Jul 31, 2018

Ólavsøkan 2018

Vundnir leggir

 Eg hevði ætlað mær at vera í Dali á ólavsøku, men eg veit ikki, tær bóðu meg verða í Havn, og so sat eg barnagenta ólavsøkuaftan. Eg hevði okkurt, sum eg vildi uppliva m.a. setanina og fólkafundin á háskúlanum. Tað lukkaðist, men eg fekk ikki upp í lag at fara út á Doktaragrund á tann fólkafundin.
Vit vóru í Faroe Pride gonguni, Leyvoy er eisini har, hóast hon sæst ikki. Ólavsøkuaftan vóru vit uppi hjá Annu Mariu, tøkk fái hon og Jákup, at tey buðu allari familjuni til eina máltíð. Tað var stuttligt at síggja so mong. Myndir eru ikki av øllum, tíverri.
Frida S, Herbert, Madeleine, Kristina og Magna
Aron og Eli Sigurð
Sigri og Eve
Kitty og Turið


Tóki og genta hansara

Bergljót

Frida Sofia og Turið




Leyvoy og Sølvi
Sigri, Sigrið, Sølvi og Leyvoy



Sigurð og Silja
Jonas og Laura
Sølvi og Kitty
Marja
Ragnar

























Summi av teimum, sum ikki vóru hjá Onnu Mariu, sóu vit í býnum, her hitta vit Tórð, Ruby og Olnu Birgit



Her sæst Herbert í skrúðgonguni, hann leiðir Kristinu, men tíverri sæst hon ikki. Magna var eisini so skjót framvið, at eg fekk ikki mynd av henni.

Clara skal fáa tað síðsta upp á pláss.



Tað fyrsta er farið av lagi, árenn tað síðsta er fingið upp á pláss.

Sama ger, hugnaligt er



systkinabørn




 Frida S. saman við trímenningi sínum Eyðvør og dóttur hennara Arnu.

Likkurnar hava kátt sítt lív



Jul 26, 2018

40 ár seinni

Fyri 40 árum síðani fylti Marita 30 ár. Marita er av Skála, hon býr í Danmark, har dóttirin Tove eisini býr. Vit síggjast ikki ofta, men onkuntíð av og á. Hon vitjar í Føroyum á hvørjum ári, men hon og Tove eru mest á Skála, tá ið tær eru her.

Vit vóru øll boðin í 30 ára føðingardag í 1978, og ein sangur var yrktur til høvið. Anne Lise hevði funnið hann fram, og vit sungu hann aftur nú í 2018. Lagið er "Kalle Petrersen", Væl og virðiliga tók hon høvuðsfak/nú er sloppið - hon er næstan ein cand.mag/ Kanska fáa vit í summar ein heilt lidnan kandidat/ Júmen Marita, tú hevur jú format! Sum vit vóru fitt og ósek fyri 40 árum síðani. Ja, Marita hevur format, hon bleiv steudentaskúlalærari og lærugreinirnar eru søga og latín. Marita var eisini lestrarvegleiðari í nógv ár á Skt. Annæ gymnasium. Maritu dámar væl at ferðast, og hon hevur abonnement til tónleikaframførslur, so sera vitandi og væl orienterað. Vit mega ikki gloyma tað dygdararbeiði, hon hevur lagt í uppalingina av Tove, sum hevur havt sertørv á øllum økjum. Marita er eitt dygdarfólk í allar mátar.

Marita vitjar 2004

Vit vitja Maritu 2007
Stuttligt at minnast á góðar dagar á Sólbakkanum. Marita hevur ein serstakliga góðan  mat og vínsans, at vera boðin til borðs hjá Maritu er eitt satt njótilsi. Vit onnur keyptu allan okkara mat hjá Madsen, sum var okkara lokala supermarket, Marita hevði sín egna ostamann, sín egna slaktara á Koltorginum og keypti bara breyð frá Van Hauen. Og dear, og hon klipti sær altíð hjá Stuhr. Eg hugsi, kanska hon hevur spart onkra aðrastaðni :)


Í dag vóru vit boðin í Skeiva pakkhús, og tað var eisini eitt njótilsi. Vit fingu fiskasúpan og laksasalat ella høsnasalat, ein sera góð máltíð. Og tað var deiligt at síggja Maritu aftur, hon sær brandgott út, heldur linjuna, heldur hárið.





Myndin er ikki so góð, sum hon kundi verið, Marjun er næstan vekk, og høvuðspersónurin sæst ov illa,  kanska Jórunnsa er betri.

Góða Marita! Hjartans takk fyri ein deiligan seinnapart. Síggjast!


Jul 22, 2018

Fróir frídagar

Fróir frídagar.


Svínoy 1992


 Sandavágur 1993.
 Halda føðingardagin hjá IR, 40 ung ár.

 Í Hesti 1994.


Omma og Bergur byggja holu

Tá ið okkara børn vóru yngri, plagdu vit systrarnar at ferðast í summarhúsum í Føroyum, vit kallaðu ferðirnar Fróir frídagar. Vit vóru í Svínoy, á Húsum, í Sandavági, í Øravík og í Hesti. Stuttligt at taka táttin upp við ommubørnum. Nú vóru vit í Sumba hesa ferð, Frida S. og Turið og eg + børn. Ein fínur túrur, sum hevði verið enn betri, um mjørkin ikki var so tættur.
Ein túr vestur á Vágseiði bleiv tað til




tær gera døgurða

Góður summarhúsdøgurði.




hon ger omaná

Jul 13, 2018

Summargestir

Nú er hásummar og landið fult av útisetum. Kári kom ein túr við okkum Madeleine úr Íslandi til Føroya og var her eina viku. Herbert og Magna vóru við í Summarcup kappingini í Gundadali, so vit fóru niðan at hyggja.

Magna prikar eftir bóltinum. Hon spælir við U7, og tær vórðu nr. 1
Magnus, abbin, sæst aftanfyri, trúfastur B36 maður.
Tey práta, meðan Herbert hevur ein steðg. Herbert spælir í U11, so hann fær harða nmótstøðu av størri dreingjum.
Clara og Kristina vóru eisini millum áskoðararnar












Kári, Herbert, Johan Hendrik, Magna, Katrin, Kristina á veg á sjósavnið til gongu. Skula vit ganga? Hví? Er tað langt? Nær eru vit har? Tað er so langt.
Madeleine, Lív Rósa, Johan Hendrik, Herbert, Kári, Louis


Á sjósavninum














Nú fara vit suður
Í Dali er ein FIFA vøllur, men tað er ein skitin vøllur! Bólturin og børnini eru sótsvørt, hvørja ferð tey hava verið og sparkað. Gomul bildekk drigin higar og dumpað í Dali, eg meini tað. Eitt mál at tikið upp: at skifta plastið á vøllinum út við okkurt eitt sindur minni andstyggiligt.
Í Dali er eisini ein herlig trampolin og eitt reiggjustativ. Veðrið var so fínt, meðan vit vóru í Dali. FS og dreingirnir málaðu Putlhús ein, svey, drey.
Louis hugagóður

Vitus gubbin fer inn í trøðna


Frida Sofía dagandi móti luftini.

Um summarið samla vit kreftir til restina av árinum. So herligt við lívi og fólki rundan um ein. Ein annar líkandi bloggur er á dalsbygd.blogspot