Dec 3, 2018

Keypmannahavnarskái 2

Ikki nógv slík eftir har á leið.

Ein film sá eg afturat, tað var The Wife við Glen Close. Sama tema sum í Colette, hjúnini hava arbeitt saman, hon hevur skrivað og hann hevur masserað føtur hennara og gjørt te. Og so fær hann Nobelprís! Tá er ovboðið hjá konuni, hon vil skiljast. Eins og Coletta fer hon seinni ivaleyst at skriva undir sínum egna navni.

So løgið at fara í bio mitt á degi, tað er ljóst, tá ið tú kemur út aftur. Eg fór á café á Koltorginum og sat hat eina løtu. Síðani fór eg á Charlottenborg. Har vóru tríggjar framsýningar í løtuni. BIG - ja hin sum er ráðgevi á Glasi - vísti har fram sítt samstarv við listafólk, tá ið hann teknar bygningar. Fotomyndir og arkitekttekningar av summum av hansara bygningum bæði í DK og útlandinum. Hann skal tekna eitt stadion og eitt tjóðarsavn í Grønlandi, modell var á framsýningini. Fleiri sjónvarpsskíggjar vóru upphongdir við manninum sjálvum, sum greiddi frá sínum arbeiði á enskum.
Veit ikki ordiliga, hvar hetta verkið hoyrdi heima, Dannebrog rakt niður, og grønlendska flaggið hekklað av tónum, halfn'half

 Myndin niðanfyri er av eini installatión hjá BIG til ein film hjá Lars von Trier, eitt hús bygt av líkum, óruddið á gólvinum eru pitsapakkar. Har var aldursmark at sleppa inn.
The House that Jack Built
Ein framsýning var ein stór videoinstallatión um, dálking og náttúruoyðing í Grikkalandi, har fólk eru byrja at gera uppreistur ímóti námsvinnu. Listarfólkið eitur Angela Melitopoulus f. 1961.
Triðja sýningin var ein polsk, hon eitur Alicija Kwade, hana helt eg vera sera áhugaverda. Hon kannar ymsar síður av náttúru, tíð og rúmi. Sýningin hjá henni eitur Out of Ousia, ousia er grikskt og merkir veran ella essensur.
Hesir ringarnir eru mynd av einum ringi, hon hevur endurskapt ta rás, sum ringurin ferðaðist og til hann lá stillur.
Hetta er eitt ljóðverk, hátalararnir stóðu og larmaðu so illa. So las eg, at tað var ljóðið frá hasum ringinum, sum liggur á gólvinum, tá ið hann snaraði, til hann datt og lá stillur.

No comments:

Post a Comment