggja pørini við Gjógv, har vísir ástin seg at hava góðar dagar, kanska høgur miðalaldur, men eisini sera høgur miðalhiti millum menniskju. Hygg bara hesi pørini! Vit fóru til Gjáar í morgun, har Jógvan á Fløtti beyð brunch í bygdarhúsinum. Veðrið var so herligt, so nógv fólk komu saman at ynskja Jógvan til lukku.

Vit hugdu sjálvandi eisini inn í Hoygarðin, har var alt væl, deiliga heitt og nossligt inni. Pílagrímssólin lýsir nú á húsavegginum, sjálvandi er tað ein jákupsskel, sum vendir skeivt, men nú sær skelin út sum ein strálandi sól. Inga Rósa hevur havt hana við av pílagrímsferð í Spania.

80ár 00180ár 00280ár 003 80ár 004 80ár 008 80ár 009

Jan 21, 2011

YF virðisløn

Yrkisfelagið hevur í kvøld latið virðisløn á fyrsta sinni til ein persón, sum hevur gjørt okkurt til frama fyri miðnámsskúlan. Tað var  Hans Olivur sum fekk kekkin. Aðalfundur gekk væl, nógv fólk var á fundi.

YF 016 YF 003 YF 005 YF 010 YF 011 YF 013

Jan 20, 2011

Iransk lambsgrýta

Smáttskorið lambskjøt

vatn

sellarí, leyk, gularót, persille

salt, pipar, kanel, paprika

rís

Kjøtið svitsað í smøri (45 min), grønmeti hakkað og lagt omaná,

rísið blandað við smøri og tveimum eggjareyðum, lagt omaná sum lok. Standa við lítlum hita 25 min.

Og soleiðis sær mann út, tá ið mann hevur etið tað.

nlh 014 nlh 013

Jan 18, 2011

Tann treki fundamentalisturin

clip_image002

 

The Reluctant Fundamentalist (Mohsin Hamid)

Ein so góð bók! Um ein ungan pakistanara, sum so líðandi finnur sína sanna samleika sum pakistanari. Hann fór 18 ára gamal til USA , fekk góða útbúgving, gott starv og status og bleiv forelskaður. Men ymsar hendingar m.a. álopið á tvítornini 11. sept. fáa hann at endurskoða sítt lív. Einki er um religión í bókini, sera lítið um harðskap og hatur. Tað heilt serliga eru frásøguviðurskiftni. Frásøgumaðurin er hesin pakistanarin, hann situr og tosar við ein amerikanara, teir eru á eini matstovu í Lahore. Lágmælt og fólkaliga greiðir frásøgumaðurin frá sínum lívi. Tað er samstundis ein einarøða, tí at samrøðupartnarin svarar ongantíð beinleiðis. Hann vil treyðugt vera fundamentalistur, men greiðir í bókini frá, hví hann er tað, sum summi kalla fundamentalist. Endin er sera opin og nokso óhugnaligur.

Jan 16, 2011

Weekend í Havn


Hgnaligt hjá Vár og Zakarisi leygarkvøldið, ein gleðidagur. Bergur og Kári skifta orð við Turið um bókmentir. Vitjaði Johild á Argjum at gratulera Jónas á 4 ára degnum. Hugsa tær, har vóru omman og abbin, 3 mostrar og fleiri systkinabørn í føðingardag. Fýra systrar búgva í Havn ein í Vestmanna. Omman og abbin kunna altíð fara at vitja, og tær og børnini kunna vitja ommuna og abban. Avindsjúk? Ja, ikki sørt.
Saman við Ingu Rósu í Listaskálanum, har Frida í Grótinum hevði sín síðsta dag og í Norðurlandahúsinum, har ein grønlendsk/donsk vísir síni verk um tað at vera grønlendskur í verðini. Okkum dámar so sera væl Fridusa verk, hon hevur akkurát sum verið í familjuni altíð, hon gjørdi myndir til Kálvamuuna hjá pápa, og hon var systir Bette Rasmussen, sum var húsins besti vinur.

nlh 014

nlh 018 nlh 021 nlh 022 nlh 024 nlh 027

Jan 15, 2011

Árið ið fór 2010

Tá ið tú eigur so nógvar myndir, er tað ordiliga torført at velja´. Eg havi valt eina mynd fyri hvønn mánað í 2010. Stuttligt, men nógv er ikki við, bæði persónar og hendingar, t.d. slapp hvørki pílagrímsferðin í mai ella Hebridutúrurin í august við.

januar

Januar. Hans Marius tímdi væl at ganga til ríðing, men hann tímdi enn betur at geva hundunum hjá Jacklin breyð aftaná. Tað syrgdi hann altíð fyri, at vit høvdu við.

februar

Februar. Ein dagin kom Laura inn á gólvið, her má eg skoyta uppí, at tað er sera sjáldsamt fyri ikki at siga ongantí, so eg bleiv bæði bilsin og fegin. Hon fór úr og kom inn og setti seg.  Sat eina løtu og rátaði, hugdi so eitt sindur spyrjandi út í rúmið, eg helt, at hon trákkaðis eftir drekkamunni og fór at vita, um ketilin var kókaður. So nú hyggur hon aftur runt eftir teimum, sum inni eru og sigur, er tað ikki her fundurin er? Sera skemtiligt, fundurin var eina aðrastaðni, navnabland.

mars 072

Mars. Frida Sofía og Turið í Guðrun og Guðrun turrikløðunum.

Bjørt

Apríl. Bjørt avmyndað á hospitalinum.

mai

Mai. Tey hyggja í albummið, sum Lisa fekk í konfirmatiónsgávu.

juni

Juni. Búgvi heldur føðingardag.

juli

Juli. Sólveig heldur føðingardag.

augganon 019

August. Inga Rósa inni hjá sær sjálvari undir Ryggi.

sept 007

September. Bókavørðir.

heystferia 2010 005

Oktober.  Lisa við sínum ringa knæ. Stødd í summarhúsi í Lalandia.

Elinnov

November. Vitjað Elina undir Fjalli.

jól 2010 182

Desember. Øll saman á jólum.