Dec 30, 2018

Árið ið fór 2018


JANUAR
Í januar byrjaði nýtt byrjanarskeið í føroyskum sum annaðmál.
Lisa var heima ein stuttan túr.




Januar. Skeið byrjar.



FEBRUAR
Fyrsta februar fór Símun til gravar, hann var so sera sjúkur, og nú var hansara skeið runnið.
19. febr. bleiv eg innløgd á Ríkissjúkrahúsið til hjartakanningar, tíbetur funnu tey einki álvarsligt. Men so fekk eg høvi at fara í føðingardag hjá Símuni og síggja Lisusa nýggju íbúð.
Símun farin.

tey vitja meg á RH




MARS
9-12 mars vóru eg og FS í Bergen, hugskotið var, at báðar skuldu flúgva eins langt ella stutt fyri at hittast. Tað var ordiliga deiligt, vit vóru túr á Fløyen, vit sóu Edvard Grieg savnið, Hansakeypmanssavn og Hákunnarhøllina.
Og í mars var Leporello (opera) á Tjóðpallinum, tað var stórt!

Hákunnarhøll
Hansamuseum, her svóvu teir ungu dreingirnir, sum arbeiddu hjá handlinum.

Inni í stovuni hjá Grieg

APRÍL
Alt tað vanliga, mínir klubbar eru jú eina ferð um mánaðin, so teir mega næstan fáa sítt egna "árið ið fór". 14. apríl var bygdarveitsla við Gjógv við góðum lag, lokalum skemti og fínum mati. Og seinast í apríl fóru eg og Turið við einum stórum ferðalag til Cardiff í Wales, ein góður, upplýsandi túrur.


Kristian Jákup, Símun og Óla Jákup stóðu fyri skemtinum í gjáarveitsluni.

Turið og Oda í veitslulag

Í Cardiff.
Bergljót, Turið og Hanne

og
The Big Pit





MAI
Sólrun var ein svipp heima í mai, tey høvdu gestir við. Vit sóust til morgunmat á hotel Hafnia.
Og so aftur skeið í føroyskum sum annaðmál.



Framhaldsskeið, vár 2018

JUNI
Gantesa er enn eitt akker her í lívinum, vit hava verið raskar at síggjast í 2018.
Kristina hevur lært nógvar sangir í barnagarðinum. Kári Skýlindal og Árni Andreassen hava lagt lív og sál í, og tað eru ikki lættisoppasangir, nei klassikarar sum t.d. Stórhvalagildið og Leið meg einaferð enn út á dekkið.
Í juni var eg mína dreymaferð við Hurtigruten, ógloymandi útsýni í 10 dagar. Eg fór við Norrønu til Hitshals og sigldi til Kristiansand at vitja mín góðu vinkonu Gudlaug, hon vísti mær mangt og hvat í Kristiansand og har á leið, og so lá leiðin til Bergens umborð á Midnatsol.
Aftur í ár høvdu Jónleif og Jóannes summarskúla í Dali, stuttligt og læruríkt.
Gantesa hjá Hjørdis


ommu og abbadagur í Øksnagerði

Stórhvalagildið, Kristina er nr.2 høgrumegin í fremra rað.


 Vitjaði Beintu og Rolf í Molde. Her: Atlanterhavsveien í baksýni.



Noreg er undurfagurt frá sjónum

summarskúli í Dali




JULI
Familjumánaður. Fyrr var tað bara um summarið, at tey komu heim at ferðast, studentarnir og tey burturfluttu, men nú á døgum er hvør mánaður ferðarmánaður. Vit grøva gjøgnum luftina 5-10 ferðir um árið. Men juli er nú einaferð juli! Eg var ein túr í Íslandi saman við Madeleine, Kári var ein túr í Føroyum. Frida S. og co. var í Før. Og Pride og ólavsøka í góðum veðri.





 Ólavsøkumyndir.
Anna Maria bjóðaði búff á grillini.








AUGUST
Vit vóru nakrar, sum fóru út í Hest at vitja Ansgar. Vit vóru saman í Spania í 2017, og tá beyð hann okkum út í Hest.

Vitja Ansgar Lenvig í Hesti
SEPTEMBUR
Aftur møðgutúr, hesa ferð vóru vit tríggjar, í Edinburgh, har vit búðu í eini íbúð. Vit sóu Holyrod, slottið, kongaskipið Britannica, sera góður túrur, fara heilt sikkurt møðgutúr aftur.
Vit eru í tinginum

pubbur

hittu kent fólk har á strætinum

Britannica

Britannica


fimleikur á gøtuni





OKTOBUR
Heystið er sláturtíð, og í ár vóru bæði Lars og Sólrun í Føroyum. Tað var í bløðum og bloggum, at Lars hevði verið og flett. Tey flettu við Gjógv og fingu góða hjálp frá Mads. Turið fletti í Dali, hon hevði fingið Brian at hjálpa sær.


NOVEMBUR
Størsta hendingin í novembur var sjálvandi føðingardagurin hjá Sólrun, 50 ára dagurin varð hildin við einum braki, temað var 80 ini, og tað var virkuliga stuttligt.





Á veg avstaðaftur

mínar gentur

DESEMBUR
Í vetur havi eg gingið til franskt hjá Alice Mortensen, eitt kvøld um vikuna 10 ferðir. Sera áhugavert, bara forbiðið tungt at fara út um kvøldið. Desember er jólamánaður, adventsgávur, jólasølur og konsertir og nógv at fara til hjá foreldrum og ommum og abbum.
Deiligt at fara væl mannað til Fraklands at halda jól.
5. desember í kvøldskúlanum
24. desember í Oyes